30.11.2015 | Evni: Býráđiđ
Jógvan Arge bókaframlřgu í Reinsarínum
Skriva út | Send | Aftur

Jógvan Arge fer at hava móttřku og almenna bókaframlřgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. december. Framlřgan verđur frá frá kl. 15.30 til 17.00. Har verđur tónleikur, sangur, upplestur, rřđur og gott til góman.

Samstundis verđur hřvi at ogna sćr bókina og fáa hana signerađa.

Á móttřkuni fer Jógvan Arge at greiđa frá nýggju bók síni ”Havnardrongur og gřtuskuri”. Uni Arge og Robert McBirnie verđa á pallinum viđ sangi og tónleiki og ein annar hálvur skuri,Tórbjřrn Jacobsen, fer at siga, hvat hann hevur fingiđ burtur úr at lesa bókina.

Havnarmađur og gřtuskuri

Hetta er 20. bókin, Jógvan letur úr hondum. Pallurin er tađ umhvřrviđ, hann vaks upp og ferđađist í. Pápin var havnarmađur viđ stórum H, og mamman av tí, tey rópa stóra G í Syđrugřtu.

Jógvan er úr einum nýggjum býarparti, har břrnini vóru mong og rćsurnar víđar viđ Húsagarđsbřnum, Viđarlundini og ítróttavřllunum í Gundadali. Hann gekk í katólskan barnagarđ og skúla. Fór úr realskúlanum í Hoydalar og var longu giftur og pápi, tá hann tók studentsprógv.

Krýnikan er ein ferđ hús úr húsi í stóra grannalagnum og sřga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syđrugřtu. Í Havn hřvdu tey stórt virksemi viđ bussum, bilum og kiosk. Í Gřtu hřvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Ćttarbond hansara og hjá konuni Maritu verđa greinađ norđanfjřrđs og sunnanfjřrđs.

Í 60unum stovnađi Jógvan saman viđ vinmonnum egiđ ítróttafelag, var formađur í Nćmingafelagnum í Hoydřlum, limur í Unga Tjóđveldinum og í blađstjórnini á ítróttablađnum ALT um ítrótt. Hansara fyrstu fet í útvarpsarbeiđi vórđu tikin í barnaútvarpinum longu í 50unum. Bókin er umbrotin, prentađ og innbundin á Fřroyaprenti.

---

< 100 ára dagur í Nólsoy | Tá argjatrćiđ varđ tendrađ >