24.04.2015
| Evni: Býráðið
|
Meirinntøkan longu brúkt
|
Ein skuldi trúð, at nú Tórshavnar kommuna hevði 53,7 mió kr í meirinntøku í skatti í 2014, var lagað manni beinanvegin at fara undir átøk, sum hava troðkað á leingi.
Her komu jú meir enn hálvthundrað milliónir inn í kassan, sum býráðið ikki hevði roknað við, tá fíggjarætlanin varð løgd fyri farna ár. Men í so máta er ikki nógv at heinta. Býráðið viðgjørdi í gjárkvøldið eitt uppskot um, hvussu meirinntøkurnar verða at býta. Meginparturin fer til at fíggja slíkt, sum longu er avgreitt, ella til staðfesta meirnýtslu í farna ári. 14 mió kr fara til at gjalda jørðina, sum keypt varð í fjør undir Kongavarða. Slakar 10 mió til at gjalda part av halli á kontu fyri keyp og sølu, og aðrar slakar 10 mió kr fara til at fíggja byggibúningarætlanir, sum eru gjørdar lidnar. Meirnýtsla í rakstrinum á serliga barna- og ungdómsøkinum verður eisini fíggjað av meirinntøkunum. Tað svarar til einar 9 mió kr, sum hava verið nýttar meir enn ætlað í 2014. Sumt eru lógarbundnar útreiðslur og annað eru beinleiðis rakstrarjáttanir, sum hava verið smærri enn nýtslan. Góðar 2 mió fara til skúla og ítrótt. Tá eru smáar 9 mió kr eftir at gera gott við. Tær verða smábýttar. 2 mió kr til Mullers pakkhús, 1 mió til spælipláss í Miðbýnum og 0,5 mió kr at býta millum Boðanesheimið, skúlan á Løgmannabreyt og skúlan á Argjahamri. 1 mió verður játtað til vegir, 1,3 mió kr at gera felagshúsið á Argjum liðugt, 1 mió at gera núverandi byggistig í Hoyvíkshøllini liðugt, 1 mió kr til baðiland og 1 mió til Tórshavnar Musikkskúla. Hesar játtanir koma væl við, har tær lenda. Men ólíka hugaligari hevði verið, um meirinntøkurnar allar vóru tøkar til framtíðina heldur enn til farnar tíðir. ---
|
|