22.03.2015
| Evni: Ymist
|
Hugleiðing um sólarmyrkingar í Føroyum
|
Tað er ein sera sjáldsom hending í Føroyum, sum tit fara at uppliva í morgin. Tað hava bara verið seks fullar sólarmyrkingar í Føroyum, síðani landnámið fyri eini 1200 árum síðani.
Tann sjeynda fulla sólarmyrkingin verður í morgin 20. Mars 2015 og hesin dagurin, sum tit verða ein partur av, fer at standa í søgubókunum í allar ævir. Vit kunna tað sama byrja við einum yvirliti yvir tær sólarmyrkingar, sum hava verið: Tann fyrsta var so langt afturi í tíðini, sum tann 25. Mai í árinum 849, og tann næsta var ikki so langt aftaná, tann 8. Juni í árinum 894. Síðani gingu meir enn 500 ár til tann triðja var 26. juni árinum 1424. So gingu bara sekstan ár til tann fjórða sólarmyrkingin var í Føroyum tann 3. februar 1440. Hetta er framvegis so mikið langtsíðani, at hetta er 100 ár áðrenn trúbótina í Føroyum, tá vit fóru frá at vera katolikkar til at vera protestantar, sum vit eru enn. Nú gingu eini 170 ár til sólarmyrking var aftur í Føroyum í 1612. Tað eru 400 ár síðani. Tá segðist, at teir óargaligu hargarbrøðurnir í Sumba vóru so skakkir av myrkrinum, sum kom á teir á miðjum degi, at teir lovaðu aldrin at skeldast og berjast meir, kom sólin framaftur. Hon sást aftur, og teir vóru nú friðarmenn restina av síni ævi. Kanska skuldi onkur lovað tað sama nú. So gingu næstan 350 ár til næstu fullu sólarmyrking her hjá okkum. Hon var tann 30. juni í 1954. Tað eru sløk 61 ár síðani. Tey, sum upplivdu ta sólarmyrkingina vóru sostatt tey fyrstu í Føroyum í sløk 250 ár, sum upplivdu eina sólarmyrking. Sjákvur var eg staddur í Syðrugøtu hjá ommu og abba mínum. Har var ein ávís stákan tann fyrrapartin, tí menn komu í handilin hjá abba at keypa rútaglas, sum teir skuldu hyggja at sólini ígjøgnum. Abbi skar teimum hóskandi stykkir og teir koyrdu so sót á rútin at verja eyguni. Tá sjálv myrkingin kom fyri, sótu vit inni. Vit trý sótu í køkinum og hildu skýming ta løtuna tað myrkti. Síðani løgdu vit til merkis, at allar hønurnar vóru farnar inn í høsnarhúsið, tá tað skýmdi. Vit eru fleiri, sum eru á lívi enn frá teimum døgum, og helst bara tann triði hópurin í Føroyum gjøgnum allar tíðir, sum kann uppliva tvær sólarmyrkingar í livitíðini.So tað er klárt, at eisini vit eru spent upp á dagin í morgin, um enn kanska ikki líka spent, sum tit, tí vit vita nøkurlunda, hvussu tað riggar. Men tit og vit verða tey seinastu, sum uppliva sólarmyrking í Føroyum í 230 ár. Tí hetta sjáldsama fyribrigdið kemur ikki fyri aftur fyrrenn í tann 26. Mai í árinum 2245 – hvør ið livir tá. Og tá fara at ganga meir enn 700 ár til sólarmyrking verður aftur her á klettunum. Tann síðsta í hesum túsundárinum verður ikki fyrrenn í árinum 2974. Tá fara tey óivað at verða líka spent, sum tit eru í dag – ella kanska upp aftur spentari. Mánin og sólin eru bæði løgin fyribrigdi, sum eg ikki dugi so væl at siga frá. Men tey eru avgerandi fyri lívið á jørðini, og hava stóra ávirkan á okkara liviumstøður, so vit hava alla grund til at fegnast um bæði sólina og mánan. Tá ið so hetta kemur fyri, at mánin í sínari ringrás kemur fyri sólina, er tað púra greitt, at menniskjað gerst forvitið. Tí hetta er ikki dagligur kostur. --- |
|