08.02.2015 | Evni: Býráðið
Havnagerð á Skansabryggju - fyri ella ímóti
Skriva út | Send | Aftur
1. Hetta er eitt ivasamt projekt. Byggiætlanin er ikki nágreiniliga hildin upp ímóti øðrum møguleikum í Tórshavnar kommunu. Her er bara við eini handakeipu avgjørt, at bryggjan skal útbyggjast á Skansabryggjuni og Eystara havnaøki. Afturímóti hevur Tjóðveldi skotið upp ítøkiliga at kanna umstøðurnar fyri eini góðshavn aðrastaðni í okkara stóru kommunu. Sund er nevnt, men kanningar kunna eins væl eisini verða gjørdar á Gulanum millum Glyvursnes og Argir og á Kollafirði, har møguleikarnir eru fleiri.

2. Staðsetingin framman fyri Skansan er meir enn ivasom. Tað er onki minni enn at bjóða náttúruni og umhvørvinum av á fleiri hermótum at leggja eina nýggja bingjubryggju út í streymasjógvin í Nólsoyarfirði og brimið Yviri við Strond. Hetta krevur, at bygt verður út á sjógv framman fyri býarins varðtekni, Skansanum. Krevur eisini eina nýggja farleið úti í briminum framvið Eik, Advokatunum og Bústøðum yvir á Eystfallsker. Tit skuldu sæð brimið, ið har breyt í ódnaveðrinum farna vikuskifti, tá vegurin við Strond varð stongur av brimi, sum skolaði grót og tonglar heilt niðan á vegin.

3. Vit bera miklan ótta fyri, at kostnaðurin fyri hesa havnarbygging kann ryggbróta Tórshavnar kommunu. Nú ein ófullffíggjað byggiskrá hevur sæð dagsins ljós,er kostnaðurin mettur til 450 mió kr, men tá er hann lágt settur og minni enn so allar kanningar gjørdar. Hann verður mangt slíkt upp á tann eina dag. T.d. eru hvørki bátahavnin ella bygningar við í kostnaðarmetingini.

4. Tórshavnar havn er ikki før fyri sjálv at leggja allar hesar pengar út úr kassanum. Hon noyðist at læna meginpartin, nakrar 100 mió kr, til hetta stórarbeiði, sum partú skal gerast í einum høggi eftir hálvumtriðja ári. Slík lán telja við í kommunuskuldini og fara at gera sítt til, at Havnin rakar íløguloftið, sum vit eru fjart frá í dag. Gjarðað verður út við risamøguleikum, sum skula standa havnini í boði, tá liðugt er, men hetta er ikki annað enn pippfuglar á takinum.

5. Grundin til núverandi havnaprojektið er, at ov lítið pláss er til bæði ferðamannamóttøku og góðsavgreiðslu á havnarlagnum. Tí skal byggjast út í stórum. Hetta kann fult so væl og betri loysast á annan hátt. Í okkara uppskoti, sum fall í býráðnum, varð mælt til at kanna aðrar møguleikar, áðrenn farið varð yvir háls og herðar at brúka pening til eina havnarútbygging, sum landsins býarskipanarnevnd ikki hevur heimilað enn.Víðari útbyggingarmøguleikar eru so at siga ongir, uttan so at tú byrgir alla brimstondina av niðan við Strond.

6. Fløkjan av bæði góðshavn og ferðamannahavn á Eystara havnaøki verður ikki frægari av hesi ætlan. Góðsflutningurin til havnina verður ætlandi nógv størri, enn hann hevur verið, og tað elvir til nógv størri og tættari tunga ferðslu. Meginparturin av ferðsluni til og frá havnarlagnum má fara eftir ringvegunum. Eru ferðslupropparnir ringir í dag, verða teir hvaðna verri eftir útbyggingina.

7. Sjálvandi skulu vit hava góð havnarviðurskiftini í sjálvum høvuðsstaðnum í miðjum Norðuratlantshavi. Alt annað er ónáttúrligt og skeivt. Men heldur enn at ovtaka seg við einum stórleikaprojekti, eigur í álvara at verða hugt at hinum møguleikunum í Tórshavnar kommunu. Verður góðshavn bygd aðrastaðni, enn her er ætlað, við góðum vega- og tunnilssambandi í allar ættir, vinna vit meira fyri minni. Og Tórshavnar havn kann rættiliga leggja seg eftir at tæna og menna innanoyggja og altjóða ferðafólkavinnu í býarins hjarta. Tað er jú eitt hjartamál í dag.

Jógvan Arge

< Sovjetskir tilstandir á Vaglinum | Dagstovnarnir og býráðið >