28.01.2015
| Evni: Býráðið
|
Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi
|
![]() Uppskot til útbygging av havnalag á Sundi. 1.400 metra bryggjukantur og 170.000 fermetra stórt øki Tjóðveldi í Tórshavnar býráð mælir til, at býráðið samtykkir at kanna møguleikarnar at gera ta nýggju góðshavnina í Tórshavnar kommunu inni á Sundi. Tjóðveldi heldur, at tað er ov tíðliga at fara undir at projektera ætlaðu havnarútbyggingina í Havn ítøkiliga, tí ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni í kommununi. Minnilutin í býráðnum skjýtur tí upp at kanna møguleikarnir á Sundi. Sund er í Tórshavnar kommunu og so nær Havnini, sum tað ber til. Sund verður eisini granni hjá komandi Skálafjarðartunnlinum. Grót til útbygging á Sundi kann ætlandi fáast til vega har á leiðini, so eitt nú Glyvursnes verður spart. Verður grótið ella ein partur fingin til vega úr undirsjóvartunnlinum, verður kostnaðurin helst lægri. Verður góðshavn gjørd inni á Sundi merkir tað, at Havnar býur sleppur undan óneyðugari farmaferðslu, ið tá kann fara beinleiðis til og frá Sundi landvegis og sjóvegis – og skjótt verður oman til Havnar. Somuleiðis merkir hetta, at neyðugt verður ikki at fylla seg longur út á streymasjógv í Nólsoyarfirði og byggja pakkhus og koyribrýr upp fyri Skansan og hansara grannalag yviri við Strond. If you wanna buy high quality replica watches, you cannot miss this website: 2023 rolex replica uk Buy UK Swiss made breitling replica watches uk online. Fast shipping. Quality guarantee.
Ferðamannahavn í Havn Høvuðsvirksemið á Eystara havnaøki og Skansabryggjuni verður tá ferðamannaferðsla innanoyggja og úr útlondum, sum ikki fer at koma nevnivert í bland við góðs og bingjur. Hinvegin gevur tað allar møguleikar fyri rættiliga at halga seg ferðavinnuna í Tórshavnar havn og miðbýi. Tað, sum kannað eigur at verða, er kostnaðurin at gera atløgubryggjur og havnarlag á Sundi, og hvussu byggjast kann, so byrgt verður fyri tí súði , sum á onkrari ætt sigst vera ein trupulleiki við ta lítlu atløguna, sum nú er á Sundi. Tjóðveldi hevur í havnarnevndini mælt til kanningar inni á Sundi og lagt fram skitsuuppskot um Sund, sum er gjørt av fólki við fakligum førleika. Eftir hesi skitsu verður havnin skipað sum dokkstøðir fyri at sleppa undan súði. Dýpið verður 15 metur, so øll skip kunna leggja at. Havnabyggingarmálið kemur til viðgerðar í býráðnum nú hóskvøldið. Býráðsmeirilutin skjýtur upp, at býráðið her og nú samtykkir at taka undir við eini byggiskrá fyri útbyggingina á Eystara havnarøki og Skansabryggjuni. Samstundis mælir samgongan býráðnum til at játta 6 mió krónur til at projektera hesa ætlan.
Bíligari og høgligari góðshavn á Sundi Tí verður mælt til at steðga á við samtyktini um byggiskrá og projektering, meðan hin møguleikin fyri útbygging, og kanska aðrir við, verður kannaður og lýstur út í æsir. Í viðgerðini higartil hevur Tórshavnar havn einans latið gera ítøkiligar kanningar til tess at útbyggja verandi havn og als ikki nortið við aðrar møguleikar. Ongar dagførdar dygdarkanningar av umstøðum at byggja eru gjørdar fyri onnur umráði enn Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið, nú arbeitt hevur verið við útbyggingini. Tað kann koma Havnini dýrt at standa ikki at umráða seg nóg væl, og tí er hetta uppskot lagt fram. Fyrimunirnir kunnu vera nógvir. Eitt nú slepst undan at oyðileggja tann týdningarmikla havnarfrontin, andlit okkara út eftir og inneftir. Ein slík havn á Sundi verður helst bíligari enn tann, sum nú liggur í kortunum. Tú kanst fáa nógv longri atløgusíðu fyri smærri pengar á Sundi, og frítt er fyri at gera pláss til havnarlag uppi á landi. Møguleikin, sum víst verður á, er at byggja eystur frá núverandi atløgu á Sundi móti Kallanesi. Fyri 300-400 mió kr kunnu her fáast úr 900 upp í 1400 metrar av nýggjum atløguplássi ímóti teimum 700 metrunum, sum fáast burtur úr at víðka Skansabryggjuna og grannalag fyri í minsta lagi 450 mió kr – helst munandi meir. Á Sundi eru eisini góðir møguleikar at byggja út. Tað er munur á.
Góð havnarviðurskifti umráðandi Havnarviðurskiftini eru javnt og samt útbygd eftir tørvinum. Tað eiga tey framvegis at verða. Men tíðir broytast. Tað gera møguleikarnir fyri havnargerð eisini. Her er víst á ein møguleika, sum vit mæla til at hyggja gjølla at, áðrenn havnin kanska forbyggir seg í Havn. Hvør veit – kanska verður júst Sund sum frálíður tann altjóða havnin, sum lýst hevur verið eftir.
Jógvan Arge ---
|
|