05.01.2015 | Evni: Viðmerkingar
Nýggjársheilsan 2015
Skriva út | Send | Aftur


Hey vinir og kenningar!

Vit bæði gomlu í Tjarnardeild 12 ynskja tykkum gott nýggjár við tøkk fyri tað farna. Buy Swiss Perfect Fake Breitling, Cartier, Omega replica watches uk

Cheap rolex replica watches uk Shop Sale

2014 hevur verið eitt broytingarár. Vit eru bæði farin um 67, og Marita hevur júst valt at fara úr lívsstarvi sínum í almannaverkinum í meir enn 30 ár, fyrst sum hjálparfólk og síðani føroyskt útbúgvin námsfrøðingur.

Vit hava í árinum fingið fyrsta langommu- og langabbabarnið. Rókur er ein lívligur og glaður drongur. Altíð á kanningarferð. Grenjar lítið og flennur nógv. Og hugaligt er at eygleiða dagligu framstigini.

Hóast langabbaheitið eri eg framvegis í starvi í Kringvarpi Føroya, siti enn í Tórshavnar býráð, nú á 15. ári, og heilsan hevur tikið seg væl upp.

Nýggjársdagur 2015 er ein serligur dagur, tí tá havi eg verið í starvi á sama stað í heili 45 ár. Tók við starvi sum programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar í 1970 og havi havt eina sera áhugaverda og spennandi starvsleið við ríkum møguleikum at royna flestu avbjóðingar, sum eitt slíkt starv setir.

Fyrstu 10 árini sum tíðindamaður við politikki og øllum tí, ið har til hoyrdi, sum eina týðandi uppgávu, men eisini øllum møguligum øðrum. Stóran part av hesi tíðini frásøgumaður í løgtinginum og frá eitt nú Norðurlandaráðnum, samráðingum í Bruxelles um viðurskiftini við EEC og seinni ymsastaðni frá um okkara rættindi, tá okkara vinnumøguleikar broyttust almikið og fiskimørkini fóru út á 200 fjórðingar í 1977.

Hetta var eisini tíðin við teimum væl umtóktu V4-sendingunum og øðrum skemtisendingum við hópin av hugaðum veitarum. Tað vóru dagar, tá vit bryggjaðu krút í leikum og tættum um alt millum himmal og jørð kring landið og sendu ”Nær var tað” og annað gott beinleiðis úr mangari bygd. Pengarnir fløddu inn í kassan, so útvarpið fekk egin hús í 1981-82. Tað var næstan sum at koma í himmiríki úr trongu rúmunum á Bryggjubakka, sum høvdu tænt fyri sítt breyð.

Onnur 10 árini var eg leiðari fyri tíðindadeildini og síðani úti við 20 ár leiðari fyri programdeildini. Alla tíðina við í ítróttinum, um tað so vóru olympiskir leikir í Munchen ella fótbóltur, hondbóltur og kappróður um meginpartin av Evropa. Tveir marknasteinar vóru C-HM í hondbólti í Portugál 1976 og fótbóltssigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990. Kappróðrarferðirnar á Scilly oyggjunum vóru serligar, og hugaligt var eftir áheitan frá Rás2 at siga frá tí alstóra sigrinum, sum føroyskir svimjarar vunnu á oyggjaleikunum á Álandi.

Mær dámdi væl tíðina, tá útvarpið og sjónvarpið kappaðust. Tá máttu báðir partar vera á tærnum allatíðina at prógva sín tilverurætt. Fyri nøkrum árum síðani varð alt lagt saman í ein pott – sum skot úr byrsumúla. Tað hevur verið ein long prosess við mongum tillagingum. Í løtuni húsast báðir teir gomlu stovnarnir undir lonini, sum útvarpið lat byggja. Har eru nú nýggjar vónir fyri stavn við teimum útbyggingum, sum eru í ætlan.

Havi altíð havt áhuga fyri siðsøguligum evnum og samrøðum við fólk um teirra umhvørvi. Hetta er jú dokumentasjón. Aftraði meg leingi at leggja á hendan bógvin, vildi bíða til eg bleiv eldri, kanska tí, at tann gamli bureaujournalisturin av Ritzau ikki fornoktaði seg. Men seinastu árini havi eg havt mikið fragd av at gera sendingar sum Meg minnist saman við nógvum góðum kvinnum og monnum.

Tey eru ein ótømandi kelda, sum altíð hava sett sín dám á útvarpsskránna og rúgva væl upp í Savnsgullinum, sum nú endiliga verður fingið væl og virðiliga til høldar í nýggjari tøkni í kjallaranum í Sortudíki.

Gott nýggjár – og takk fyri tey farnu!

(A facebook 31/12-2014)

< Býarbókasavnið nógv longri opið | Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi >