29.12.2014
| Evni: Býráðið
|
Kaldbaks Dartfelag í nýggj høli
|
![]() Jógvan Arge, varaborgarstjóri, og Ingi á Smið, formaður í Kaldbaks Dartfelag Um vikuskiftið hevur Kaldbaks Dartfelag tikið nýggj høli í brúk í húsunum, sum fyrr vóru fiskahús á Skriðubakka. Í fleiri mánaðir hava limir í felagnum og onnur áhugað innrættað ein part av húsunum, og har eru nú góðir møguleikar at spæla dart og annars at stytta sær stundir. Formaðurin í felagnum Ingi á Smið nevndi á móttøku, at dart nú í nøkur ár hevur verið spælt í einum kjallara í býlinginum Inni á Fløtum, og áhugin hevur verið so mikið stórur, at hildið varð rættast at útvega felagnum egin hølir. Tað er gjørt við sjálvbodnum arbeiði og einum ávísum stuðli frá Tórshavnar kommunu, segði Ingi á Smið, sum eisini legði dent á, at umráðandi er, at kaldbaksfólk tekna seg sum limir í felagnum, so tí verður gott lív lagað.
Imponerandi, so væl teir raka - Eg haldi, at hetta er eitt gott átak fyri eina bygd sum hesa. Hetta nørir um trivnaðin hjá teimum, sum hava áhuga fyri hesum spæli, og hetta er eitt tilboð, sum skuldi havt møguleikar at trivist í umstøðunum, sum her eru. - Býráðið hevur hildið tað vera rímuligt at hjálpa til at fáa felagnum góðar umstøður, men fyrst og fremst er tað eldálunum her í bygdini fyri at takka, at felagið nú rættiliga kann fara til verka. Tað er eisini soleiðis tað skal vera. - Havi eina ferð fyrr í ár verið við til at lata upp nýggj høli hjá Havnar Dartfelag. Har eru nú góðar umstøður og øll líkindi til framburð. Tá var eisini ein dartspælari komin helt úr Noreg at luttaka í kappingini. Heilt fremmandur var hann ikki, tí tað var útisetin Eiler Egholm úr Havn. - Hann stendur seg væl í dartkappingum millum pensjónistar í Noregi og vit síggja javnan, at hann vinnur kappingar og steyp. Ja, ein tann tryggasta hondin í dart har á leiðini, sum hann býr. Hann stóð seg eisini væl sum gestur í kappingini í Havn. - Síggi javnan dart í sjónvarpinum. Tað er imponerandi, so væl teir raka røttu puntarnar. Kanska er tað nakað fábroytt, at teir fyri tað mesta raka tey somu feltini, men her ræður jú at fáa sum mest av stigum. Men tá fá stig eru eftir at vinna, duga teir eisini væl at raka aðrastaðni á skivuni, so pengarnir passa og teir vinna umfarið. - Ivist ikki í, at fleiri góðir dartspælarar fara at koma burtur úr hesum nýggja átaki og tað er fínt, at tit nýta teir møguleikar, sum eru fyri innivisti í bygdini. Ongin grund til, at rúm standa tóm og ónýtt. - Til lukku við felagnum og nýggju hølunum. Vit vænta, at hoyra um mong góð úrslit hjá Kaldbaks Dartfelag í komandi tíðum, segði Jógvan Arge at enda.
---
|
|