28.09.2014 | Evni: Býráðið
Tónleikastaðið í mentanargøtuni
Skriva út | Send | Aftur
Mikudagin rennur upp hátíðarløtan, tá spælistaðið Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn letur upp. Nú húsið stendur liðugt, er tað vorðið eitt spennandi tónleikastað, sum er gjørt av einslistum í einum næstan 200 ára gomlum pakkhúsi í miðbýnum.

Tað er upprunaliga bygt í 1830 sum pakkhús hjá einahandlinum á eini grund, sum síðst í 1700 talinum hýsti einari langari goymslulon hjá Niels Ryberg. Konsulin Hansen í Tinganesi átti pakkhúsið um aldarskiftið 1900. Seinni átti Meiaríið húsið og brúkti tað til alt møguligt.

Har vóru bæði íbúðir, dampvaskarí og reinsarí. So at siga øll havnarfólk høvdu í mansaldrar sína gongd har. Tá kommunan hevði yvirtikið bygningin, høvdu ymisk áhugafeløg og lærugreinir í kvøldskúlanum innivist har.

Byrjaði um aldarskiftið

Tá uppskotið um at skipa Tórsgøtu sum mentanargøtu kom fram í einum mentanatáliti um aldarskiftið, var tað mestsum sjálvsagt at hugsa Reinsaríið til slík endamál burturav. Hugskotini vóru nógv, og í 2005 setti tann nýggja samgongan hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum sjøtul á at hampa húsið.

Húsið varð klætt av nýggjum uttan, nýggj vindeygu vórðu sett í, og húsið fekk ta útsjónd, sum tað hevur í dag. Hetta stóra hús var sjúnkað ikki sørt av bleyta undirlendinum, og ryggásin var sum ein bogi á at líta. Skuldi skil fáast á, mátti húsið spennast uppaftur. Tað var gjørt við sterkum donkraftum samstundis sum gólvið varð tryggjað.

Nú lá fyri at gera nakrar royndir við Reinsarínum sum tónleikastað, dansistað og samkomuhøli undir primitivum umstøðum.Tað riggaði bara væl. Summi hildu hetta vera nóg gott, men tað hildu vit ikki í býráðnum. Tí varð roynt at koma til sættis um, hvat kommunan í roynd og veru vildi við húsinum. Nakað leingi varð tøvt í eini hugmynd um, at húsið skuldi tæna nógvum ymiskum endamálum.

Góð ráð frá Mentón

Gongd fekst sum fráleið á eina ætlan um at fremja innrættingina í trimum stigum, eitt stig fyri hvørja hædd. Farið varð undir at leggja tað til rættis og tekna hæddirnar innan. So lágt vísti seg at vera millum loft og gólv í tveimum teimum niðastu hæddunum, at tað hóskaði ikki nóg væl til samkomurúm og tónleikahøll.

Endaliga gjøgnumbrotinum hugsi eg, at tónleikafelagið Mentón kom við. Felagið hevur alla tíðina sýnt stóran áhuga fyri verkætlanini. Ein dagin hevði felagið aftur biðið um fund við umboð fyri mentamálanevndina.

Rógvi á Rógvu hevði við sær eitt uppskot frá Mentón um at lata upp millum niðastu og næstniðastu hædd at sleppa burtur úr tveimum trongum hæddum, sum góvu lítla meining sum alment tónleikahøli, og samansjóða hesar báðar hæddirnar. Tað var skjótt at síggja, at hetta fór at verða mikið rúmsáttari og nógv betri bæði fyri áhoyrarar og tónleik.

Uppskotið vísti seg at fáa undirtøku millum býárðslimir. Arkitekturin helt hetta eisini vera ein funnan fress og hevur síðani evnað hølini til út frá hesum tonkum og teimum umstøðum, sum annars vóru í húsinum.

Akustikkur og handverk

Eins og býráðslimir legði Mentón stóran dent á tey akustisku viðurskiftini. Hesum tók býráðið undir við, og tað hevur eisini ásannað, at eitt spælistað av hesum slag má eiga neyðugan tekniskan útbúnað sjálvt, sum altíð er tøkur hjá brúkarum, sum bjóða seg fram.

Arkitektavirkið Kontrast hevur teknað. Tey hava royndirnar at laga gomul hús til nýggjar nýtslur. Ljóðfrøðingurin Johs. Steingrund hevur ráðgivið í akustiskum spurningum. Húsavarðatænastan hevur staðið fyri meginpartinum av innandura arbeiðnum seinasta umfarið, og onnur feløg og einstaklingar hava verið meir og minni uppi í øll hesi árini.

Við teirri góðu ráðgeving og tí góða handverki, sum framd eru á Reinsarínum, er lítil ivi um, at høvuðsstaðurin nú fær eitt spælistað til tónleik, sum við umhvørvi, innrætting og virkismøguleikum stendur mát við tað besta.

Allar fortreytir skuldu sostatt verið fyri, at hetta fer at taka seg væl upp og verður enn ein møguleiki at menna føroyska tónleikalívið. Loyvi mær at ynskja øllum tónleikarum og tónleikahugaðum góða eydnu við virkseminum og gott samstarv við Reinsaríið.

Jógvan Arge

---

< Løgmaður: Óhefta nevnd um kommunulønir | Andreas á tyrluveingjum >