20.09.2014
| Evni: Býráðið
|
Stórsigur til andstøðuna
|
Tað er søtur biti hjá Tjólveldinum í Tórshavnar býráð, at býráðsmeirilutin nú hevur vent frá sínum egna uppskoti um ikki at hita Sjóvinnuhúsið á vestaru bryggju við sjóhita.
Hetta er tað, sum Tjóðveldi skeyt upp í broytingaruppskoti á býráðsfundin 14. august, men uppskotið varð felt við átta atkvøðum úr meirilutanum. Fyri vóru allar tjóðveldisatkvøðurnar og tvær javnaðaratkvøður. Tað vóru ikki hissini skolur, ið tjóðveldisumboðini fingu í orðaskiftinum frá meirilutamonnum fyri sína støðu í málinum, men viðgerðin hevði tó við sær, at meirilutin kendi seg noyddan at taka time out. Tey komu aftur við einum uppskoti, sum útsetti avgerðina um at gera húsið út við oljufýring, og mælt varð til gera nýggjar kanningar í málinum við atliti at endaligari loysn. Hendan loysn kom undan kavi á vinnunevndarfundi í hósmorgunin. Hon samsvaraði nett við tað, sum Tjóðveldi hevði í fikkuni til fundin. Hóskvøldiðvarð uppskoti um at hita tað stóra Sjóvinnuhúsið á vestari bryggju upp við sjóarhita og fíggja meirkostnaðin við sparingum. Gongdin í hesum málinum vísir skilliga, hvussu stóran týdning tað hevur, at Tórshavnar býráð hevur eina andstøðu. Uttan andstøðuna hevði býráðið samtykt at Sjóvinnuhúsið skuldi kola Olja upp fyri at hita teir 7000 fermetrarnar. --- Jógvan Arge
|
|