20.09.2014 | Evni: Býráðið
Tey sæta sær á Vaglinum
Skriva út | Send | Aftur
Kommunukassin í Havn má tola mangt og hvat. Nú skal hann gjalda borgarstjóranum 60.000 krónur aftrat í skattafríum borðfæi. Borðfæ verður vanliga roknað at vera til at sýna blíðskap embætisins vegna, men í býráðnum kom í hóskvøldið skilliga til sjóndar, at í hesum førinum er eisini talan um eina regulera lønarhækkan, tí borgarstjórin skal hava so nógv um at vera.

Eg havi onki ímóti, at borgarstjóralønin verður hækkað, men uppskotinum ”Endurskoðan av lønarlag”, ið mælti til at hækka borðfæið úr góðum 28.000 krónum um árið upp í 85.000 krónur árliga, ivaðist eg stórliga í.

Sum eg skilti á fíggjarnevndarfundinum seinasta mikudag, fyrilá ongin góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum um, at borðfæið kundi gerast ájavnt við tað hjá løgmanni í staðin fyri hjá landsstýrismonnum sum higartil.

Sum eg havi fingið upplýst bæði fyrr og nú, hevur borðfæið hjá borgarstjóranum verið ásett og góðkent av Fíggjarmálaráðnum at samsvara við borðfæið hjá landsstýrismonnum. Málið var fyri í fíggjarnevndini uttan nakað tilmæli frá umsitingini hjá Tórshavnar býráð. Meirilutin í nevndini samtykti uppskotið, meðan eg ikki tók undir.

Í kommunulógini finst ein regla um íhaldsrætt hjá minnilutum. Hon sigur, at ein og hvør býráðslimur kann krevja eitt og hvørt mál, sum hevur verið til nevndarviðgerð, fyri býráðið. Virknaðurin av hesum íhaldsrætti er, at ein nevndarsamtykt kann ikki setast í verk, fyrrenn hon er roynd í sjálvum býráðnum. Hendan íhaldsrættin brúkti eg, tí eg ivaðist í, um heimild var til at gera hesa stóru broyting í samsýningarviðurskiftunum.

Borðfæið takast av

Vert er at leggja til merkis í sambandi við málið, at landið hevur havt eina nevnd sitandi at endurskoða lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum, sum lønarviðurskiftini hjá borgarstjórum verða sammett við. Har verður skotið upp, at lønartalvan hjá tænastumonnum landsins framvegis skal vera støði undir lønarsamsýningini fyri landsstýrisfólk.

Somuleiðis verður skotið upp, at lønarsamsýningarnar verða broyttar soleiðis, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Skotnar verða upp ymsar broytingar í serskipanum hjá landsstýrisfólkum, eitt nú at skipanin við borðfæi verður tikin av, og at útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá aðalráðunum.

Nevndin hevur eina lýsing av hugtakinum borðfæ. Landsstýrisfólk fáa í dag borðfæ, sum er ein skattafrí veiting, ið verður útgoldin mánaðarliga saman við lønarsamsýningini. Nevndin sigur, at hugtakið borðfæ merkir ”peningur, ið fólk fáa embætis síns vegna at sýna blíðskap fyri.” Talan er sostatt um eina veiting, sum landsstýrisfólk fáa at sýna blíðskap fyri embætisins vegna - og ikki persónliga løn.

Gjøld uttan skjalprógv

Trupulleikin við verandi skipan er eftir nevndarinnar tykki, at tað samsvarar ikki við krøvini til almennu fyrisitingina annars, at peningur verður útgoldin uttan krav um, at skjalprógvað verður, hvat upphæddin verður brúkt til.

Onki borðfæ verður útgoldið í teimum Norðurlondum, sum nevndin hevur samanborið við. Har er mest vanligt, at umsitingin ber útreiðslurnar til umboðan. Nevndin mælir tí til at taka borðfæið av og lata umsitingina bera útreiðslurnar av umboðan.

Til tess ikki at gera nøkrum óneyðugan órætt skeyt eg á býráðsfundinum í kvøld upp, at býráðið vísti málið um borðfæ til borgarstjóran til umsitingina hjá Tórshavnar býráð at gera greitt, hvørjar heimildir býráðið hevur á økinum, og leggja frágreiðingina fyri býráðið sum skjótast.

Hetta fekk bert tríggjar atkvøður frá Tjóðveldi og fall. Í staðin samtykti meirilutin uppskotið, sum kom rekandi inn á borðið hjá fíggjarnevndini uttan avsendara.

Bland millum borðfæ og løn

Próvgrundirnar hjá meirilutamonnunum fyri at hækka borðfæið vóru ymsar. Tær snúðu seg um, at umboðanin er so nógv vaksin, og at borgarstjórin hevur tørv á meiri samsýning fyri stóra arbeiðsbyrði. Móti hesum varð ført fram, at borðfæið er einans ætlað at sýna blíðskap við og ikki til at hækka lønina við.

Meirilutamenn runnu runt við ymsum pappírum, sum onkur hevði fingið til vega. Eitt var frá einum fulltrúa í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum hevði tosað við ein fulltrúa á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og í einum telefonnotati frá hesi samrøðu upplýsti, at lønardeildin tekur ikki dagar ímillum, um borgarstjórar fáa borðfæ sum landsstýrismenn ella sum løgmenn!

Hví Tórshavnar kommuna biður Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í samstarvi við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum greiða málið fyri seg, er ikki gott at vita. Ið hvussu er er borgarstjórin í Havn formaður í felagnum og eisini tíðum gestur í Fíggjarmálaráðnum í lønarmálum.

Tað eydnaðist borgarstjóranum at fáa ta stóru hækkingina í borðfænum samtykta við atkvøðum frá sínum handgingnu í býráðnum. Sig so, at tey ikki duga at sæta sær á Vaglinum!

Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

< Dansurin um SEV-kálvin | Stórsigur til andstøðuna >