15.08.2014 | Evni: Býráðið
Dansurin um SEV-kálvin
Skriva út | Send | Aftur
Skerda samgongan í Tórshavnar býráð mundi smalkað upp aftur meir longu á skipanarfundinum í gjárkvøldið, tá býráðið skuldi velja sínar føstu nevndir og sítt umboð í SEV-nevndina fyri árini 2015-16. Sperðil kom í SEV-valið.

Fólkafloksmaðurin Bogi Andreasen situr í SEV-nevndini sum er. Upprunaliga ætlanin var, at Marin Katrina Frýdal skuldi taka yvir tey bæði seinnu árini av valskeiðnum, men hesar fortreytir broyttust, tá Tjóðveldi fór úr breiða samstarvinum í andstøðu fyrr í summar.

Bogi Andreasen var skjótur út í miðlarnar at boða frá, at hann helt tað vera púra nattúrligt, at hann og fólkaflokkurin varðveittu sessin í SEV eisini komandi tvey árini.

Samgongan hittist fyri býráðsfundin í gjárkvøldið at fáa valið frá hondini, men nú fekk pípan heilt annað ljóð. Royndasta javnaðarkvinnan í býráðnum, Elin Lindenskov, sum mangan hevur gjørt vart við seg í orku- og umhvørvismálum, setti fram ófrávíkiligt krav um, at javnaðarflokkurin mannaði sessin seinnu helvt av valskeiðnum.

Hetta elvdi til drúgvar tingingar í samgonguni. So drúgvar, at býráðsfundurin, sum skuldi byrja kl. 17.00, ikki byrjaði fyrrenn kl. 19.00. Tá boðaði borgarstjórin frá, at valið av limi í SEV-nevndina varð tikið av dagsskrá.

Lítil dramatikkur var í sjálvari fráboðanini, men aftanfyri lá ein harður dystur, sum hótti við at skerja samgonguna upp aftur meir. Tað ljóðar, at Elin hevði hug at taka seg burturúr, fekk hon ikki sítt krav eftirlíkað, og hinumegin sat fólkaflokkurin og var til reiðar at fara úr, fekk Bogi ikki sessin.

Hart stóð móti hørðum, og býráðsfundurin dróg bara meir og meir út. Nátturðin, sum borgarstjórin vanliga bjóðar eftir býráðsfund, var komin á borðið, og býráðslimir vórðu bodnir til borðs at eta hønu longu áðrenn fundurin varð settur. Snýðini reyð, smílini fá og knyklar í brúm.

Einhvør loysn tóktist kortini í ljósmála. Hon vísti seg ikki at vera annað enn, at trýstið varð tikið av ballónini eina løtu og spurningurin um SEV-sessin skotin út eins og í katapulti.

Við hesum sálamonsstigi kom ikki til endaligar skarpskeringar á hesum sinni, og friður fekst eina løtu. Men dansurin um SEV-kálvin er kortini ikki liðugur, tí valið má avgreiðast fyrr ella seinni.

SEV-sessurin er altíð ein týðandi telving í kommunum, hóast hann so at siga onki hevur við dagligt býráðsarbeiði at gera. Men hann er áhugaverdur, eins og hann er millum allarbest samsýntu nevndarsessir hjá kommunustýrislimum.

Tíðin fer at vísa, hvør fær bitan hesaferð – fólkaflokkurin, sum er hjáflokkur hjá javnaðarflokkinum, ið einsamallur hevur meiriluta í býráðnum, ella javnaðarflokkurin.

Jógvan Arge, býráðslimur í Havn ---

< Ólavsøkuballónin sum lekur | Tey sæta sær á Vaglinum >