09.06.2014 | Evni: Býráðið
Brúgvin um Sandá í ljósmála
Skriva út | Send | Aftur
Tórshavnar kommuna hevur í dag, fríggjadagin 6. juni, bjóðað út arbeiðið at gera brúnna um Sandá.

Býráðið samtykti at bjóða arbeiðið út í innbodnari útbjóðing. Tríggjar fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð. Allar góvu tilboð uppá arbeiðið. Tilboðini eru hesi:

If you wanna buy Swiss top super clone watches UK, you cannot miss this website.

Articon: kr. 74.483.480 J & K. Petersen: kr. 59.802.746 TG-Verk: kr. 83.457.355

Metingin frá ráðgevunum: kr. 61.864.363

Upphæddirnar eru uttan mvg.

Umsitingin fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer málið víðari til politiska viðgerð.

Arbeiðið at gera brúnna byrjar seinni í summar. Ætlanin er, at hon skal standa liðug til ólavssøku næsta ár.

Brúgvin verður snøgg, einføld og skal verða eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og áin eru vøkur frá náttúrunnar hond.

Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug.

Tørvur hevur leingi verið á hesi brúgv, men tað hevur tikið langa tíð at leggja hana tilrættis. Tekningarnar hava verið fleiri og ein útbjóðing hevur eisini verið fyrr, sum var strikað.

---

< Musikkskúli í útlegd | Tjóðveldi úr breiða samstarvinum >