26.04.2014
| Evni: Røður
|
Flaggsøgan um Merkið
|
Jógvan Arge: Fyrilestur á fundi í Norrøna Ungmannafelag Føroya 25. apríl 2014.
Eg takki fyri áheitanina frá Norrøna Ungmannafelag Føroya at siga nakað um okkara flaggsøgu á sjálvum flaggdegnum. Tað geri eg fegin, og grundarlagið fyri hesum orðum verða bøkurnar hjá Niels Juel Arge um Merkið.
The best quality breitling replica watches US on sale feature fashion styles and high quality. Eg kann siga, at partar av flaggsøguni hava mestsum verið barnalærdómur hjá mær, tí pápi mín var sum ungur studentur í Havn virkin luttakari í teimum fundunum og kravgongunum, sum í apríl 1940 vóru í havnargøtum til frama fyri Merkið. Hann plagdi at siga okkum frá hesum hendingum og var ikki bleikur fyri at viðganga, at hann skulkaði minst tríggjar dagar í studentaskúlanum fyri at vera við í leikinum. Hann skrivaði sína egnu dagbók um hendingarnar og upplivingarnar, og dagbókin frá hesum álvarsomu døgum vóru uppistøðan til tað, sum hann gjørdi til fyrilestrar í útvarpinum í 1965 og upp aftur seinni útbygdi í Flaggsøguni Merkið, sum hann gav út í 1980. Tá hann seinni í áttatiárunum skrivaði bøkurnar um Stríðsárini 1940-45, hevði hann eisini atgongd til bæði loynigerðabøkur løgtingsins, skjalagoymslu amtmansins og bretsku skjalasøvnini frá hersetingini. Tað, sum har kom undan kavi, var partur av søguni um Merkið. Í 2005 setti eg mær fyri at seta tær nýggjaru upplýsingarnar um viðgerðina av flaggmálinum inn í bókina Merkið, so alt var á einum stað. Søgan varð nú eisini skrivað fram til okkara dagar. Av góðum grundum havi eg altíð hildið, at føroyska flaggsøgan er ein spennandi og hugtakandi søga. Hon byrjar beint eftir fyrra heimsbardaga. Studentarnir Janus Øssursson og Jens Oliver Lisberg komu nógv saman við íslendskum studentum í Keypmannahavn og vóru sera hugtiknir av teirra fosturlandsalski og sjálvbjargnisanda. Janus og Jens Oliver vóru eitt nú við til íslendsku veitsluna fyri sjálvsstýrinum, sum kom í gildi 1. desember 1918. Teir høvdu eisini merkt sær, at íslendingar høvdu fingið sítt krossmerki viðurkent longu í 1913. Janus Øssursson tók til, at vit flaggaðu við einum merki, sum ikki var føroyskt, tá ið vit annaðhvørt skuldu boða frá sorg ella gleði, og nú settu teir sær fyri at gera uppskot til eitt rættiligt føroyskt flagg í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini, sum higartil høvdu verið nýtt. Um hetta mundið vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn eisini sera eldhugaðir fyri teimum tonkum, sum amerikanski forsetin Woodrow Wilson bar fram um at skipa eitt fólkasamband. Í tí skuldu allar tjóðir eiga sess og allar tjóðir skuldu hava frælsi til at avgera síni egnu viðurskifti. Studentafelagið sendi tí í 1919 bræv til Føroya løgting við áheitan um at krevja av ríkisstýrinum, at nýggja grundlógin, sum var undir fyrireiking, varð broytt soleiðis, at lóggávuvald fyri Føroya løgting kundi vera ásett við lóg, uttan at grundlógin harvið skuldi broytast. Hetta kom fyri á tingi, og løgtingið samtykti við 12 atkvøðum fyri og 10 ímóti at mæla ríkisstýrinum til, at nýggj grundlóg skuldi siga, at ríkisdagsins myndugleiki í serligum føroyskum viðurskiftum við lóg kundi leggjast til Føroya løgting. Meir spurdist ikki burtur úr hesum tá. Men Merkið gjørdist veruleiki. Studentarnir tingaðu seg fram til, at tað skuldi vera eitt krossmerki eins og hini norðurlendsku fløggini við hvítum dúki, reyðum og bláum krossi. Eitt borðflagg varð gjørt eftir uppskotinum at meta um verkið, og síðani varð farið á eitt flaggvirki at gera fleiri borðfløgg. Tey vórðu borin fram fyri føroyingum á føstulávintsveitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn 2. mars í 1919, og 11. mars varð flaggið einmælt góðkent í Studentafelagnum. Nú útvegaðu studentarnir sær eitt stórt flagg. Teir fóru inn á Garð, ella Regensen, har studentar búðu, og stungu flaggið út av einum vindeyga. Har veitraði Merkið fyrstu ferð undir víðum lofti, og íslendingar niðri í garðinum heilsaðu tí við lógvabrestum. Føroyingar í Danmark høvdu beinanvegin flaggið við sær til útferðir. 2. juni 1919 gjørdi Føroyingafelag útferð til Normansdalin í Fredensborg. Okkurt um 100 føroyingar vóru við. Ein søga vil vera við, at Johan Hofgaard, arkitekturin á Tvøroyri, var flaggberi, men honum dámdi ikki at bera Merkið framvið kongliga slottinum í Fredensborg, og tí tók skipasmiðjulærlingurin Kjartan Mohr yvir sum merkismaður og bar tað ígjøgnum hendan skerseldin. Jens Oliver var sálin í studentalívinum í Keypmannahavn. Hann var tann kveikjandi og eggjandi. Hann tók til, at ”skulu føroyingar eina ferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki”. Summarið 1919 fór hann heim til Føroya og hevði merkið við sær. Hann vant tað á stong í heimbygdini Fámjin, og har veitraði tað fyrstu ferð í Føroyum. Hetta var 22. juni 1919. Flaggið, sum hann hevði við sær, hongur í dag í rammu í kirkjuni í Fámjin. Beinanvegin varð farið at yrkja um tað nýggja flaggið. Gunnar Dahl Olsen úr Vági, seinni sýslumaður í Vestmanna, var fyrstur: Reytt sum blóð og fannahvítt og blátt sum havsins bylgja verð heilsað Føroya flaggi frítt, sum føroyingum skal fylgja. Frá vøggu og til svørtu grøv – yvir lond og yvir høv. --- Í Føroyum var tað eisini ungdómurin, sum gekk á odda fyri føroyskum flaggi. Í 1920 varð eitt ungmannafelag stovnað í Havn, og limirnir vóru so eldhugaðir fyri føroyskum flaggi, at teir valdu at kalla felagið Merkið. Ferlagið gjørdi skjótt útferð til Nólsoyar við merkinum í húnar hátt, og tá tey komu á Nólsoyarvík sóust tvey prúð merki hanga í spírum har, sum tey søgdu tá. Onki annað flagg var at síggja í bygdini. Tá ungfólkini komu aftur á Kongabrúnna, stóð mannfjøld fyri teimum, teirra millum fútin, men hann læt ikki við seg koma. Símun í Tunghúsinum í Klaksvík var so bergtikin av ungfólkunum og Merkinum, at hann gav formanninum og guðssoninum Jákupi av Skarði eitt gullur, sum dagurin síðani varð graveraður í. Jens Hansen í Nólsoy og onnur fingu seymað sær fløgg. Jens goymdi sítt í Nólsoy, men tað lá ikki í eini skuffu øll hesi árini. Tvørturímóti varð tað nýtt til øll brúdleyp og allar veitslur har í bygdini. Tað var sum fráleið nakað gjøgnumgatað av seymum, sum tað varð fest upp á veggin við. Nú er nakað síðani tað varð tikin fram, men tað verður goymt sum dýrgripur. Á fundi í Merkinum var sangurin ”Kvæðið merkisins” eftir Hans Andrias Djurhuus sungin fyrstu ferð. Hann varðå yrktur í 1920. Tey bæði Bergljót og Jóannes av Skarði høvdu roynt at lært seg lagið til fundin: Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veitrar á báru, fjalli, bergi og ong syngur tjóðin tær glaðasta song. Um enn nær ella fjart – ert tú sál míni kært – sum tú fedrunum vart – sum tú sóleyga bart – gjøgnum náttmyrkrið svart blátt sum loftið, sum brimbrotið skært. --- Tann fyrsti, sum kom í fútans hendur orsakað av flagginum, var ein ungur bóndasonur í Skúgvi, Jóhan Hentze. Frá systir síni í Keypmannahavn hevði hann fingið eitt eintak av studentaflagginum, og við báti sínum ”Sigmundi” kom hann við flagginum afturi í rong inn eftir Havnarvág á Ólavsøku 1920. Hetta høvdu fólk ikki sæð fyrr, og hetta var samrøðuevnið alla hesa ólavsøkuna. Men hetta hugaði ikki yvirvaldinum, og faðir Jóhan varð álagt eina bót, men hin gamli svaraði, at teir kundu seta seg í skansan – bót rindaði hann onga. Uppi á landi vóru viðhvørt føroysk fløgg at síggja, eitt nú á Føroya fólkaháskúla, hjá Pól í Geil og Nyholm Debes. Á sjónum var flaggið meira sjáldsamt, men tað var tosað um tað, tá tað sást. Niels Mørk í Sandvík hevði tað á stong, tá ið hann í oktober 1922 við motorbátinum ”Torgrími” fór suður á Tvøroyri eftir brúður. Hetta mundi vera fyrsta ferðin eitt deksfar hevði føroyskt flagg. Arbeiðið hjá Ungmannafelagnum Merkinum bar skjótt ávøkst. Menn fóru at hava flaggið uppi á fólkafundum saman við veðraflagginum og tjaldursflagginum, men tað liðu bert fá á, so var studentaflaggið einsamalt. Fyrstu ferð var í Kollafjarðardali annan hvítusunnudag 1925. Merkið breiddi seg síðani bygd úr bygd, fyrst eitt og eitt, men so fóru tey at fjølgast. Basarar eitt nú til frama fyri kirkjur í kirkjuleysum bygdum vóru ikki so fáir, og teir vóru at rokna sum størstu fólkafundir. Fólk komu úr øllum ættum. Vertsbygdin hevði latið seg í fínasta skrúð, og sjálvandi hekk danska flaggið uppi undir toppinum, men her var tað avrøkt longu í 1926, tá Gjáar bygd læt Merkið veittra í summarlotinum, meðan gestirnir gingu hús úr húsi. --- Fyrsti skipari og reiðari, sum flaggaði við føroyska flagginum á skipi sínum, var helst vestmenningurin Óla Jákup Kristoffersen í Skálum. Tá nýkeypta skip hansara ”Neptun” kom yvir á Eysturlandið í 1923, sást hon liggja undir Langanesi við føroyska flagginum veitrandi í lotinum. Tá ”Neptun” kom á Havnina í 1924 fekk Óla Jákup boð um at møta á fútaskrivstovuni. Hann varð ákærdur fyri at hava siglt undir føroyskum flaggi og fekk 20 krónur í bót. Fyrstu ferð skip sást á Havnini við Merkinum uppi var mariumessudag í 1926. Tað var eisini ”Neptun” og skiparin varð meldaður. Tá kongur var á vitjan hetta sama árið, kom ”Neptun” á Havnina við Merkinum á mesanmastrini, meðan kongaskipið og fleiri herskip lógu á vánni við Danabrók í húnarhátt. Eini trý onnur skip gjørdu tað sama. Serliga eftir 1930 sigldu nógvir skiparar bara við føroyska flagginum, hóast teir vóru hóttir við ikki at fáa lán frá statinum og heldur onki grønlandsloyvi. Í Grønlandi fór sjóverjuskipið ”Másin” eftir skonnartini ”Polo”, tí føroyska flaggið var uppi. Skiparin Símun hjá Póli úr Svínoy var ikki tann maður, sum læt nakran siga sær, hvat hann skuldi gera. Setti í gongd og helt undan, men motorurin munaði ikki nógv. Tað styttist millum skipini, men tá ”Polo” hevði fingið seglini fyri, var tað skjótt, at ”Másin” hvarv afturút. Símun var tí ikki vælsæddur hjá amtmanninum. Í 1931 kom hann á Havnina við føroyskum flaggi á mesanmastrini og fór niðan til amtmannin at fáa sær grønlandsloyvi. Amtmaðurin koyrdi hann tómhentan á dyr. Men Jógvan Zachariassen, sum var amtslækni í Havn og átti triðingin í ”Polo”, legði uppí, og tá var amtmaðurin tann minni maðurin. Nógv onnur mál um sigling undir Merkinum vórðu meldað. Tað hendi seg meir enn so, at skip ikki fingu grønlandsloyvi, tí tey høvdu flaggað við Merkinum. Stríð vóru eisini um at brúka flaggið við ymisk almenn høvi uppi á landi. Hendingaríkasta árið í so máta var 1930. Tá var Merkið strikað á 1000-ára hátíðini á Tingvøllum í Íslandi eftir kravi frá danska forsætisráðharranum, og á 900 ára minnishaldinum fyri Ólavi kongi Halga á ólavsøku varð danska flaggið skorið niður á tinghúsinum og Merkið hongt út av einum loftsvindeyga. Edward Mitens umboðaði Føroya Løgting á 1000 ára hátíðini í Íslandi. Tá hann kom til Reykjavíkar, varð hann spurdur, hvørjum flaggi hann vildi tala undir. Hann svaraði føroyska flagginum, og íslendingar læntu nú trý fløgg frá ”Tjaldrinum”, sum var komið yvir við fólki. Tá hann kom á Tingvøllir, hekk Merkið millum hini fløggini við Almannagjógv og Hotel Valhøll. Meðan Mitens talaði, varð føroyska Merkið drigið á stong eins og fyri hinum sendimonnunum. Um kvøldið og dagin eftir frætti hann, at danskir umboðsmenn vóru firtnir, at føroyska merkið var nýtt. Mitens segði danska sendiharranum, at flaggið bert skuldi vísa, hvør talaði, og at hetta var ongin demonstratión ella illvilji móti Danmark. Hann tosaði eisini við Stauning og helt, at hann skilti seg. Men seinni um dagin hvurvu føroysku fløggini á Tingvøllum og íslendsk fløgg vóru drigin á stong í staðin. Hetta var eftir áheitan frá dønum. Stauning segði við Politiken: ”Den så omtalte flagaffære endte jo med, at regeringen beklagede optrinet og lod det ukendte flag hejse ned. Man må stå lidt uforstående overfor, at det færøske lagtings formand har villet deltage i denne demonstration. … Episoden er reelt uden betydning. Den var i det højeste en barnlig adspredelse”. --- Í Føroyum gingu fyrireikingarnar til 900 ára haldið á ólavssøku ikki heilt soleiðis, sum uppskotsstillarin Jóannes Patursson hevði hugsað sær. Fyrireikingarnevndin hevði avgjørt, at minnisguðstænastan skuldi vera á donskum, men loyvi kundi gevast til at syngja føroyskar sálmar. Loyvi fekst ikki til at flagga við Merkinum á tinghúsinum ella Tinghúsvøllinum, men loyvi varð givið til at hanga Veðramerkið á eina skrástong á galvin á tinghúsinum. Ólavsøkuaftan var tí fólkafundur á Doktaragrund, har Jóannes Patursson varð biðin um at tala um flaggmálið. Hann tók av. Hann hevði eitt uppskot til fundarsamtykt, sum endaði við, at okkum hevur verið sárt at frætta um atburð tann, sum danir sýndu okkara flaggi á hátíðarhaldinum á Tingvøllum og Reykjavíkar kirkjugarði. Fundurin heitti á landsmenn um at flagga við føroyskum flaggi, tá teir hava flagg á stong innanfyri føroyskt mark. Fundurin heitir á Føroya løgting at fáa gjørt skil á flaggmálinum, sum Føroya fólk ynskir. Kvøldið endaði við at Páll Patursson og Guttorm Eysturoy heysaðu eitt føroyskt flagg á tinghúsið. Har hekk tað til ólavsøkumorgun. Sama kvøldið var studentakabarett í Sjónleikarhúsinum, har Hjørdis, dóttir skaldið Janus Djurhuus, sveipað í eitt flagg, sang ein sang, sum hon sjálv hevði yrkt: Føroyaflaggið unga – tað lagnu fekk vist tunga – í hesi ljótu verð. Bara tað seg vísir, tað er sum stormur gýsir – tað altíð gølu ger. Verjuskip tey koma sær í vanda – sigla sum tey eru um at stranda – Bert at skip við Føroyaflaggi danda. Men gølan størst av øllum – kom nú á Íslandsvøllum – tá Føroyaflagg upp feyk - har øði kom í Stauning – oddvita fyri javning – hann beint á Mitens reyk – mundi hann við skegg og orðum ræða – tí Mitens tók til flaggið at beklaga – tó revurin við oyra mundi kaga. Sangurin var so væl fagnaður, at studentarnir kendu á sær, at teir áttu at bera Merkið hátt ólavsøkudag í eini friðarligari kravgongu. Hetta varð avgjørt á fundi somu nátt. Dagurin bleiv dramatiskur. Tá tingmenn fóru í skrúðgongu oman i kirkjuna vóru bara 11 tingmenn við og 12 settust aftur. Tað vóru sjálvstýrismenninir og javnaðarmenninir, sum ikki vildu lýða á danska prædiku. Niels Juel skrivar í flaggsøguni, at hetta mundi vera dyggiligasta mótmæli, sum nakrantíð var sæð í Føroyum. Eftir guðstænastuna vóru tvær gongur. Løgtingsmenn gingu í skrúðgongu úr Tinganesi eftir Reynunum niðan í tinghúsið. Samstundis fór ein kravgonga til gongu av Mullersbrúgv við Vestaruvág. Á odda gingu Páll Patursson og nakrir studentar við Merkinum á eini bátamastur. Tá flaggongan kom niðan á hornið hjá Jákupi Lutzen, komu løgtingsmenninir oman við Avhaldshúsinum, og flagggongan var tí fyri løgtingsmonnunum niðaneftir Tinghúsvegnum. Vaglið og Tinghúsvegurin vóru avtakin við fólk, sum høvdu latið seg í skrúð til størstu hátíð, sum nakrantíð hevði verið í Føroyum. Tá løgtingsmenn vóru komnir at sita frammanfyri tinghúsið vendi Páll Patursson sær til løgtingsformannin um at taka danska flaggið niður og heysa tað føroyska. Formaðurin svaraði honum, at her var tingfundur, og her kundi hann ikki fáa orðið. Páll fór so inn í tinghúsið við flagginum. Hann fór til eystara loftsvindeygað, hongdi flaggið út av og rópti ”Leingi livi tað føroyska flaggið”. Amtmaðurin hoyrdist tá rópa: ”Tag den klud bort”. Uppi á loftinum sást ein politistur í vindeyganum og tók flaggið innaftur. Páll hongdi tað út aftur aðru ferð. Nú kom politiið aftur, og Páll helt einasta møguleikan vera at heysa danska flaggið niður og heysa Merkið á tinghúsið. Í hesum leikinum kvetti hann línuna og misti endan við tí úrsliti at Dannebrog fell niður á Veðramerkið niðri á galvinum. Júst í hesi løtu var Havnar Sangfelag komið til regluna: ”Sameinta fólk”. Røringurin var so stórur, at sangurin tagnaði eftir hesi bæði orð. Tingfundurin uttanfyri tinghúsið fór í upploysn og varð tikin upp aftur inni. Ólavsøkukantatan, sum Mitens og Jógvan Waagstein høvdu gjørt til hesa serligu ólavsøkuna, varð ikki sungin orsakað av ófriðinum. Nógv eftirspæl var við skriving og hørðum orðum bæði í Føroyum og Danmark. Spurningurin um at ákæra Páll fyri landasvik var uppi og vendi eins og mangt annað á tann bógvin, men Merkið varð eisini vart. Stovnað var eitt flaggfelag við Hans Andriasi Djurhuus og Andriasi Ziska á odda. Langt um leingi vóru Páll bóndi og Sakaris á Skipafelagnum ákærdir. Páll fyri ”krænkelse af en lovbefalende forsamlings forhandlinger”, ið heimilaði upp í 1 ára fongsul. Sakaris fyri ”forsøg på at forhindre anholdelse”, ið kundi geva tvey ára fongsul. Dómarin ivaðist ikki í, at báðir vóru sekir sambart ákæruritinum, men tá dómurin fall, fekk Páll 300 krónur í bót og Sakaris 100 kr. Føroyatíðindi viðmerkti speiskliga: Hetta var so hitt endaliga úrslitið av flagggøluni á ólavsøku: ”Elefanturin, ið klæktist úr fluguni”. Báðir hildu seg vera órættvíst dømdar. Føroya flaggfelag rindaði bøturnar, men tók í síni fráboðan til fíggjarmálaráðið í Keypmannahavn upp aftur nakrar viðmerkingar, sum gjørdar vóru, tá ákæran var reist: ”En nationalsag, som den færøske flagsag, vil efter vor mening ikke med ret kunne pådømmes af den danske nation. Vi finder rigsadvokatens afgørelse mærkelig og kan kun se den som et udslag af et større folks trang til undertrykkelse af et mindre folk, der hverken har soldater eller krudt. Vi protesterer, løfter vort flag og hævder vor ret”. Í tríatiárunum var javnan stríð um at flagga á tinghúsinum og Tinghúsvøllinum. Høvðsureglan var, at danska flaggið var á tinghúsinum, men stundum slapp Merkið fram at á Tinghúsvøllinum – alt eftir hvør ráddi fyri í tinginum, sambandið ella sjálvsstýrið. --- Tann avgerandi tíðin fyri viðurkenning Merkisins var seinni heimsbardagi. Nú var Danmark undir týskum ræði og Føroyar vóru hersettar av bretum. Bretar vildu ikki, at føroyingar skuldi sigla undir donskum flaggi, tí tað hersetta Danmark var í fíggindahondum, meðan tær hersettu Føroyar vóru undir bretskum valdi. Tað elvdi til eina størri kreppu beint eftir hersetingina. Skipini skuldu til fiskiskap í Grønlandi og undir Íslandi og niður til Onglands at selja. Skiparar og reiðarar aftraðu seg eisini at sigla undir donskum flaggi, sum støðan var, og torførar tingingar fóru fram um eina loysn. Kroystir vóru bæði amtmaðurin og bretski konsulin og í tinginum vóru sjónarmiðini fleiri. --- Tá tíðindini um týska álopið á Danmark og Noreg 9. apríl frættust, var miðvágstrolarin ”Nýggjaberg” við Mortani á Argjum sum skipara komin norð um Pentlandsfjørðin á veg úr Aberdeen. Teir tóku beinanvegin danska flaggið niður og heysaðu føroyska flaggið á stong. Sama kvøldið komu teir til Føroya uttan at hava rakt við nakað sum minti um krígsstøðuna. Sørvágssluppin ”Eysturoyggin” við Hans Mikkelsen úr Sørvági sum skipara fór 12. apríl av Kalksvík við ísaðum fiski til Aberdeen. Hon sigldu undir donskum flaggi og Danmark var málað á skansaklædninginum. Tá teir dagin eftir vóru 50 fjórðingar úr Orknoyggjum, steðgaði eitt bretskt vaktrarskip teimum og gav teimum boð um at sigla í lívs av landi. Bretarnir strikaðu beinanvegin tað danska flaggið og heysaðu tað føroyska. Skiparin hevði gjørt teir varugar við, at hann hevði tað umborð. Samstundis fingu teir at vita, at føroysk skip undir donskum flaggi fóru at verða tikin til bretska eftirlitshavn til kanningar, hvar tey enn vóru stødd, meðan tey, sum sigldu undir føroyskum flaggi, høvdu frítt at fara. Tá teir komu til Aberdeen, kom fólk umborð eftir føroyska flagginum, og eftir tí vórðu fløgg seymað til hini føroysku skipini, sum vóru har í havnini. Fleiri føroysk skip fóru úr Aberdeen til Føroya 18. apríl. ”Hjalmar” og ”Árnanes” komu á Havnina 20. apríl við Merkinum á stong og skansaklædninginum og Føroyar málað á skipið. Dagin eftir kom trolarin ”Tór II” á Havnina eisini við føroyskum flaggi. 25. apríl kom ”Tór I” á Havnina við føroyskum flaggi og merkingum. Í Aberdeen hevði skiparin fingið boð um, at hann slapp ikki aftur til Føroya, uttan hann førdi føroyskt ella bretskt flagg. --- Í Føroyum var ein glymurdansur av hesum og so nógvum øðrum, nú sambandið var slitnað við myndugleikarnar í Keypmannahavn. Her høvdu fólk væntað, at amtmaðurin 22. apríl fór at kunngera, at føroysk skip kundu sigla undir føroyska flagginum í staðin fyri tí danska, men í eini kunngerð frá honum í Tórshavn Radio varð einans boðað frá, at øll føroysk skip í staðin fyri Danmark skuldu hava Føroyar málað á skipssíðuna. Amtmaðurin var trekur at sleppa danska flagginum til frama fyri tí føroyska og konsulin Mason var kroystur. Hann nevndi í einum viðfangi, at kanska fór alt at enda við, at eitt heilt triðja flagg bleiv okkara siglingarflagg. Tað skuldi vera grønt við einum hvítum diagonalum krossi. Krígsnevndin hjá løgtinginum viðgjørdi eisini spurningin. Har varð at endanum meirluti fyri einum uppskoti frá Thorstein Petersen um, at føroysku skipini skuldu sigla við føroyskum flaggi. Petur Mohr Dam og Louis Zachariassen tóku undir við honum. Teir boðaðu konslinum frá, at teir hildu tað vera rættast at nýta føroyska flaggið, nú tað var neyðugt hjá føroyskum skipum at nýta føroyskt frámerki. Ógvuliga lítið, fyri ikki at siga onki, kom út til almenningin um, hvat veruliga hendi á tí politiska pallinum, og tí gjørdi fólkið sær ymsar myndir av tí, sum fór fram í flaggmálinum, uttan tó at vita nóg væl, hvat menn sótu á fundi og viðgjørdu. Tey tíðindi gingu jú í Havn hendan dagin, at krígsnevndin skuldi hava felt eitt amtmansuppskot um grønt flagg, sum í veruleikanum var eitt hugskot frá bretska konslinum. Í gøtunum ljóðaði eisini, at amtmaðurin vikaðist ikki frá sínum, tó at vit nú vita úr skjølum, at hann hevði gloppað dyrnar mótvegis hersetingarvaldinum. Nógv fólk vóru tí sera hørm um støðuna soleiðis sum tey fataðu hana. Ungmannafelagið Merkið boðaði til almennan fund á Tinghúsvøllinum hendan 24. apríl klokkan 20.30. Stór mannamúgva leitaði saman. Jóannes bóndi greiddi frá, at teir høvdu sett saman eina áheitan á amtmannin um at lata føroysku skipini sigla við Merkinum á stong og fylgja tí, sum landsnevndin segði. Klokkan 21.30 skuldi farast til amtmannin við áheitanini. Hann skuldi fáa ein hálvan tíma at umráða seg. Var svar hansara ikki vildar, skuldi ein onnur áheitan, sum eisini var sett saman frammanundan, sendast landsnevndini um beinanvegin at kalla løgtingið saman. Tá fundarfólkið atkvøddi um hesar báðar samtyktir, var bert ein atkvøða ímóti tí fyrru, meðan hin seinna var einmælt samtykt. Nú fór fundarfólkið alt til gongu oman til amtmannin við 11 føroyskum fløggum á odda og steðgaði við portrið omanfyri Quillingsgarð. Meðan bíðað varð eftir svarinum frá amtmanninum, sang mannamúgvan fosturlandssangir, og tá farið varð inn eftir svarinum, vórðu allir norðurlanda tjóðsangir sungnir. Jóannes bóndi greiddi frá, at svarið var ikki til vildar og tí varð neyðugt at flýggja landsnevndini áheitanina um at kalla tingið saman. Í svarinum síggja vit kortini, at hóast amtmaðurin helt fast um sína principiellu støðu um at føroyingar skuldu sigla undir Dannebrog, so gloppaði hann dyrnar fyri at gera sum bretsku myndugleikarnir buðu í flaggmálinum – eisini um avgerðin bleiv, at skipini skuldu sigla undir føroyska flagginum. Fundarfólkið vildi kortini, at næsti leikur um at fáa tingið saman skuldi leikast við hesi áheitan: Fundurin heitir á landsnevndina at avrika, at løgtingið kemur saman beinanvegin til fund fyri opnum hurðum viðvíkjandi føroyskum flaggi og skipamerking. Henda samtykt var einmælt viðtikin á Tinghúsvøllinum tann 24. apríl 1940 av um 7-800 fólkum. Nevndini var samstundis boðað frá, at um málið varð loyst til vildar, ynskti fundurin ikki, at tingið varð sett at viðgera flaggið og skipamerkingina. Mannamúgvan fór nú við fløggunum á odda út í Rættará til bretska konsulin Mason, har honum varð handað avrit av øllum trimum skjølunum. So varð farið heim aftur á Tinghúsvøllin, har tjóðsangurin varð sungin og eitt leingi livi rópt fyri einum fríum Føroyum. Morgunin eftir – tann 25. apríl – vóru fólk spent at frætta, hvørja lagnu áheitanin um at kalla tingið saman fekk. Nevndarfundur var í tinghúsinum klokkan 16.00 og krígsnevndin samtykti at svara, at hon hevði tikið støðu til flaggspurningin og sent bretska konslinum boðini. Svar var væntandi í kvøld, segði nevndin, og samtykti tí at bíða við at taka støðu til innkallan av løgtinginum, til svarið var komið. Almenningurin fekk framvegis onki at vita um viðgerðina og alt tóktist so óvist. Men nú vóru góð tíðindi á veg. Samtyktin í krígsnevndini, mótmælisfundurin og skrúðgongurnar høvdu vissað Mason um, at føroyingar av innstu sál ynsktu, at skipini skuldu sigla undir tí hvíta og reyðbláa krossmerkinum. Klokkan 17.00 fekk amtmaðurin bræv frá Mason um, at avgerðin var fallin, at Merkið skuldi veittra á øllum føroyskum skipum alt samdøgrið, tá tey vóru til sjós, at tey skuldu merkjast við føroyska flagginum á skipssíðunum og harumframt merkjast við FAROE, FÆRØERNE og FØROYAR. Hetta kvøldið boðaði amtmaðurin krígsnevndini til fundar klokkan 20.00, har hann greiddi frá tí, sum hent var, og at hann fór at seta samsvarandi reglur um flagg og merking av skipum í gildi beinanvegin – men tað var bretska útvarpið BBC, sum bar føroyingum tíðindini, tá ið tað var liðið út á kvøldið. BBC segði, at føroysk skip skuldu nú sigla undir føroyska flagginum og síðani var skapið og litur tess lýstur á heimsins høvuðsmálum. Í Havn og um alt landið vóru hesi tíðindi stórliga fagnað. Fólk stevndu aftur til fund á Tinghúsvøllinum. Har varð greitt frá úrslitinum og øll mannfjøldin fór síðani fagnaðargongu við fløggum á odda út í Rættará, har enski konsulin hevði tilhald. Haðani var hildið heim aftur á Tinghúsvøllin, har røður vóru hildnar og fegnast varð um flaggið og tann sigur, sum nú var vunnin. Um midnáttarleitið heitti tann 19 ára gamli studentaskúlanæmingurin á ta fróu mannfjøldina um altíð at minnast og í framtíðini virða, at 25. apríl nú var vorðin flaggdagur Føroya. Sungin var síðani sangurin ”Nú dagurin at enda er” og á sjálvum Vaglinum varð ringur sligin. Dansurin gekk so lystiliga til kl. 1 á nátt. Bretska viðurkenningin av Merkinum var sum siglingarflagg í altjóða sjógvi. Skip kundu framvegis føra danska flaggið innan fyri tríggjar fjórðingar. Men tað vísti seg at geva trupulleikar. Eitt bretskt vaktarskip steðgaði eina ferð mjólkarbátinum ”Streymi”, tí teir ivaðust í flaggføringini. Hans Andrias Djurhuus var umborð og fekk loyst knútin, men skiparin Christian Martin Rubeksen var skjótur í land at keypa skipinum eitt føroyskt flagg. Meiaríið vildi ikki rinda, so tað gjørdi Christian Martin sjálvur. --- Hóast kríggj og avbyrging við nógvum vandaleiðum, kom Merkið víða um undir krígnum. Á fyrsta sinni fóru føroysk skip heilt vestur til Amerika. Longu í 1940 fór skonnartin ”Sanna” hjá Napoleon Jacobsen á Glyvrum til New York við og eftir farmi. 12. november sigldi hon inn í Havnina í New York við føroyska flagginum afturi á hekkuni. Seinni fór skonnartin ”Mjóanes” eisini vestur um hav í somu ørindum. Hon var siglandi eitt ár har vesturi frá Barbados um New York til Ný Fundlands undir Merkinum. Christian Kruse av Eiði sigldi við einum øðrum skipi, sum kom úr Grønlandi. Teir møttu ”Mjóanesi” á New Foundlandsleiðini. Christian leitaði ”Mjóanes” upp, og á tann hátt fekk hann fart heim úr USA, tá ”Mjóanes” fór aftur til Føroya. --- Tann fyrsti flaggdagurin varð hildin 25. apríl 1941. Hann var ikki lýstur almennnur flaggdagur, men flaggað varð um alt landið og í Havn varð hildin stórur flaggfundur við røðum og hornblástri frá Havnar Hornorkestri. Aftaná gekk dansurin í kommunuskúlagarðinum, ið tá var her omanfyri ráðhúsið. Men stengurnar á tinghúsinum og Tinghúsvøllinum stóðu tómar. Eisini í 1942 varð flaggað um alt landið hendan dag, men flaggstengurnar hjá Føroya løgtingi stóðu naknar. Í Havn skipaði Merkið fyri fundi á Tinghúsvøllinum við stórari undirtøku. Skipara og Navigatørfelagnum heitti á løgtingið um eitt nú at flagga á hálvari stong á tinghúsinum nýggjársaftan. Tað varð eftirlíkað og gamlaárskvøld 1942 flaggaði løgtingið við føroyskum flaggi fyri teimum sjómonnum, sum høvdu latið lív í krígnum. 2. desember í 1943 samtyktu fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin eitt uppskot um, at flaggstongin á tinghúsinum skuldi verða niðurtikin, og at stongin á Tinghúsvøllinum einans varð nýtt, tá tingið flaggaði. Løgtingið skuldi flagga við Føroya flaggi eins og almennir føroyskir stovnar. Samtykt varð eisini at flagga á hálvari stong nýggjársaftan fyri at vísa Føroya sjólætnu synum heiður og djúpastu virðing. Føroyska flaggið fekk løggildi við heimastýrislógini í 1948, sum í grein 12 segði, at serligt føroyskt flagg verður viðurkent. Í 1949 samtykti tingið, at á hvørjum alla halganna degi 1. november skuldi flaggast á hálvari stong til minnis um sjólatnar føroyingar. Hetta árið varð eisini samtykt, at 25. apríl var flaggdagur, og boð vórðu send skúlunum um hendan dag at savna næmingarnar at greiða teimum frá flagginum og tess uppruna. Kjartan Mohr legði í 1955 fram uppskot um, at flaggdagurin skuldi vera frídagur í skúlunum. Viðgerðin endaði við, at tað varð samtykt við 16 atkvøðum. Síðani hava skúlarnir lýst flaggdagin sum frídag í skúlunum. Føroya Arbeiðarafelag strongdi á at fáa tingið at lýsa flaggdagin sum arbeiðsfrídag. Tað hevur tingið ongantíð samtykt, men feløgini á arbeiðsmarknaðinum hava fingið í sínar sáttmálar, at flaggdagurin er hálvur frídagur í øllum sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum og heilur frídagur hjá tí almenna. --- Løgtingslóg um flaggið varð samtykt í 1958. Hon var seinast til viðgerðar aftur í 1998. Tey fyrstu árini var tað eitt sindur ymiskt, hvørjir serliga teir bláu litirnir í flagginum vóru, ljósari ella myrkari. Upprunaliga stóð í lógini, at krossurin var fagurreyður og azurbláur. Nú varð staðfest eftir altjóða litskipanini, hvørjir teirr røttu flagglitirnir eru við bæði bókstavi og nummari frá The Flag Institute í Chester í Bretlandi. Eilif Samuelsen úr sambandsflokkinum legði upprunaliga málið fram, men av tí, at landsstýrið skifti, legði Høgni Hoydal úr Tjóðveldi tað fram aftur, og eftir nevndarviðgerðina varð tað einmælt samtykt á Føroya løgtingi. Seinasta stigið er, at nú stendur Merkið eisini inni í sjálvum løgtingssalinum. Í Føroyum má sigast, at komið er á mál við stríðnum fyri flagginum, sum studentarnir byrjaðu í 1919, men tað knípur framvegis at fáa loyvi til at brúka Merkið í altjóða høpi. Føroyska ítróttarørslan hevur verið eina fremst í slíkari umboðan, men eisini har hanga lepar við. Tá føroysk ítróttafólk eru til olympiskar leikir, kunna tey framvegis ikki luttaka undir Merkinum, hóast sersamband teirra í ÍSF er altjóða viðurkent. Men tað er ein onnur søga. --- Kanska skal eg enda við einum broti úr útisetablaðnum ”Búgvanum” um, tá ið sluppin ”Bjørgvin” sum fyrsta føroyska skip kom til Keypmannahavnar eftir kríggið. ”Fríggjadagurin 8. juni 1945 var søguligur hjá okkum keypmannahavnar-føroyingum. Tá var flagg okkara á fyrsta sinni sýnt í Danmørk, og hetta sóu vit. ”Bjørgvin” hendan gamla sluppin, hon hevur mangt ælið køvt. Alt kríggið hevur hon baksast millum Føroya, Íslands og Skotlands við Føroya merki á mastur. Tá hon legði at norðaru tollbúð var slætt undir fjølini. Bryggjan var full av føroyskum kvinnum og monnum, sum høvdu ligið føst í Danmark í fimm ár. Hvat skuldu vit annað gera, tá vit sóu hetta heimakenda hvítbotnaða skipið, enn byrja at syngja ”Tú alfagra land mítt”.” ---
|
|