06.04.2014
| Evni: Býráðið
|
Takið Kommunuskúlin niður
|
- Kommunuskúlin stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í býnum. Tað einasta rætta er at javna hann við jørðina.
Tað helt Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn, tá málið varð umrøtt á býráðsfundi herfyri. Nógv kjak hevur verið um, hvat Kommunuskúlin í miðbýnum í Havn skal brúkast til. Nevnt hevur verið at gera hann til innandura spælipláss, innandura parkeringspláss, bókasavn ella íbúðir. Men tað seinasta, sum mest hevur verið tosað um, er at gera hann til eitt mentanar- og virkishús til list og virksemi av øllum handa sla Men Jógvan Arge, varaborgarstjóri, er av eini heilt aðrari áskoðan. - Tað einasta rætta er taka hann niður, sigur hann. Býarskipanarliga er hann ikki nakað prýði. Hann stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í býnum og fjalir fyri útsýni og tekur alt ljósið frá øllum nærhendis. - Tað einasta, grannarnir síggja, er ein stóran gulan betongsvegg, og Kommunuskúlin passar als inn í býarmyndina, leggur hann afturat. Tað hevur verið víst á, at tað kostar einar 30 milliónir at dagføra kommunuskúlan til aðra nýtslu. Staðfest er at soppur er í honum. Men hesum roknistykkinum hevur Jógvan Arge púra einki álit á. - Vit umvældu ein barnagarð í Hoyvík, sum kann vera í trimum skúlstovum í Kommunuskúlanum, og tað kostaði 16 -17 milliónir, so at umvæla Kommunuskúlan kostar heldur einar 100 milliónir, sigur Jógvan Arge. - Húsið er so gamalt og illa farið, eitt nú av soppi, at tað verður ómetaliga dýrt at umvæla, áðrenn tað kann brúkast til nakað sum helst. - Kommunuskúlin hevur livað sítt lív og gjørt sína nyttu, og nú eiga vit at taka hann niður, leggur varaborgarstjórin afturat. Hann sigur, at tað er neyðugt, at býráðið viðgerð spurningin um Kommunuskúlan nógv meiri nágreiniliga enn sum ein eykasetning á býráðsfundi og hann vildi ikki, sum er, binda seg til tað seinasta, sum hevur verið frammi um at gera hann til mentanarsetur. ---
|
|