24.03.2014 | Evni: Býráðið
Eldraøkið: Reint hasard við mannalagnum
Skriva út | Send | Aftur
Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

Alt hetta rummalareiggið við eldraøkinum gongur bara út upp á eitt: at sleppa landskassanum undan at taka sær av teimum gomlu og ófullføru.

Tað er ikki fyri bláu eygu teirra eldru, at landsstýrið ger sær slíkan ómak at sleppa av við málsøkið. Tað er heldur ikki fyri at tæna kommununum, at málsøkið verður trýst út á tær.

Ráðandi samgongan hevur longu við flatskattinum lorað hundraðtals milliónir úr landskassanum til tey vælbjargaðu, og ætlanin er eftir øllum at døma at gjara upp aftur meir út sama veg. Tað merkir, at tað verða so mangar almennar skyldur, sum eru sjálvsagdar, ið landskassin ikki fer at hava pening til í næstum.

At sær komnir búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at flatskatturin hevur onki bøtt um føroyska búskapin. Hann hevur bara lívgað summum, sum høvdu nóg mikið í forvegin og afturfyri forsømt onnur, sum longu høvdu í minna lagi.

Hvussu eldraøkið er viðfarið í seinastuni, hava vit øll verið vitni til. Økið er skorið inn á bein í rakstri, soleiðis at nóg illa tann allarmest neyðuga tænastan er tøk. Tað, sum í løtuni verður hildið at vera tann besta tænastan á eldraøkinum, heimahjálpin, skríður í skræðuni og hevur gjørt tað leingi.

Nú ljóðar aftur úr torninum í Albert Hall, at kommunurnar fáa tað frá landinum, sum eldraøkið hevði kostað landinum, um tað helt fram við tí eftir 1. januar 2015. Tað ljóðar alt annað enn gott, tí, sum er, er alt ov lítið til ein skilagóðan og humanan/menniskjansligan rakstur.

Lógirnar, sum tingfólk arbeiða við og skulu taka støðu til í dag, ætlast at seta størri krøv til eldraøkið undir kommununum enn undir landinum higartil. Tað merkir ógvusligar meirútreiðslur, sum kommunurnar ikki fáa frá landinum, men skula útvega sjálvar beinleiðis frá sínum borgarum.

Hetta fer alt at svíða hjá teimum gomlu og ófullføru og øðrum við. Kommunurnar verða valla førar fyri at liva upp til tey ideal, sum meirilutin á løgtingi setir upp. Skjótt koma kommunurnar hagartil, at tær skula velja at brúka burtur av kommunuskattinum til eldraøkið. Tað valið verður ikki lætt, tí so má annað svíða – til dømis atlitið til børn og ung og inntøkugevandi barnafamiljur.

Av óskiljandi grundum vilja oddafólk í kommununum heldur enn fegin taka ímóti peningaligu og umsitingarligu byrðuni, sum eldraøkið ber í sær. Mann freistast at hugsa, at her blanda fólk kommunupolitikk og landspolitikk saman - og taka størri atlit til en villan landspolitikk enn til sín egna kommunala førleika.

Tí meini eg framvegis, at landsstýrið eigur at uppraðfesta eldraøkið á síni egnu fíggjarlóg og sjálvt taka sær av umsitingini. Tað er einasti mátin at tryggja javnbjóðis kor og tilboð kring alt landið. Alt annað er reint hasard við mannalagnum.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn.

---

< Fleiri verkætlanir bjóðast út | Tummilskrúvurnar á kommunurnar >