21.03.2014
| Evni: Býráðið
|
Fleiri verkætlanir bjóðast út
|
Fíggjarætlanin varð løgd og samtykt ímóti ársenda í fjør, men síðani hevur býráðið arbeitt við at endurskoða ætlanina fyri at gera rúm fyri fleiri íløgum. Og hendan endurskoðaða fíggjarætlanin varð endaliga samtykt í dag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ber í sær, at nú er klárt at fara undir fleiri stórar verkætlanir, sum býráðið hevur fyrireikað nú í eina tíð. Í hesum sambandi verður arbeiðið at gera brúnna um Sandá, boðið út í næsta mánað. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 50-60 milliónir krónur. Somuleiðis verður arbeiðið at gera áskoðaraplássini á eystaru síðu á Tórsvølli boðið út í næsta mánað og tað fer at kosta einar 35 milliónir. Arbeiðið at projektera ein nýggjan musikkskúla er um at vera liðugt og eisini tað arbeiðið verður boðið út nú í apríl. Hann verður bygdur uppi við Norðurlandahúsið og fer at kosta einar 60 milliónir. Harafturat er greitt, at nú fáa hoyvíkingar loksins sín egna fótbóltsvøll, tí arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík, verður boðið út í næsta mánað. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 10 milliónir. Fyrsta stig at gera ein nútímans miðbý verður eisini boðið út. Í hesum umfari er tað strekkið úr Steinatúni, oman á Glade Hjørn, sum skal gerast og leysliga mett fer tað at kosta slakar 10 milliónir krónur. Ein arkitektakapping um allan miðbýin, heilt frá Sjónleikarahúsinum oman í Vágsbotn, vestur í Skeiva Pakkhús og oman eftir Áarvegnum á Kongabrúnna, er um at vera liðug. Tá ið fyrsta byggistig er liðugt, verður hildið fram við øðrum byggistigi, sigur borgarstjórin. ---
|
|