07.03.2014 | Evni: Ymist
Atlantsflog í vanda
Skriva út | Send | Aftur
- Eg stúri fyri, at vit missa alt á gólvið

Fyrrverandi flogovastin í Atlantsflogi, Hans Hansen, rópar nú varskó um gongdina í felagnum.

Hans Hansen var flogskipari í Atlantsflog, tá felagið byrjaði flúgving í 1987. Í 14 ár var hann eisini í leiðsluna í felagnum.

Hann er alt annað enn tryggur við støðuna, eftir at Magni Arge varð sagdur upp og ein útlendsk fyritøka skal leggja eina framtíðarætlan fyri felagið.

Hans Hansen heldur, at tað er tekin um føroyskt hjálparloysi at fáa breitling kopia eina útlendska fyritøku at leggja framtíðarætlanina fyri Atlantsflog.

- Hetta tykist mær at vera í so smart, og eg stúri fyri, at vit kunnu missa alt á gólvið.

- Føroyingar hava sanniliga prógvað, at teir megna at reka eitt flogfelag, sigur hann.

Hans skilir ikki tað, sum fer fram, og hann heldur, at nevndarformaðurin, Niels Mortensen, skyldar Føroya fólki eina frágreiðing.

Kelda: Sosialurin

---

< Kommunur og eldraøkið | Ljóð og ljós til Reinsaríið >