05.03.2014
| Evni: Býráðið
|
Íløgur í børn og ung
|
Tórshavnar kommuna hevur broytt sína íløguætlan fyri 2014.
Býráðið hevur samtykt at seta 10 mió aftrat av til at byggja barnagarð við Sjógv í Kollafirði, so hann kann fáast frá hondini um eina leið. Hesin barnagarður skal koma í staðin fyri teir báðar gomlu stovnarnar, sum eru. Peningur er somuleiðis avsettur til Birkilund í Havn, sum er stongdur. Har eru einar 8-9 mió krónur tøkar nú. Býráðið er gingið frá ætlanini um eina tvíhøll úti á Fløtum í hesum umfarinum, tí hon vegna kostnaðarútlit fekk so ivasama móttøku á seinasta býráðsfundi. Í staðin ásannar býráðið tørvin á bráðneyðugum bata í venjingarumstøðum hjá innandura ítróttunum. Tessvegna eru ætlanir lagdar um at byggja eina høll upp í Gundadalshøllina, so hon verður tvíhøll. Kommunan yvirtekur ætlandi núverandi bygning frá eigarunum Neistanum, Kyndli og Fleyr og byggir upp í sum skjótast. Settar eru 19 mió kr av á ársins íløguætlan. Í Gundadali eru eisini ætlanir lagdar um at byggja upp í Badmintonhøllina til frama fyri borðtennis og judo. Hesar ítróttagreinir hava leingi sóknast eftir betri møguleikum, og komu fyri fleiri árum síðani við uppskotinum um at byggja fast í badmintonhøllina. Frammanundan hýsir hendan høllin alskyns virksemi fyri bæði ung og gomul. Byggingin verður mett til 7 mió kr. Innandura ítróttir eru farnir at taka seg upp á Argjum, haðani uppskot leingi hava ljóðað um ítróttahøll. Til tess at fyrireika eina slíka høll til venjingar Inni í Vika eru um 4 mió kr settar av í ár. Í Hoyvík er ætlanin at gera fótbóltsvøll. Har verður 1 mió kr løgd aftrat teimum 8 mió kr, sum eru játtaðar frammanundan, og góðar 2 mió kr eru tøkar at gera núverandi útbyggingarstigið í Hoyvíkshøllini liðugt. Í sambandi við broytingarnar í fíggjarætlanini, er gjørt av, at kommunan ikki tekur leigu frá ítróttafeløgum fyri hallartímar. Tað fer at lætta um raksturin hjá feløgunum.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi ---
|
|