30.11.2013
| Evni: Býráðið
|
Økisnevndin fús til verka
|
![]() Økisnevndin í Tórshavnar býráð kann nú fara rættiliga til verka. Hon hevur fingið sína egnu støðu og egna endamálsorðing í kommunustýrisskipanini. Økisnevndin hevur eisini fingið sína egnu játtan á fíggjarætlanini, sum er 700.000 krónur fyri árið 2014. Hetta varð alt samtykt einmælt í býráðnum á seinasta fundi. Økisnevndin skal í høvuðsheitum arbeiða yvirskipað og tvørgangandi og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar í kommununi. Nevndin skal orða økismenningarpolitikk og seta ítøkilig mál fyri tey einstøku økini. Økisnevndin er skipað sum ein ráðgevandi nevnd undir fíggjarnevndini og leggur síni tilmæli fyri hana at bera víðari í skipanini. Fimm býráðslimir manna nevndina. Jákup Dam er formaður og Annfinn Brekkstein næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Elin Lindenskov, Halla Samuelsen og Bogi Andreassen. Nevndin er ein burður, sum kom burtur úr samráðingunum um samarbeiði millum flokkarnar eftir valið fyri einum ári síðani. Eitt mál, sum bygdirnar hava havt nógv frammi, er spurningurin um at fáa seyðin burtur av bønum. Hetta er eitt av málunum, sum nevndin fer í holt við. Bygdirnar fýlast javnan á, at bygdarvegirnir ikki standa mát við aðrar vegir. Slík mál eins og ferðslutrygd og líknandi kunna eisini umrøðast í nevndini. Økisnevndin eigur ikki at vera blandað við staðbundnu nevndirnar. Økisnevndin er ein útfarandi nevnd, sum burtur av er mannað við býráðslimum, og fevnir um allar bygdir og oyggjar. Staðbundnu nevndirnar eru lokalar hoyringarnevndir í býráðsmálum, mannaðar hvør í sínum stað. Óivað kunna økisnevndin og staðbundnu nevndirnar hava nyttu hvør av øðrum. Tað er ongin loyna, at bygdirnar hava notið gott av limaskapinum í Havnar kommunu, men tær hava eisini í summum førum kent seg formáddar. Hetta hava vit sett okkum fyri at bøta um. Tí fara nú øll mál av bygdunum um eina skrivstovu at tryggja teimum viðgerð rímiliga skjótt. Tí er ein vinnu- og økisráðgevi settur. Og tí er økisnevndin stovnað. Góðan byr.
Jógvan Arge, ---
|
|