12.09.2013 | Evni: Býráðið
Stór kapping um miðbýin
Skriva út | Send | Aftur
Miðbýarverkstova á Østrøm

Í skránni fyri hendan partin av miðbýarverkstovuni stendur, at limir úr formansskapinum í býráðnum skula svara spurninginum: Hvat vil býráðið?

Tað er ein góður spurningur, og hann er helst ættari at svara nú, vit hava sitið saman í tveir dagar, enn hann hevur verið leingi.

Brutu seg gjøgnum Havnina

Vit hoyrdu í gjár gamla býararkitektin greiða frá teimum stóru broytingum, sum vóru miðbýnum fyri, tá kommunan fekk í lag eina tvørgangandi farleið úr Rasmus Effersøesgøtu út í Jóannesar Paturssonargøtu. Tað kostaði nógv stríð og eisini nøkur sethús og handilshús.

Samstundis varð ferðslan broytt. Summar ferðsluæðrar oman í miðbýin vóru avkvettar, so ikki slapst beinleiðis í miðbýin eftir Tórsgøtu og Tinghúsvegnum longur. Í aðrar mátar varð farið undir nýggjar vegir út eftir og niðaneftir, og løgd vórðu út øki til handlar og vinnu framvið Rasmus Effersøesgøtu og uppi á Hálsi.

Lagdar vórðu ætlanir um eitt stórt bústaðarøki á Konmansmýri, og nakað skjótt komu eisini undan kavi ætlanir um stór bústaðarøki og handils- og vinnuøki uppi í Hoyvík.

Hetta vóru øgilig tøk, sum býráðið metti vera neyðug, tí miðbýurin, sum var fyrst í sjeytiárunum, var ovbyrjaður og illa slapst víðari har. Vit minnast, hvussu øll ferðslan úr einum parti av Havnini í annan skuldi um Káta Hornið, og tað var ein sjongur av teimum mongu floytandi bilunum, sum fóru á tveimum hjólum um Skræddarahjørnið.

Alt ov trongur býur

Hetta var spennandi, men tann útbygdi parturin av býnum var nú so trongur, at illa fekst gongd á víðari býarmenning uttan at taka stórum til. Hetta var ein miðbýur, sum hýsti mestsum øllum, sum vit tá kundu hugsa okkum í einum minimetropoli mitt í Norðuratlantshavi. Kondittaríið, Tórshøll, Sjónleikarhúsið, Havnar Bio, Iris, Sjómansheimið, Hafnia og so at siga allir handlar og flestu virkir alla leiðina av bryggjuni og niðan móti Skótahúsinum.

Eitt symbol upp á tíðina var, at Telefonverkið vildi sleppa at byggja út hinumegin Tinghúsvegin. Tað var eitt eljustríð, har Telefonstøðin, Meinigheitshús, Sloans hús og Heinesens hús bardust í áravís um býarins vælvild.

Endin var, at Sloans og Heinesens hús vórðu standandi og kommunan legði seg á tey. Meingheitshúsið fór niðan til SMS, TFL fekk eina hædd hædd aftrat´men seinni fór Føroya Tele niðan til Hoyvíkar.

Sumt blómaði, annað fánaði

Tá býarætlanirnar fóru út um tey gomlu mørkini, var viðvent í holuni. Tað bleiv rúmsáttari hjá øllum, men tær nýggju ætlanirnar eydnaðust so væl í sjálvum sær, at miðbýurin var við sviðið soð. Tað er neyvan nakar loynidómur, at átakið við SMS eydnaðist so væl, at handilslívið í tí gamla miðbýnum hevur havt andaneyð síðani.

Sum Gunnar Hoydal nevndi í gjár, varð lítið hugsað um og gjørt við afturstigið, sum miðbýurin fekk. Fólkini, sum fyrr gingu á Vaglinum og aðrastaðni niðarlaga í býnum, hvurvu fyri ein stóran part. Tey høvdu onki at gera har longur.

Í býráðnum hava nógvar skipaðar og óskipaðar ætlanir hava verið á borðinum. Lítið er komið burturúr. Tann besta framløgan í so máta hevur verið tann, sum Hans Mortensen kom við saman Gunnari, Osbjørn og Mettu. Kanska varð fyri ein part farið undir hetta av ringari samvitsku, sum GH bendi á í gjár. Tað dugi eg ikki at svara fyri, men eg hugsi, at teir báðir eisini hava gjørt hetta av einum góðum hjarta.

Útspælið kom væl við, og fólk og politikarar hava tikið varð væl undir við teimum hugsjónum og dreymum, sum vóru í uppritinum “Havnin innanfyri Stóragarð”.Hetta upprit er eisini ein týðandi partur av upplegginum til hesa verkstovuna, sum leggur upp til at innrætta miðbýin til tíðina, sum vit nú hava.

Áhugaverd uppskot

Eitt er at skapa karmar fyri handilsvirksemi og trivnaðarvirksemi av øllum handa slag, eitt annað er at skipa nøkur býarrúm, sum hava sína egnu atdráttarmegi á fólk og eitt triðja er at hugsa um ferðslu og parkering í nándini.

Mær líktist væl á uppskotið um Vágsbotn, um sponsku trappuna niðan á Vaglið, um Skálatrøð við Tjóðpalli, um at broyta umhvørvið framvið Áarvegnum, og givið er, at okkurt skal gerast við Steinatún, so tað verður eitt vinarligari og liðiligari knútapunkt, enn tað er í dag.   Gøturnar oman frá Steinatúni - Tórsgøta, Niels Finsensgøta og Tinghúsvegurin - verða óivað ávirkaðar so ella so av broytingum, sum skula til. Tað er umráðandi, at hesin parturin verður hugsaður saman við hinum átøkunum, so vit ikki renna okkum føst ein penan dag.

Matstovur í Tinganesi

Nógv gott er komið fram á verkstovuni. Eg haldi, at fólk hava nýtt høvið til at kalla ein spaka fyri ein spaka, og tað er ein góður máti at greiða spurningarnar. Útvent virksemi í niðastu hæddum átti at verið ein sjálvfylgja. Minnist meg rætt gjørdu vit eina samtykt um tað fyri nógvum árum síðani, men hon kom kanska ongantíð í gildi.

Tað regnar 300 dagar um árið, og tað er ein grund til, at vit so fegin vilja hava bilin við, tá vit fara oman til Bjarna at keypa skógvar. Ein borgarstjóri í Klaksvík bleiv mestsum herostratiskt berømtur, tá hann vildi leggja teirra miðbý undir glas.

Eg sigi ikki, at vit skula gera tað her suðuri, men skula vit gera okkum vónir um at fáa miðbýin at virka sum eina góða samanhangandi sølumiðstøð og trivnaðarmiðstøð, so vænti eg, at tað verður neyðugt so ella so at tryggja, at fólk kunna koma nøkurlunda turr ímillum búðirnar, matstøðini og skonkistøðini.

Tað mest forkunnuga hugskotið kom kanska frá matstovuvinnuni, sum fegin vildi hava landsumsitingina út úr Tinganesi, so okkara burtur úr mest áhugaverda umhvørvi, við býarins elstu og best varðveiddu bygningum, veruliga kann brúkast til trivnaðarendamál hjá eini breiðari fjøld, bæði føroyskari og útlendskari.

Kanska kann tankin realiserast nakað skjótt. Ein landsstýrismaður er longu farin til hús, ein annar sigur seg ikki fara at stilla uppaftur, og løgmaður er jú bara valdur fyri eitt valskeið – og tey kunna vera stutt.

Hvat vil býráðið, var spurningurin?

Vit vilja snøgt sagt hava meiri lív í miðbýin. Okkara tíð skal síggjast aftur í miðbýnum bæði í útsjónd og møguleikum eins og fólkalívi.

Býráðið er til reiðar at útvega karmarnar so hvørt, sum vit koma til sættis um átøkini. Til tess verður boðið til hesa kappingina, og vit hava góðar vónir um, at úrslit fara at spyrjast burtur úr henni.

Rom varð ikki bygdur eftir einum degi. Tað verður tann nýggi miðbýurin heldur ikki. Sumt tekur tíð, annað kann avgreiðast skjótt. Góð boð upp á loysnirnar við fólksligari undirtøku hava avgerandi týdning fyri, at nakað hendir.

---

< Áhugaverd oljumessa í Aberdeen | Á ferð í Húsavík 3 >