25.08.2013 | Evni: Bżrįšiš
- Latiš okkum vķsa ųrskapinum aftur
Skriva út | Send | Aftur
Summir politikarar hava sett sęr fyri at avmontera fólkaręšiš fyri eygunum į okkum og trumfa avgeršir ķgjųgnum, sum bżšur meginpartinum av fólkinum ķmóti, sum talar ķmóti bśskaparligari rįšgeving, gongur ķmóti tųkniligari rįšgeving og hevur tikiš lųgtingiš til gķsla. Fólk eru óš og mįttleys. Apatisk og óš. Hvašan stavar henda ómegdin?

Vit hava leingi vitaš, at hugsjónir eru okkurt, iš bara brįšnar burtur ķ einki nś į dųgum, mešan kavrįir neoliberalistar sleppa framat og snara samfelagiš inn į óhoyrt ódemokratiska leiš. Arbeišslagiš lķkist tķ, iš einstakir einaręšingar brśktu beint fyri seinna heimsbardaga. Kįri P. Hųjgaard hevur avdśkaš sķna politisku muru og Innlendismįlarįšiš eitt arbeišslag, iš einki fólkaręši tolir.

At hava hugsjónir hoyrir farnari tķš til, siga tey, sum stżra heiminum nś. Men einki kann vera skeivari. Nišurlašing av flokkum og hugsjónum er orsųkin til tann hurlivasa, iš nś er ķ landinum ikki minst taš sinnisloysi, iš valdar millum fólk.

Yrkisfelųgini lata sęr alt ov nógv lynda“

Mešan hugsjónirnar dvķna og fįna, hendir taš sama viš fleiri yrkisfelųgunum. Tey tiga.

Hvussu ber taš til, at Bśskapar-og lųgfrųšingafelagiš letur sęr lynda, at lųgtingiš skal atkvųša um eitt skjal, iš er loyniligt? Lųgtingiš skal smķšaš eina lóg, sum er ķ samsvari viš eina loyniliga avtalu?

Forkvinnan ķ ręttarnevndini ętlar sęr ikki at lesa sįttmįlan, bara sķggja til at lógin loyvir ųllum tķ, iš stendur ķ honum. Hetta er meira enn surrealistiskt. Slķkt, iš bara veršur hildiš at kunna koma fyri ķ politiskt kavrotnum londum og ikki hjį okkum. Hvar eru lųgfrųšingarnir ? (Halgir W. Poulsen undantikin)

Veršur hesin ųrskapurin góštikin, so mį eingin aftur ivast ķ, hvķ skilgóšir, vęl lęrdir fųroyingar bśseta seg ašrastašni. Hevur frįflytingin veriš ov stór leingi, so veršur hon uppaftur stųrri nś. Slķkum finna sivilseraš fólk seg ikki ķ.

Hvat sigur Akademikarafelagiš, iš hevur so nógv skilafólk undir sķnum veingjabreiši? Starvsmannafelagiš? Finna ųll seg ķ, at avgeršir verša tiknar, iš ganga beint ķmóti allari tilrįšing, sum er ķ landinum?

Tilrįšing, iš fólk viš śtbśgving, hava latiš politiska myndugleikanum? Verkfrųši, bśskaparfrųši, lųgfrųši alt veršur kveistraš til viks. Samstundis undra vit okkum į, at fólk ikki tķma aftur til oyggjarnar.

Berufsverbot

Vęl veit eg, at nógv skilafólk tiga heldur enn at siga sķna meining, tķ tey vilja bjarga sķnum egna skinni. Men eitt og hvųrt fólkręši krevur kjak, og er taš at siga sķna meining taš sama sum at missa starviš, so hava viš skipaš Berufsverbot ķ Fųroyum. Taš er ikki gott at egna viš, tį iš ung kjakvand fólk skulu fįast heim aftur.

Er taš ikki fólki greitt, at henda tųgnin, lķkasęlan ella ómegdin ger, at teir politikararnir, iš nś stżra landinum, kunnu forkoma okkara fólkaręši og seta uppaftur meira ferš į frįflytingina?

Yrkisfelųg og fólkaręši

Einki skipaš samfelag hevur klįraš seg uttan yrkisfelųg, sum mótvekt til teirra, iš skulu rinda lųnirnar, og einki fólkaręši kann klįra seg viš ongum fjųlmišlafólki, sum fįa valdshavar at standa til svars fyri taš, teir gera.

Vit hava almennar fjųlmišlar, iš hava sent popp śt ķ eitt ķ trķggjar mįnašir, og yrkisfelųg, sum ikki gera vart viš seg. Taš vita politikarar, tķ ber til at avmontera fólkręšiš fyri eygunum į okkum. Teir vita, at mótspęlararnir eru avmaktašir.

Vit minnast: Pensjónirnar vóršu endavendar. Vit skramblašu viš karamellblikkum ķ tveir dagar, so hevši Jųrgen vunniš.

Skattur broyttur til fyrimunar fyri tey rķku. Pedagogarnir glefsašu eina lųtu, so var taš strķšiš av.

Stórbyggimįl sluppu snikkaleys viš undantųkum frį hesum og hasum. Innlendismįlarįšiš setti allar grundreglur til viks, stytti hoyringarfreistir burtur ķ einki o.m.m.a.. Og so lęt ikki ķ nųkrum aftur.

Og nś hetta, sum setur fólkaręšiš so ógvusliga til viks, at lųgtingiš skal taka stųšu til ein sįttmįla, iš eingin ķ lųgtinginum hevur lisiš. Hetta er so óhoyrt, at eingin įšur hevur hugsaš sęr henda mųguleika. Hetta rekur og styggir fólk av landinum, veršur einki sett uppķmóti

Hvųr skal vera į oddanum?

Taš er órķmiligt at halda, at einstaklingar skulu standa į odda fyri einum mótmęli, tķ mugu fakfelųgini taka seg saman og vķsa lųgtinginum, hvat Fųroya fólk heldur um hetta vitloysiš.

Tey mugu vķsa teimum rįšandi ķ landinum, at hesum taka fųroyingar ikki undir viš. Og taš mugu yrkisfelųg og politiska andstųšan ķ tinginum sķggja til nś, tķ annars endar hetta ķ einum sorgarleiki, sum kostar nógv meira enn tęr milliardirnar, iš jśkaš veršur um upp ķ saman. Hetta fer at elva til eitt mįttloysi, lķkasęlu og sinnisliga ómegd, vit ikki klįra ķ einum śtjašara, iš longu blųšir illa.

Arbeišsgevararnir hava gjųrt vart viš sķni sjónarmiš. Onnur felųg viš.

Landsverk viš serkunnleikanum til tunnilsgeršir, hevur lagt sķnar śtrokningar fram. Fyrrverrandi formašurin ķ Bśskaparrįšnum hevur greinaš mįliš alment. Allar śtrokningar, ųll tilmęli, alt bendir į, at taš, iš Kįri og Innlendismįlarįšiš gera saman viš ųšrum vķša gitnum monnum, er ikki bara skeivt men botnkorrupt.

Ljót śtlit

Um so er, at vit ķ lķkasęlu finna okkum ķ hesum, so kunnu vit gevast at tosa um framburš og fólkavųkstur og at fįa skilagóš fólk aftur til landiš, tķ einki skilafólk flytur til eitt so kavrotiš hol, sum Fųroyar eru voršnar undir leišslu av Kaj Leo Johannesen og hansara landsstżri.

Politikararnir, sum javnan tosa um at loysa trupulleikarnar um frįflyting, hava avdśkaš seg sjįlvar: teir eru sjįlvir trupulleikin. Teir kunnu ikki loysa trupulleikan uttan at sleppa sęr av rókini.

Eingin politikari hevur sum Kįri Hųjgaard nakrantķš neyštikiš fųroyska fólkaręšiš so ógvusliga, sum hann hevur gjųrt, og hann ger taš saman viš lųgnasta lųgmanni, Fųroyar nakrantķš hava įtt. Vit kunnu halda um teir og Jųrgen & co taš, vit vilja, men teir sita viš valdinum og telva dag og nįtt nś fyri at fremja eitt stórstķlaš alment brotsverk. Uppķmóti tķ ber ikki til hjį einstaklingum at goyggja – taš mį vera felagsįtak.

At formašurin ķ felagnum hjį fųroyskum mišlafólkum ger vart viš sķna stųšu er gott, men ikki nóg mikiš. At einstakir journalistar royna at lżsa mįliš er gott, men ikki nóg mikiš. Tķ skilagóšar greiningar og grundgevingar rķna ikki viš longur.

Fęr andstųšan ikki henda ųrskapin stešgašan, slepst ikki śr aftur tķ óhugnaliga apati, iš hevur breitt seg um alt landiš seinastu įrini.

Og so spurningurin til tey, iš eiga styrkina: Ber ikki til at fįa eitt munagott rungandi nei til ųrskapin mobiliseraš?

Jonhard Mikkelsen

< Erlendur Patursson 100 įr | Landsstżriš vil av viš eldraųkiš >