20.07.2013
| Evni: Býráðið
|
Toftamenn í Havn við Westward Ho
|
Røða á móttøku í Mullers pakkhúsi.
Eg fari at bjóða toftamonnum vælkomnum í Mullers Pakkhús. Hetta er eitt gamalt pakkhús, sum Tórshavnar Kommuna hevur yvirtikið og er í ferð við at seta í stand. Vit plaga at brúka hetta til týdningarmiklar móttøkur av kongum og drotningum, forsætisráðharrum og borgarstjórum eins og toftamonnum, sum vitja í Havn við okkara slupp Westward Ho. Sambandið millum Havnina og Toftir hevur ikki verið so lítið gjøgnum tíðirnar. Vit eru jú grannar, um enn ein ella tveir firðir eru ímillum okkum. Onkrir toftamenn eru eisini endaðir í Havn. Eg kann bara nevna Palla, sum giftist við fastur míni, og Hans Jákup Højgaard, sum var sonur Toft-Óla. Hann var kokkur við Grundick ta einastu ferðina, eg havi verið til skips. Vit vóru einastu havnarmenn við, og hann forkelaði meg allan túrin. Tá menninir úr Eysturoynni skuldu koma umborð á Fuglafirði, gav hann mær boð um at koma at fáa mær eina góðan bita, áðrenn allir botnamenninir komu. Hvør skal siga, áðrenn teir eta alt frá tær. Tað vísti seg, at teir vóru úr Skálafirði og meginparturin vóru skyldmenn hjá mær, so vit kláraðu væl upp. Søren Muller bygdi Tað var bóndin, reiðarin, handilsmaðurin og politikarin Sørin E. Müller, sum lat hetta pakkhúsið byggja miðskeiðis í 1890unum. Hetta hevur verið eitt stórt hús tá, og støddin sigur nakað um, hvussu tann føroyska fiskivinnan menti seg um tað mundið. Brúk var fyri hølum at goyma salt, proviant og aðra útgerð í eins og hølum at arbeiða segl og aðra skipsútgerð í. Húsið fekk á mannamunni navnið Müllers Pakkhús. Tað er í trimum hæddum. Hesin stóri og høgi kjallarin, sum vit eru í, var saltgoymslan hjá saltsøluna hjá Sørini Muller. Hann fekk salt úr Miðjaðarhavinum og farmaskipini løgdu at við Stabban, sum enn sæst leysur úr landi. Alt varð skipað upp við handamegi. Hesin sami stabbin varð eisini nógv nýttur, tá ið sluppirnar riggaðu til og komu higar at taka salt. Tá varð saltið borið í sekkjum oman á Stabban. Onkur kend mynd er av skipum her undir Mullers pakkhúsi, har tann ungi skipasmiðjurin Kjartan Mohr stendur so bringubrattur aftanfyri stórvantið. Hesa hæddina hava vit gjørt til móttøku, framsýningar- og veitsluhøli. Vit hava í mestan mun roynt at verið trúgv ímóti tí gamla sniðinum og allur stytturnar her eru framvegis upprunaligar. Eitt av teimum komandi stigunum verður at leggja hita í gólvið. Ætlanin er at nýta sjóvarhita, sum vit longu hava roynt í einum so stórum húsi sum Boðanesheiminum við góðum úrsliti. Tvær hæddir eru oman á hesari. Miðhæddin, har vit komu inn, var goymsla til proviant og aðra skipsútgerð, og loftið var eitt av seglloftunum í Havn, serliga hjá skipum, sum Muller varaði av. Har høvdu fleiri skip sínar egnu klyvar at goyma í. Á hurðunum síggja vit enn nøvnini á gomlum havnarskipum. Á einari hurð stendur stendur ”Mistletoe”, sum Muller átti, á eini aðrari stendur ”Saltaire”, sum føroyingar nevndu Saltoyrað, ið Muller eisini reiddi út, og eitt triðja navn, sum sæst uppi á loftinum, er ”Grundick”, sum Kristian og Sámal í Hvannasundi áttu. Onkur gomul útgerð er enn at síggja í klyvunum, so sum lanternur, blokkar og tílíkt. Jack of all trades Søren Müller var føddur í Havn í 1856 og livdi til 1922. Hann var sonur Hans Christopher Müller (1818–1897). Hans Chrisoffer var so mangt, m.a. sýslumaður í Streymoynni, postavgreiðslumaður, avgreiðslumaður fyri DFDS og eisini sparikassastjóri. Hann sat á tingi í 28 ár og 30 ár á ríkisdegi. Stundum virkaði hann sum fúti og sorinskrivari, tá teir vóru burturstaddir. Sørin var niðri og tók ta lítla løgfrøðiliga prógvið. Heimafturkomin var hann eitt skifti fulltrúi á amtsskrivstovuni, og eitt annað skifti fulltrúi hjá fútanum. Tá pápanum barst frá, starvaðist hann eisini sum postavgreiðslumaður og sýslumaður. Men hugurin mundi standa til vinnulívið, tí sum so mangur annar framtakshugaður í Havn fór hann inn í reiðaravirksemi í sambandi við sluppfiskiskapin, sum av álvara menti seg í 1890-unum. Sørin átti fleiri skip sjálvur, og hann átti eisini í nógvum skipum saman við øðrum. Eitt kent felag, sum hann var oddamaður og útgerðarmaður fyri, var Oyggjafelagið, sum frá 1890unum átti sluppirnar við oyggjanøvnum, Streymoyggin, Eysturoyggin, Sandoyggin, Suðuroyggin, Vágoyggin, Nólsoyggin og kanska fleiri. Fyrsta skipið var helst Streymoyggin, sum kom í 1891. Onnur skip, sum Sørin Muller átti í vóru: Dauntless, Amaranth, Only Sister, Petra, Súlan, Ternan, Marshall, Tre Søskende, Mistletoe, Hákelling, sum var eitt deksfar, Prinsessa Maria og Gunhild. Hon kom í flotan í 1911. Í 1930 endaði hon inni á Toftum. Bygdi Skála beding og Skipanes Saman við Jens í Dali var hann oddamaður, tá Skála Beding sá dagsins ljós í 1901, og eg hugsi, at hann eisini var tann fyrsti, sum gjørdi eitt bryggjuskapilsi á Skálafjørðinum. Tað var bryggjan á Skipanesi, sum kom í 1914. Sum eg havi skilt, var hon einasta bryggja av sínum slag á Skálafjørðinum í mong ár, men eystringar vóru ikki bara fegnir um ognarviðurskiftini. Tá frú Muller ætlaði at byggja út á Skipanesi í tríatiárunum, reistu sóknarstýrini uggafjarðarnar og vildu fáa fatur á brúnni á Skipanesi. Eitt langt og drúgvt stríð tók seg upp og endaði seinast í tríatiárunum við, at Kongshavnar havn og kommunurnar aftanfyri hana yvirtóku atløgubryggjuna og húsini, sum har vóru. Las í gjárkvøldið, at so at siga ongar broytingar hava verið á Skipanesi síðani yvirtøkuna, men vit kunnu ásanna, at stórbroytingar eru hendar aðrastaðni kring Skálafjørðin síðani tá og fleiri eru á veg. Og nú vilja tit sleppa at koyra undir Tangafirði til Havnar – ella kanska eru tað vit, sum skula koyra beinleiðis inn á Skálafjørðin. Livst so spyrst. Sat við festi í Kirkjubø Sørin Muller búði her í grannalagnum. Hann bygdi sær sethús úr gróti omanfyri, har Gamla Hospital stendur í dag. Tað stóð fyrr beint uttanfyri pakkhúsið. Hann var áhugaður fyri jarðarbrúki. Sat við sonevnda sýslumansgarðinum, sum var burtur av eystara kirkjubøarfestinum. Hevði eisini traðir av Flatnahaga. Veit ikki betur enn, at hann átti væl av ognarjørð inni á Skála (einar 8-10 merkur verður sagt). Símun Højgaard í Rituvík keypti frá honum og flutti av Toftum til Skálar. Sýslumansembætið í Havn varð niðurlagt um tað mundið, tá H.C.Müller doyði í 1897. Jørðin varð verandi í hondum hjá Mullersættini, men tvídráttur hevði tikið seg upp millum Kirkjubø og Müllersfólkið. Væl hevði verið millum húsini, og Jóannes bóndi í Kirkjubø var trúlovaður einari systir Sørin Muller, men Guðny av Karlsskála í Íslandi legði fót fyri honum, og samgongan millum Patursson og Muller slitnaði. Garðarnir vórðu ið hvussu er ikki lagdir saman. Jarðarparturin varð avgreiddur miðskeiðis í 20unum á tann hátt, at tær 13 merkurnar , sum sýslumansgarðurin hevði fevnt um, varð býttur við átta merkrum til Poul Müller, sum var sonur Søren, og fimm fóru til Kirkjubøar við hálvari triðjumørk til Sjúrð Patursson og hálvari triðju til Gazet Patursson. Annar var sonur og hin bróður Jóannes bónda. Søren Muller sat í borgararepresentatiónini í Havn, har fútin altíð var formaður, frá 1896 til 1908. Tá tann nýggja og meiri demokratiska kommunulógin kom í 1908, eitt nú Fríðriki Petersen fyri at takka, var Sørin Muller oddamaður á listanum hjá Sambandsflokkinum. Men tað óvæntaða hendi, at Sjálvsstýrisflokkurin við Mass Andrias Winther á odda vann valið við fimm monnum móti fýra, og Mass Andrias varð fyrsti borgarstjóri í Havn. Á valinum í 1912 fingu sambandsmenninir meirilutan, og Sørin Muller var borgarstrjóri frá 1913 til 1920. Hann sat á tingi fyri Norðstreym árini 1891-1903 og fyri Suðurstreymoy frá 1903 til 1908. Tórshavnar havn Umstødurin í Tórshavnar havn vóru ikki góðar, tá fiskivinnan tók seg upp. Her vóru næstan ongar atløgubryggjur, og ofta var trupult at hava skip liggjandi á vágni. Tá landsynningsódnirnar leikaðu í Havn, fóru skipini oftast inn á Skálafjørðin, har tey eisini høvdu vetrarlegu. Havnin hevdi bara smáar lendingar. Eitt undantak var Konslarabrúgvin, sum var har á leið, sum Fiskacentralurin var fyri nøkrum árum síðani. Har var eisini Konslarapakkhúsið, sum var ein miðstøð fyri fiskaarbeiðnum í Havn. Eystanfyri vóru Kongabrúgvin, Müllersbrúgv, Evensensbrúgv og Vippan við brúgv í Tinganesi, men bert lossibátar ella jaktir kundu leggja at har. Vestaravág hevði brúgv í Vágsbotni, og úti í Bakka bygdi Rasmus Effersøe eina brúgv, sum enn dagin í dag verður nevnd Rasmusarbrúgv. Tað er tann steinsetingin, sum sæst undir neystunum beint innanfyri Skinnarasker. Í 1901 vóru 34 fiskiskip skrásett í Havn, og 475 mans mannaðu tey. Fólkatalið í býnum var tá um 1300. Vørutilflutningurin gjørdist størri og størri, og tungt var at rógva jaktirnar inn og út av vágni, til og frá farmaskipunum, sum lógu uppankrad á redini. Havnarmenn stríddust leingi fyri einum veruligum havnarlag. Teimum var púra greitt, at skuldi nøkur menning taka seg upp saman við fiskivinnuni og øðrum ídnaði, so mátti eitt gott havnarlag til. Í 1929 vóru teir so framligir, at teir atkvøddu ímóti, at staturin skuldi eiga havnina. Hana skuldi kommunan eiga, tí so ráddi hon fyri henni. Tað var eitt týdningarmikið stig til frama fyri menningina í Havn í seinastu øld. Hetta vóru ið hvussu so er aðrir tónar enn teir, sum Jens Christian Svabo legdi fram ”Indberetninger fra en rejse i Færø 1781-82”, har hann undraðist stórliga yvir, at ”mine færøske forfædre have valgt … til øernes hovedstad og handelens sæde en så slet havn”. Her í grannalagnum var í mong ár ein serlig kolabrúgv. Til uppskipan av koli hevði Valdemar Lützen sett upp eina rættiliga høga og langa træbrúgv. Henda brúgv varð sett upp á vári og tikin niður aftur móti vetri, men var ofta fyri skaða av brimi og aldu. Hon var serliga ætlað koldamparum. Her við Høgukai, sum Westward Ho liggur við, eru tveir betongsstabbar, sum Valdemar Lützen stoypt til skip og bátar at taka olju. Oljan varð gjøgnum leidning flutt inn higar av Viðarnesi, har oljutangar vóru bygdir í 1935. Tann sonevnda Lágakei er beint heimanfyri Høgukei. Keiin hjá Østrøm var frammanfyri Fabrikkina, sum nú stendur langt uppi á landi. Mullers pakkhús í dag Í 1968 keypti Tórshavnar havn Müllerspakkhús frá Eiden Müller, sum fekk tey í sín part sum arvur eftir mammuna Ebbu Muller. Ebba, sum var donsk og nær í ætt við danska forsætisráðharran Zahle, tók við reiðara- og handilsvirkinum hjá Muller, tá maður hennara doyði ungur miðskeiðis í tjúgunum. Hon stýrdi fyritøkuni til sín doyggjandi dag í sekstiárunum. Eitt langt skifti í tríatiárunum var Ebba Muller formaður í Føroya Reiðarafelag. Men tá kríggið var av, gavst hon vid reiðaravirkseminum og øðrum, sum hevði við fiskivinnuna at gera. Nú halgaði hon seg DFDS-avgreiðsluni, sum helt til í Gongini. Hetta húsið varð í nógv ár leigað ymsum fyritøkum og feløgum í býnum. Eitt nú goymdi Føroya Fiskasøla pakkitilfar her í nógv ár, og Tórshavnar Froskmannafelag húsaðist eisini her í nøkur ár. Í dag eigur Tórshavnar kommuna húsið. Vit brúka tað til at taka ímóti størri mannfjøldum, til framsýningar og annað. Vit hava eisini ætlanir um, at ovari parturin av húsinum skal verða eitt maritimt savn ella siglingarsavn í sambandi vid okkara býarsavn. Vit halda, at Müllers Pakkhús við Vestaruvág eigur at lýsa tað umhvørvi og virksemi, sum einaferð var. Vit kundu ynskt, at tað gekst skjótari við hesum ætlanum, men kunna kortini ugga okkum við, at vit longu hava ein góðan part av einum siglingarsavni. Her við Høgukei liggur motorurin ”FRAM”, sum Laurits í Mortansstovu bygdi í Álakeri í 1921 til Gamla Sámal Petur í Fuglafirdi. Hann æt tá ”Erik” eftir soni hansara. Og fram um alt smæðist Westward Ho ikki burtur millum siglarar. Sluppin, sum varð bygd í Onglandi í 1880unumm, er framvegis væl siglingarfør bæði millum oyggjarnar og millum lond við sjálvbodnari manning - og hartil er hon eitt prýði. Við tykkara ferð í dag halda vit, at Undirhúsið á Toftum eisini hevur ásannað, at Westward Ho og FRAM eru savn, sum dugur. Jógvan Arge 19/7-2013
|
|