20.07.2013 | Evni: Býráđiđ
Toftamenn gera innrás í Havn
Skriva út | Send | Aftur

Fríggjamorgunin kom Westward Ho skúmandi inn um Molan og stýrdi beint inn á Vestaruvág, har sjómansvísurnar dundu um alla vánna.

”Manningin”, sum kom í land á Hřgukei, vóru ikki fćrri enn 40 vćlvaksnir veteranar úr Undirhúsinum á Toftum, harav nógvir vóru gamlir sluppmenn.

Í Múllers Pakkhúsi tóku sitandi borgarstjóri Jógvan Arge og Ingibjřrg Berg, kommunustjóri, ímóti. Jógvan Arge beyđ toftamonnum vćlkomnum og greiddi frá pakkhúsinum og gamla umhvřrvinum viđ Vestaruvág.

Jógvan Arge greiddi í drúgvari rřđu frá um toftamenn í Havn, um samskiftiđ millum Toftir og Havnina og um gomlu skipini hjá Sřren Múller. Eldru toftamennirnir vóru eisini sera hugtiknir av málningunum hjá Hans Skálagarđ, og fleiri hřvdu veriđ viđ sluppum, sum Skálagarđ hevur málađ.

- Westward Ho smćđist ikki burtur millum siglarar. Sluppin, sum varđ bygd í Onglandi í 1880’unum, er framvegis siglingarfřr bćđi millum oyggjarnar og millum lond viđ sjálvbodnari manning. Hartil er hon eitt prýđi, segđi Jógvan Arge, sum helt, at toftamenn viđ síni vitjan í dag eisini hřvdu ásannađ hetta.

Eftir ein kaffimunn kvitterađu toftamenn fyri framúrskarandi móttřkuna viđ at Undirhúskóriđ sang eina fleirrćddađa sjómansvísu í besta shantystíli. Ikki eyga turt. Síđan fóru teir at vitja lřgtingiđ, hađan leiđin gekk út á bátasavniđ og í onnur sřvn í býnum eftir ein góđan dřgverđa á Hafnia.

Hava fólk hug at heilsa uppá og hoyra góđan harmonikutónleik, so loysir Westward Ho aftur av Hřgukei viđ toftamonnum kl 18.

< Tilbođ latin upp upp á Reinsaríiđ | 24 nýggj grundstykki í Hoyvík >