16.07.2013 | Evni: Bżrįšiš
Tilboš latin upp upp į Reinsarķiš
Skriva út | Send | Aftur
Havnin fęr nżtt spęlistaš. Reinsarķiš veršur nś gjųrt um til eitt veruligt rytmiskt spęlistaš. Almenningurin kann eftir ętlan fara til fyrstu konsertirnar ķ nżggja spęlistašnum um mišjan februar 2014.

Arbeišiš at gera elligamla bygningin um til spęlistaš byrjar eftir ętlan ķ august, nś taš er greitt, at Hśsavaršatęnastan eigur lęgsta tilbošiš at gera bygningin til spęlistaš. Felagiš bjóšar seg at gera arbeišiš fyri knappar 5 milliónir krónur uttan fyrivarni. Trż tilboš komu inn.

Taš er teknistovan Kontrast, iš hevur byggingina um hendi. Fyritųkan fer nś undir at samrįšast viš lęgsta bošiš. Sķšani veršur višmęli lagt fyri bżrįšiš at taka stųšu til.

- Vit eru fegin um tilbošini, vit hava fingiš. Og vit bķša spent eftir at spęlistašiš kemur. Hetta er avgjųrt nakaš, iš vantar ķ bżnum, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri.

Bygningurin er frį 1830-unum. Sķšani hevur pakkhśs, reinsarķ, vaskarķ og eina tķš eisini posthśs hśsast ķ bygninginum. Tórshavnar kommuna keypti bygningin fyri nųkrum įrum sķšani. Semja var um, at bygningurin skuldi varšveitast, og at hann skuldi nżtast til mentanarlig endamįl.

- Innręttingin av nżggja spęlistašnum er gjųrd ķ tųttum samrįši viš tónleikararnar ķ bżnum. Vit fegnast um góša samstarviš. Taš fer at gagna bęši gestum og teimum, iš framfųra.

Kelda: torshavn.fo

< Nżggjur kirkjugaršur ķ Kaldbak | Toftamenn gera innrįs ķ Havn >