12.07.2013 | Evni: Býráðið
Nýggjur kirkjugarður í Kaldbak
Skriva út | Send | Aftur

Tórshavnar kommuna: Sáttmáli at gera nýggjan kirkjugarð í Kaldbak er nú undirskrivaður. Kirkjugarðurin verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu á sumri 2014

Longu miðskeiðis í hálvfemsunum byrjaði at verða plásstrot í verandi kirkjugarði í Kaldbak. Og í dag er bert hitt eina plássið eftir í kirkjugarðinum.

Tað var tí ein fegin Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri, ið skrivaði undir sáttmála við Sp/f við Sjógv. Felagið stendur fyri arbeiðinum at gera nýggja kirkjugarðin.

- Vit fegnast um, at vit eru komin hartil, at nýggjur kirkjugarður verður gjørdur í Kaldbak. Tað eru nakað nógv ár síðani, málið varð reist. Tí fegnist eg um, at farið verður undir arbeiðið, sigur Jógvan Arge.

Lendið til nýggja kirkjugarðin var fingið til vega í fjør. Og tá tók arbeiðið at víðka um talið á plássum dik á seg.

Pláss er fyri 66 grøvum í nýggja kirkjugarðurin, ið kostar slakar 3 milliónir krónur at gera. Haraftrat er møguleiki fyri at víðka økið seinni, um tørvur verður á tí.

---

Ólavur í Beiti tann 12/07/2013, 16:18

< Nú skulu vit bæði skjótt yvir um ánna | Tilboð latin upp upp á Reinsaríið >