21.10.2011 | Evni: Býráðið
Nýggj ungdómscafé
Skriva út | Send | Aftur
Fyrr í ár samtykti kommunan at seta pengar av til eina ungdómskafé í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

Nú er komið so væl áleiðis við hesi ætlan, at nú leygardagin 22. oktober kl. 18 letur ungdómscafein í Býlingshúsinum á Norðasta Horni upp.

Øll eru vælkomin í sambandi við upplatingina. Ætlanin er, at kaféin verður opin tveir dagar un vikuna, mánadagar frá kl. 19 til 22.30 fyri ung frá 6 fl. til 18 ár og leygardagar kl. 19 til kl. 24 fyri ung frá 8 fl. til 18 ár.

Í ungdómshølunum ber til at spæla millum annað telduspøl, Playstation, Nitendo Wii og at vera á YouTube, ella bara at hava tað stuttligt saman á annan hátt, sigur Óli Midjord, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

---

< 10. flokk á dagsskeiði | Ungdómscafein latin upp >