19.10.2011 | Evni: Løgtingið
Bert smáar broytingar á tingi
Skriva út | Send | Aftur
Um val var í dag vann Sambandsflokkurin ein tingsess afturat og Framsókn fekk ein tingsess, men Tjóðveldi og Fólkaflokkurin mistu ein sess hvør. Hetta vísir nýggj veljarakanning hjá Kringvarpinum

Fólkaflokkurin og Tjóðveldi missa ein tinglim. Sambandsflokkurin og Framsókn fáa hvør sín.

Tað hevði úrslitið verið, um løgtingsval var í dag. Í øllum førum sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið í gjárkvøldið.

Sambandsflokkurin verður størsti flokkur við 23 prosentum av atkvøðunum. Tjóðveldi er næststørsti flokkur. Hann fær 21 prosent av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin fær 19,3 prosent av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær 18,8 prosent.

Miðflokkurin fær 7,9 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 6,1 prosent og nýggi flokkurin Framsókn fær 3,8 prosent.

---

Tingmannabýtið verður eftir hesari veljarakanningini, at Sambandsflokkurin fær átta, Tjóðveldi sjey, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin seks, Miðflokkurin tríggjar, Sjálvstýrisflokkurin tveir og Framsókn ein tinglim.

793 veljarar vóru spurdir í veljarakanningini.

< Tjóðveldi: Ferð á Føroyar | Fullveldi og fólkavøkstur >