27.09.2011 | Evni: Ymist
Gallup leggur í vaðið
Skriva út | Send | Aftur
Gallup Føroyar hevur sett Boga Eliasen sum forstjóra og Óla á Deild Olsen sum nevndarformann og styrkir við hesum um leiðsluna í felagnum.

Ellindur Egilstrøð, sum eigur felagið og sum hevur verið stjóri síðani Gallup byrjaði í Føroyum í 2002, heldur tó fram sum stjóri og kemur framhaldandi at hava dagligu leiðsluna av felagnum um hendi.

Stórar rembingar eru um allan heim í hesum tíðum og broytingar henda skjótt og fíggjarliga leikar hart á mangastaðni.

Gallup Føroyar hevur fingurin á pulsinum og ynskir at verða fremst at kunna um hvørji rák og broytingar síggjast og soleiðis veita best møguliga vitaninargrundarlag til framtíðar avgerðir.

Gallup Pulsurin er soleiðis eitt kunningarrit, sum er ment til føroyska marknaðin, sum kemur við ábending um hvussu okkara samfelag fer at síggja út. Tað eru komnir tríggir Gallup Pulsar higartil í ár og tann fjórði er á veg.

Vevmátingarlistin hjá Gallup sum er “defakto standard” listin hjá føroyskum online miðlum verður í løtuni útbygdur, so hann gerst enn eitt hentari amboð hjá bæði lýsarum, lýsingarstovum og miðlunum.

Fyri at kunna veita fyritøkum, stovnum, kommunum og øllum samfelagnum neyðuga vitan á dygdargóðan hátt, hevur Gallup Føroyar gjørt av at styrkja um leiðsluna og gera broytingar í bygnaðinum hjá felagnum frá 1. oktober 2011.

Óli á Deild Olsen verður nevndarformaður og kemur eisini at taka sær av at menna online tænasturnar hjá felagnum.

Bogi Eliasen verður forstjóri og kemur at hava høvuðsábyrgdina av Gallup Pulsinum og greining av tølum.

Fakta:

Gallup Føroyar Sp/f varð stovnað 25. apríl 2002

Leiðsla: Bogi Eliasen, forstjóri

Ellindur Egilstrøð, stjóri

Nevnd: Óli á Deild Olsen, nevndarformaður

Ellindur Egilstrøð, nevndarlimur

Bogi Eliasen, nevndarlimur

Gott 20 fólk arbeiða parttíð hjá Gallup í Føroyum við kanningum og øðrum uppgávum.

Kelda: Gallup Føroyar

---

< SAMTAK vil víðka Húsalánsgrunnin | Føroyskur relkredittur og lutaíbúðir >