24.08.2011 | Evni: Býráðið
Einar Jónsson og Føroyar
Skriva út | Send | Aftur
Røða Jógvan Arge, Mentanarnáttin í Reykjavík 2011, Sendistova Føroya

Tað er mær ein heiður sum formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs her á Sendistovu Føroya at bjóða tykkum at vera vælkomin til setanina av tí føroyska partinum í tiltiknu Mentanarnáttini í Reykjavík.

Fegnist eisini um samstarvið, sum Sendistovan og Tórshavnar býráð hava havt um hetta tiltak. Føroyska sendistovan býr í hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum. Á sama hátt er við íslendsku sendistovuni í Fútastovu í Tórshavn. Hetta er ein sterkt prógv um okkara vinarlag og felags áhugamál.

Høggmyndin Hondin

Í Nóatúni í Tórshavn stendur ein høggmynd av mætasta íslendska høggmyndamanninum Einari Jónssyni. Høggmyndin er frá 1905 og hevur tvey heiti – Høndin ella Demanturinn. Føroyingar hava rópt hana Hondin, og hon er gáva til føroysku tjóðina frá einkju listamansins.

Hondin er til minnis um tjóðarhetju føroyinga Nólsoyar Páll. Hon lyftir ein stóran stein – mest átøkur eini oyggj. Tað eru sjálvar Føroyar, sum hondin hevjar. Undir tummilfingrinum stendur ein kvenngudinna, við hørpu og pálmagrein. Henda mytiska mynd er skaldskapi føroyinga til heiðurs. Nólsoyar Páll átti sín stóra lut í hesum skaldskapi – ikki minst við Fuglakvæðinum í stríðnum móti embætismannavaldinum.

Einar Jónsson hevur sjálvur skrivað, at Hondin umboðar styrki og vilja at lyfta steinin. Sjálv hondin er slóðbrótarin og framtaksandin. Vit íslendingar og føroyingar hava síðani landnámið havt tað til felags – sjálvi at byggja land og við tíðini at menna eina sjálvstøðuga mentan og tjóð. Hvørt ættlarliðið hevur lagt sítt aftrat – tað veri seg við hondunum, herðunum ella høvdinum. Men ta sterku norrønu rótina hava íslendska og føroyska tjóðin framvegis til felags.

Mentunnarnáttin

Í dag borðreiða vit við føroyskum skaldskapi, myndlist og tónleiki – og eisini føroyskum brellbitum úr tvøsti, spiki og skerpikjøti. Vit sýna her fram modell av føroyskum høggmyndum eftir mætasta føroyska høggmyndamannin í nútíðini, Hans Paula Olsen, sum er at síggja allastaðni í Føroyum og uttanlands við. Vit fara eisini at hoyra føroysku rithøvundarnar Sólrún Michelsen og Hanus Kamban lesa upp úr egnum verkum.

Sum altíð, geva íslendingar føroyingum serstakt pláss. Um skamma stund fer borgarstjórin at seta myndlistaframsýning eftir Elinborg Lutzen í Hørpu og Guðrið Hansdóttir fer at syngja. Og ikki minst fegnast vit um konsertina, ið ungi tónlistamaðurin Teitur Lassen fer at hava í Hørpuni í kvøld. Tað er stórt.

Mentamálanevndin og Westward Ho

Tórshavnar býráð hevur altíð havt gott samstarv við Reykjavík og íslendingar í mentamálum, bæði beinleiðis og við grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn. Hetta er samstarv, sum vit eru sera fegin um, og sum er við til at geva hvørjum øðrum góðan íblástur.

Má nevna, at Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs í hesum døgum vitjar í Reykjavík. Vit hava valt Reykjavík, tí vit halda, at her kunna vit fáa íblástur til at koma longur fram á leið í okkara ítróttar- og mentamálum. Vit fara eisini at kunna okkum á Akureyri og á Akranes.

Tað sigur ikki so lítið um sambandið okkara millum, at íslendingar hava boðið Tórshavnar býi serstakan leiklut í íslendska sjómannadegnum. Ætlanin er, at Tórshavnar og Faxaflóahafnir gera formliga avtalu, sum fevnir um regluliga vitjan av sluppini Westward Ho á sjómannadagnum og onnur mentanarlig átøk eins og gjørt verður her á mentanarnáttini í ár. Tað gleða vit okkum til.

Djúrpur boðskapur í Hondini

Høggmyndin Hondin er eisini ein fráboðan frá Einari Jónssyni um tann leiklutin, sum listafólk eiga at hava: at bróta slóð, at menna teirra egnu sereyðkenni og ikki ganga í fótasporunum hjá øðrum. Bert á henda hátt verður verulig list skapt.

Víst eiga bæði íslendingar og føroyingar nógv slík listafólk eisini á altjóða stigi. Tað er ikki avgerandi, hvussu stór tjóðin er í fólkatali, men hvussu stór hon er í vilja og styrki – í framtaksanda. Eins og hondin hjá Einari vísir viljan og styrkina til at skapa, stendur tað til okkara sjálvs at gera tað fram á leið.

Henda myndin avmarkar seg tí ikki bert til Nólsoyar Páll ella til listina og leiklutin hjá listafólkinum. Tilverugrundarlagið bæði hjá føroyingum og íslendingum hevur mangan verið kargt. Við hvørt er tað náttúran, ið er atvoldin til bakkast og mótburð. Við hvørt eru tað vit sjálvi, sum missa tamarhaldið.

Hondin hjá Einari, sum stendur so friðarliga úti í Nóatúni millum Sjómansskúlan, Havstovuna og Fróðskaparsetrið, er tí eitt satt megnarverk. Hon minnir okkum á, at í okkum er íborin vilji og styrki til støðugt at rudda slóð og byggja land.

Og gyðjan við hørpuni og pálmagreinunum, hon verjir støðugt mentanina – málið, søguna og listina. Tí uttan mentanina, er hondin andleys og ikki lív lagað.

Eg fari at enda hesi fáu orð við ynskinum um eina góða mentanarnátt í Reykjavík. Takk fyri.

---

< Musikkskúlin byrjaður aftur | HS vil hava nýggjan svimjihyl >