09.03.2010 | Evni: Býráđiđ
Skúlin á Argjahamri
Skriva út | Send | Aftur


Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráđ hevur samtykt at nýggi skúlin á Argjum skal eita Skúlin á Argjahamri.

Tórshavnar kommuna hevur ongantíđ sett navn á fólkaskúlan, sum verđur bygdur til argjabřrn á Hamrinum á Argjum.

Upprunaliga varđ arbeitt viđ ćtlanum um at umvćla og útbyggja Argja Skúla niđri í bygdini, men gingiđ varđ frá hesi ćtlan og í stađin varđ avgjřrt at byggja nýggjan skúla uppi á Hamrinum.

Arbeiđsheitiđ hevur tó framvegis veriđ Argja Skúli, men hetta tykist ikki fara at hóska so vćl sum navn á nýggja skúlanum, tí tá fer bland at koma í hugtřkini.

Vit vita jú, at heimi í Havn hava vit tveir Kommunuskúlar og tveir kommunuskúlagarđar, nýggja og gamla, sjálvt um teir gomlu vórđu avlagdir sum slíkir fyri meir enn 50 árum síđani.

Til tess at nýggi skúlin á Argjum skal hava eitt navn, sum lýsir hansara sjálvstřđu og stađseting vćl og virđiliga, varđ skotiđ upp fyri mentamálanevndini, at hann verđur nevndur: Skúlin á Argjahamri

Hetta er eitt snřgt navn. Argjahamar er helst nýggj samanseting av stađarnavninum, men tađ er ikki óvanligt í Tórshavnar kommunu at menna gomul nřvn so hvřrt, sum samfelagsmenningin krevur tađ.

T.d. ćt onki Sandvíkarhjalli fyri fáum árum síđani. Men tá fariđ varđ at gera brennistřđ og annađ á Hjallanum omanfyri Sandvíkar, varđ stađarnavniđ drigiđ saman til Sandvíkahjalli, sum situr sum stoypt.

Mentamálanevndin hevur einmćlt tikiđ undir viđ at nýggi skúlin á Argjum verđur nevndur Skúlin á Argjahamri.

---

< Nýval útskrivađ fyri 1. apríl | Eftir arbeiđstíđ >