03.03.2010 | Evni: Bżrįšiš
Nżtt ungdómsvirksemi ķ Hoyvķk
Skriva út | Send | Aftur



Frķtķšarvirksemi veršur nś sett ķ verk fyri ungdóm ķ Hoyvķk. Mentamįlanevndin hjį Tórshavnar bżrįš hevur ķ dag einmęlt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góša viku – tann 15. mars.

- Okkara umsiting fyri bųrn og ung hevur eftir įheitan frį bżrįšnum mett um tųrvin į frķtķšarįtųkum millum tey ungu ķ kommununi sum heild og męlir til tķlķkt virksemi ķ Hoyvķk beinanvegin, tķ har er tųrvurin stųrstur, sigur formašurin ķ mentamįlanevndini Jógvan Arge.

Virksemiš veršur ķ frķtķšarskślanum viš Hoyvķkar skśla, sum skślaleišslan og leišslan fyri frķtķšarskślan hava jįttaš at lata upp fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartķš.

Ķ fyrstu atlųgu veršur talan um tveir dagar um vikuna, mįnakvųld frį kl. 18 til 23 og leygarkvųld frį kl. 22 til 02 ķ trķggjar mįnašir sum ein royndarskipan. Aldursbólkurin er millum 13 og 18 įr.

Hesar trķggjar mįnaširnar veršur arbeitt vķšari viš, hvussu hetta ungdómsvirksemiš ķ Hoyvķk kann skipast eftir einum fųstum leisti ķ framtķšini. Haraftrat veršur arbeitt vķšari viš mųguleikunum ašrastašni ķ kommununi.

Fólkatališ ķ Hoyvķk veksur alsamt og barnatališ viš. Jógvan Arge, nevndarformašur, sigur at kommunan hevur kannaš mųguleikarnar fyri sonevndum klubbvirksemi fyri bųrnum śr 3. til 6. flokk ķ Hoyvķk. Hesin spurningur er ikki loystur enn, men arbeitt veršur vķšari viš ętlanini, eitt nś ķ sambandi viš, at Hoyvķkshųllin veršur śtbygd, sigur hann.

Ķ fjųr heyst var ungdómstilboš sett ķ verk fyri ungdómin ķ Nólsoy. Har lata tey vęl at įtakinum hjį Tórshavnar Kommunu.

---

< Nżtt vatnreinsiverk ķ Kirkjubų | Mentamįlanevndin skošar rķkiš >