11.12.2009 | Evni: Bżrįšiš
Havnar sųga: Frį landnįmi til okkara dagar
Skriva út | Send | Aftur
Rųša hjį Jógvani Arge, formanni mentanarnevnd Tórshavnar bżrįšs, ķ Müllers Pakkhśsi viš śtgįvuna av 3., 4. og 5. bindi av Havnar sųgu.

Taš var ķ teimum dųgum, tį Leivur Hansen var borgarstjóri ķ Havn, at Tórshavnar Bżrįš ķ įrinum 2000 lat gera eitt mentanarįlit. Har varš sagt, at bżarsųgan er sjįlvt grundarlagiš fyri at kunna skilja dagsins samfelag, dagsins mentan og tey, sum nś liva og virka ķ bżnum.

Skrivaš varš, at Havnin er sųgurķkur bżur viš mongum sporum av lķvi ķ meir enn 1000 įr – og so kom hjartasuffiš: ”Men enn er ongin samanfatandi og neyv bżarsųga skrivaš”.

Arbeišsbólkurin męlti til, at bżrįšiš lat upp ķ hendurnar į kųnum fólki at skriva Havnar sųgu frį landnįmi til okkara dagar, har eisini nżggjasta bżarsųgan er viš og greišir frį teimum stórbroytingum, iš eru farnar fram tey seinastu ęttarlišini.

Bólkurin męlti eisini til, at hśs og bżlingar viš serstųkum sųguligum og byggisųguligum virši vóršu skrįsettir ķ mišvķsari ętlan og komu undir stušuls- og verndarskipan.

Hetta seinasta varš partvķst avgreitt viš tķ snotiliga bżaratlassinum, sum varš latiš śr hondum fyri slųkum trimum įrum sķšani.

Hųvundar undir vęšingini
Bżrįšiš tók eisini tilmęliš um heildarsųguna fyri bżin ķ įlvara og setti longu ķ 2000 eina ritstjórnarnevnd at skipa fyri įtakinum. Ķ hana komu Annfinnur ķ Skįla, Andrass Mortensen, Bįršur Jįkupsson, Gunnar Hoydal og eg sjįlvur.

Eitt taš fyrsta stigiš var at finna fólk til uppgįvuna, og ķ 2001 vóršu sųgufrųšingarnir Jens Pauli Nolsųe og Kįri Jespersen settir at arbeiša burtur av viš Havnar sųgu.

Teir fingu innivist uppi undir vęšingini ķ tķ sųguliga Meinigheitshśsinum frį 1896, sum nś ķ mong įr hevur veriš karmur um bżrįšsfundirnar ķ Havn.

Tey vóru fleiri, sum ivašust ķ, hvussu rętt taš var at bišja tveir sušuroyingar ķ Havn til uppgįvuna. Men taš er eisini ein sannroynd, at tś kanst fįa fult so vęl burtur śr at skoša sųguna viš eygum uttanķfrį – og annar teirra var skjótur at siga, at hann var ikki heilt ókendur ķ Jerusalem, hevši ęttarbond til Velbastaš.

Ritstjórnarnevndin įsannaši, at Havnar sųga er ikki bert sųgan um Havnina, men ķ stóran mun eisini Fųroya sųga, tķ nógv av tķ almenna lķvinum hevur ķ ųldir fariš fram ķ Havn.

Vit hildu, at kanska kundi sųgan ųll avgreišast ķ einum trimum fittum bindum, men taš var skjótt greitt, at sųgan var nógv rķkari og fjųlbroyttari enn so, skuldi hon verša eitt dygt grundarlag fyri at kunna skilja dagsins samfelag, dagsins mentan og tey, sum nś liva og virka ķ bżnum.

Tęr fimm bųkurnar
Tvey bind komu śt fyri fimm įrum sķšani. Tey lżsa sųguna frį bóndagaršinum į Hśsabrśgv ķ vķkingatķš til Vįgsbotnshandilin hjį Niels Ryberg, lżsti kongliga einahandilin og lķv og vųkstur ķ Havn fram til 1816.

Tęr trķggjar bųkurnar, sum ķ dag verša lagdar fram, snśgva seg ķ hųvušsheitum um tķšarskeišiš frį 1816 til 1909, tį Havnin fekk keypstašarręttindi og eitt bżrįš, sum burtur av varš valt av fólkinum.

Allar trķggjar bųkurnar byrja viš frįsagnum, serligum tilburšum og samtķšarlżsingum av Havnini – og taš er ikki so lķtiš, sum finst av slķkum, skrivaš av bęši fųroyingum og śtlendingum, men serliga śtlendingum – glųgt er jś gestsins eyga.

Ķ trišju bók veršur nógv gjųrt burtur śr grindaveišuni hjį havnarmonnum fram til dagin ķ dag og frį skiftinum frį einahandli til frķhandil, sum fekk so ómetaligan tżdning fyri bżin og landiš.

Fjórša bókin lżsir Skansan og hansara sųgu frį 1812, tį Napoleon varš rikin śr Moskva, til 1865, skślan ķ Havn frį 1812 til 1912 og taš sera tżdningarmiklu trašarsųguna, sum var bjargingin hjį mongum śtróšrarmannaheimi, fram til 1909 viš nįgreiniligum yvirliti yvir traširnar ķ Hśsahaga og Flatnahaga/Įlakershaga.

Rķkt handils- og vinnulķv
Fimta bokin er um handil og fiskivinnu. Frķhandilin setti ferš į hesar vinnur, og Havnin var ikki aftast ķ hesi stóru menning viš meginhandlum og stórum skipaflota. Her finna vit sųguna um, hvussu handilsvirkini mentust og virkašu, og vit fįa sųguna um tann vaksandi skipaflotan og hansara virksemi inn ķ farnu ųld.

Fųroya fyrsta ķdnašarvirki, Fabrikkin hjį Ųstrųm, her ķ grannalagnum hevur sķna hugtakandi sųgu, umenn raksturin ikki gekk so vęl, og tann stóri vųksturin ķ fólkatalinum og bżarsamfelagnum veršur eisini lżstur inn ķ farnu ųld.

Bųkurnar eru ķ stórum broti, snųgt uppsettar og vęl myndprżddar viš forkunnugum tekningum og myndum, sum vit ķ mongum fųrum aldrin hava sęš fyrr.

Grafik studio hevur giviš bókunum sniš og gjųrt permurnar. Fųroyaprent hevur brotiš um, višgjųrt myndir, prentaš og bundiš inn. Og Bókadeild Fųroya Lęrarafelags hevur stašiš fyri śtgįvuni.

Seinastu 100 įrini eftir
Vit, sum viš įhuga hava lisiš alt um Havnina, sum Andrias Ziska, Maurentius viš Stein, Petur Hįberg, Niels Juel Arge, Jens av Reyni, William Heinesen og fleiri hava skrivaš gjųgnum tķširnar, gleša okkum til hesar bųkurnar, sum gera meiri burtur śr og seta teir ymsu lutirnar ķ sųguni ķ samanhang.

Men hundurn er ikki fullbardur enn. Setningurin var ein Havnar sųga frį landnįmi til okkara dagar, har eisini nżggjasta bżarsųgan er viš og greišir frį teimum stórbroytingum, iš eru farnar fram tey seinastu ęttarlišini.

Hesin parturin er ikki komin fyri enn, men liggur fyri framman. Eg hugsi, at taš veršur ikki minst spennandi at taka saman um tey seinastu 100 įrini av Havnar sųgu. Gongdin og skiftini hava veriš skjótari, og lutirnir og fólkini hava veriš nógv, nógv fleiri.

Hesin parturin er kanska torfųrari at skriva, tķ hann er so nżggjur, men fakta eru nś einaferš fakta, og taš kann gott vera, at ein ųšrvķsi stķlur er neyšugur til hendan partin.

Men skula vit skilja samtķšina og okkum sjįlvi, so mugu vit vita vęl um fortķšina, eisini ta fortķšina, sum er nęst okkum, so taš er bara at leggja ķ vašiš.

Eg fari at nżta hųviš til vegna ritstjórnarnevndina og bżrįšiš at takka rithųvundunum fyri avrikiš – eins og hinum, sum hava gjųrt hetta verkiš mųguligt.

Hetta eru prżšiligir steinar til varšan yvir okkara deiligu Havn.

Jógvan Arge

---

< Perlan ķ mentanargųtuni | Havnin heišrar tónleikarar >