15.06.2005 | Evni: Býráđiđ
Rennibreyt á Hálsi
Skriva út | Send | Aftur

Tórshavnar Býráđ fer á fundi í nćstu viku at taka eitt týđandi stig fram móti einum frćlsítróttavřlli í Havn.

Mentamálanevndin og fíggjarnevndin mćla býráđnum til at góđtaka eina byggiskrá fyri rennibreyt v.m. á Hálsi og játta 700.000 krónur til projektering.

Byggi- og býarskipanarnevndin mćlir samstundis býráđnum til at fara undir at broyta byggisamtyktina fyri řkiđ, sum frammanundan útlagt sum vinnuřki, men nú skal broytast til ítróttarřki.

Máliđ hevur ferđast í býráđnum í eini tvey ár, men er nú tikiđ fram aftur av álvara av nýggju býráđssamonguni og hevur fingiđ einmćlta undirtřku í řllum nevndum.

Ćtlanin er at bera skjótt at, so arbeiđiđ kann bjóđast út fyrst í nćsta ári og rennibreytin standa liđug á heysti 2006.

Frćlsítróttavřllur krevur rćttiliga fitt av plássi, og til tess at fáa pláss til rennibreytina á Hálsi verđur neyđugt at makaskifta nakađ viđ Fřroya Sparikassa, sum eigur stórt stykki norđanfyri rundkoyringina á Hálsi.

Ćtlanin er, at hesin nýggi ítróttavřllur skal lúka allar treytir, sum verđa settar á oyggjaleikastigi og hava seks geirar ella breytir.

Stađsetingin er heppin, tí rennibreytin kemur at liggja nćrhendis Gundadali viđ sínum ymsu vřllum og svimjihřll og ítróttarhřllini á Hálsi. Her ber til at samskipa tiltřk og útbúnađ, sum řll ítróttafelřg kunnu gagnnýta til stóran fyrimun fyri menningina av ítróttinum í Havn, tekur ein arbeiđsbólkur til.

Bólkurin metir eisini, at rákiđ er, at fleiri og fleiri fólk fara at motiónsrenna. Tí verđur ein rennibreyt mett sum eitt gott íkast til betri fólkaheilsu og tilbođ til borgararnar í Havn.

”Hetta er eitt stig, sum fleiri ćttarliđ av býarpolitikarum hava forsřmt. Tćr fyrstu ćtlanirnar um rennibreyt í Havn eru meir enn hálva řld gamlar, men tann klassiski ítrótturin hevur altíđ noyđst at vikiđ fyri áhugamálunum hjá řđrum ítróttagreinum”, sigur Jógvan Arge.

”Nú eru vit loksins komin hagar til, at gróđrarbotnur er í býráđnum og millum manna fyri at skapa okkum umstřđur til at íđka tćr klassisku ítróttagreinirnar, sum eru grundarlagiđ undir řllum řđrum ítrótti – til frama fyri elituítróttafólk og ikki minst almenningin, bćđi stór og smá”.

Eitt munagott átak í so mangar mátar.

< Virđisleys fřroysk yvirtřkulóg | Fyrsta kongliga vitjan á Argjum >