05.11.2004 | Evni: Spyr Jógvan
Tórshavn - fyrst og fremst
Skriva út | Send | Aftur
Halló Jógvan:

Nógv verður gjørt burturúr, nú valið nærkast. Summi hvessa sær pennin, onnur vitið og nøkur fá gera bæði. Eitt, sum eg beit merki í, er slagorðið "Tórshavn - fyrst og fremst".

Tað eru bæði argjamenn o.o., sum leggja andlit til hetta slogan, og tað tykist eitt sindur ørkymlandi, tí í kommununi eru jú Kollafjørður, Nólsoy, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbak, Hestur og Koltur.

Hvørja áskoðan hevur virknasta valevni á lista E um hendan spurning?

Palli

Svar:

Halló Palli!

Ja, hatta er eitt slagorð, sum fólkaflokkurin koyrir runt við. Eg sigi sum tú, at hatta má vera ørkymlandi fyri tey, sum ikki búgva í Havn.

Helst er hatta eisini ein greið ábending um, at allir flokkar taka ikki útriðirnar í sama álvara. Fólkaflokkurin signalerar ið hvussu so er, at útriðirnir skula ikki rokna við vælvild, fyrrenn Havnin einaferð hevur fingið alt sítt.

Okkara stevna er, at fólkið í bygdum og oyggjum skal hava javnbjóðis møguleikar eins og sama rætt og somu skyldur sum vit havnarfólk.

Vit vilja eisini Havnini alt tað besta, men vit ásanna samstundis tær skyldur, sum kommunan hevur átikið sær mótvegis bygdum og oyggjum.

Heilsan

Jógvan.

< E-dagur verður týsdagin | Ferðslan inn í býin >