29.10.2004
| Evni: Býráðið
|
Café E í Kaldbak og Kollafirði
|
Tjóðveldislistin til býráðsvalið hevði café í Kaldbaks skúla í kvøld. Fitt av fólki var møtt. Martin Dam skipaði fyri og læt fundarfólkinum orðið at siga sína hugsan upp undir kommunuvalið.
Gjøgnumgangandi varð hildið, at kaldbaksfólk fáa ov lítið at vita um tær ætlanir, sum eru í Kaldbak, og eisini hinumegin fjørðin – á Sundi. Teimum dámar lítið asfaltverkið, sum nú er komið upp á Sundi, og gjørdu vart við, at hetta mál hevur kaldbaksnevndin ongantíð fingið nakað at vita um, hóast Sund hoyrdi til gomlu Kaldbaks Sókn. Jan Christiansen var eisini komin á fund. Hann viðgekk, at hann hevði ikki vitað, at mál viðvíkjandi Sundi skuldu fyri kaldbaksnevndina, og tí hevði hann ikki tikið tey fyri har. Aðrir høvuðsspurningar í Kaldbak eru parkeringsviðurskifti og útstykkingar, bátahylur og ídnaðarøki. Tey fílast á, at barnagarðurin, sum verður bygdur í Kaldbak, er eini sethús, meðan stovnarnir í Havn eru serbygdir stovnar og spyrja, hví hesin munur er? Á fundinum varð ásannað, at viðurskiftini í Havn og á bygd eru ymisk. Sjálvur førdi eg fram sjónarmiðið, at kommunan eigur at lata øll mál um bygdir og oyggjar ganga um eitt skriviborð, so onkur samskipari hevur yvirlit yvir, hvat rørist og krevst í kommununi uttanfyri Havnina. Á café í Kollafirði mikukvøldið var sama søgan. Kollfirðingar hildu seg vita ov lítið og hildu seg eisini vera ov lítið eftirspurdar. Tað lítla sambandið millum kommununa og borgarnar í bygdini elvdi til frustratiónir og misskiljingar, hildu teir. Tosið við okkum um spurningarnar, so skula vit nokk finna loysnir, var niðurlagið hjá kollfirðingum. ---
---
|
|