11.10.2004
| Evni: Spyr Jógvan
|
Grenj ella andstøða
|
Spurningur 1
Góðan dagin Jógvan Í politikki sæst mangan, at andstøðan, nærum pr definisjón, finst at - og í mongum førum beinleiðis grenjar - tí tað er einki ella lítið at vinna politiskt við at vera ov samd við meirilutan. Heldur tú, at tit, sum sita í andstøðu í Tórshavnar býráði hava verið ov atfinningarsom - bara tí at tit sita í andstøðu? Havnarborgari
Svar: Góði Havnarborgari Tað er nattúran í einum býarstýri, sum býtir seg í meiriluta og minniluta, at andstøðan finst at teimum átøkum hjá meirilutanum, sum hon ikki stuðlar. Okkara atfinningar kunnu sjálvsagt av meirilutanum skýrast grenj, men tað er tí, at hann helst vil hava síni mál ígjøgnum uttan ov nógva almenna umrøðu. Tær veruligu avgerðirnar verða jú tiknar á skýmaskotsfundum í samgonguni, sum Tórfinn Smith jú váttaði herfyri. Eg haldi ikki, at vit í minnilutanum hava funnist at bara fyri at finnast at. Veruleikin er, at so at siga alt býráðið hevur verið samt um mong mál, men tá meirilutin er farin út um mark ella skeiva leið, hava vit tilskilað okkum rætt til at tala at. Tað er ein týðandi partur av tí at sita í minniluta í býráðnum. Fanst ongin at, og var ongin á varðhaldi, so endaði býráðið alt sum ein innforstaðin klubbi, har alt bar til. Ongin gjørdi almenningin varugan við, at býarins vísu fedrar ikki í øllum lutum eru vísir - bara tí teir hava tikið seg saman í ein bólk at stýra. Ein atfinningarsom andstøða er borgan fyri fólkaræði. Vinarlig heilsan Jógvan.
|
|