03.04.2004 | Evni: Bżrįšiš
Óli Holm formašur ķ FSF
Skriva út | Send | Aftur

Tann longsti ašalfundurin ķ 25 įra sųgu Fótbóltssambandsins fekst frį hondini fyrrapartin.

Viš 14 atkvųšum varš Óli Holm ķ Vįgi valdur til formann eftir Dįnjal Andreassen ķ Leirvķk, sum hevši tikiš seg aftur sum valevni. Mótvalevniš hjį Óla Holm, Christian Andreassen ķ Havn, fekk sjey atkvųšur, og ein atkvųša var blonk.

Fżra nevndarlimir vóršu eisini valdir ķ dag. Upprunaliga skuldu trķggir veljast, men av tķ, at Óli Holm varš valdur til formann, vantaši ein nevndarlimur fyri eitt įr.

Tķ varš atkvųšugreišslan um nevndarlimirnar vķškaš soleišis, at felųgini kundu seta fżra nųvn į atkvųęšusešilin. Ķ uppskoti vóru fimm.

Trķggir teir fyrstu vóru so valdir fyri tvey įr og tann, sum fekk fjóršflestaratkvųšur, fyri eitt įr. Stóš į jųvnum um hendan sessin, skuldi lutakast verša.

Śrslitiš av atkvųšugreišsluni var, at Magnus į Stongum, Eiši, fekk 19 atkvųšur, Bjarki Mohr, Tórshavn, 18, Rśni Heinesen, KJaksvķk 17, Karl Vidtfeldt, Sandi, 17, og Per Hansen, Tórshavn, 13.

Sostatt vóru Magnus į Stongum og Bjarki Mohr beinleišis valdir fyri tvey įr. Viš lutakasti varš Rśni Heinesen valdur fyri tvey įr, og sostatt varš Karl Vidtfeldt valdur fyri eitt įr.

Tiltaksmenn vóršu valdir Per Hansen og Mortan Poulsen ķ Havn.

Taš skiltist į monnum į ašalfundinum, at teir nś vóna at fįa friš ķ felagsskapinum, so gerast kann eitt dygdararbeiši. Taš eru seks vikur sķšani ašalfundurin byrjaši, men hann varš śtsettur tvęr feršir orsakaš av óvissu kring formansvališ.

Frįfarandi formašurin var ikki misnųgdur viš śrslitiš. Hetta var tann loysnin, sum eg bjóšaši ķ december, segši hann ķ frįfaringarrųšu sķni og ynskti FSF góšar byr.

Óli Holm er ikki ókendur ķ fótbóltssamanhangi. Hann hevur bęši veriš leikari og nevndarlimur ķ VB, eins og hann ķ mong įr hevur sitiš ķ nevndini ķ FSF.

Hann er varaskślastjóri ķ Vįgi og var eitt skifti landsstżrismašur ķ mentamįlum. Hann dugdi eisini at spęla borštennis tann tķš, taš var. Nś motionerar hann mest į eini kondisśkklu vesturi ķ Bų ķ Vįgi.

---

< Sjįlvręšiš er besta tilfeingiš | Lakjumašurin verjir Tinganes >