14.03.2004
| Evni: Røður
|
Grækarismessurøða 2004
|
Grækarismessurøða 2004: Hvør fuglur letur við sínum nevi. Soleiðis verður eisini í dag. Eg fari at loyva mær at halda grækarismessurøðu upp á mín máta. Lat meg bara byrja við at staðfesta, at tað var altíð spennandi, tá boðað varð til skrúðgongu á Grækarismessu. Gaman í kundi tað vera nakað kalt at standa í stuttum buksum og skótaskjúrtu og líða á røður og horntónleik her á Vaglinum. Men vit vóru errin av at ganga í skrúðgongu. Tað ráddi um at vera væl útborin, ganga í góðari takt, syrgja fyri at bera fløggini bæriliga og helst skuldu fleiri dugnatekin og stjørnur vera á búnanum enn árið fyri. Hátíðardámur var altíð yvir degnum, og tað, sum sagt varð á røðarapallinum, samsvaraði við tað, sum skótaleiðarar, lærarar og foreldur royndu at læra okkum upp til: at njóta nattúruna, at nýta nattúruna, at verja hana og vera góð við fuglin. Tjaldur móti ravni Flokkarnir hjá okkum høvdu allir fuglanøvn, og um tú vildi tað ella ei, so var okkurt, sum gjørdi, at einastørsta virðingin stóð um Tjaldursflokkin. So kanst tú spyrja, hvussu var við okkum, sum vóru kosnir at stovna ein nýggjan flokk, sum fekk navnið Ravnur. Vit mundu ikki hugsa so nógv um, at ravnurin er ein rovfuglur og góvu okkum heldur ikki stórvegis far um tann spenning, sum altíð hevur verið millum tjaldur og ravn í teirri føroysku náttúruni. Vit vóru jú í sama skótaliði. Men tað var ikki gamalt, at tjaldur og ravnur vóru í somu fylking. Tað síggja vit einabest í tí frálíka Fuglakvæðnum, sum Nólsoyar Páll yrkti fyri 200 árum síðani. Har nýtir hann tjaldrið at ímynda andstøðuna móti ravninum og øllum øðrum rovfuglum og sum verju hjá teimum, sum formáddu sær minni. Hetta kvæði er ein langur táttur, sum Nólsoyar Páll yrkti í stríði sínum fyri smámannin móti einahandli og embætismonnum. Útnýtararnir vórðu avmyndaðir sum rovfuglar og almúan sum heiðafuglar og smáfuglar. Sjálvur var hann tjaldrið. Vælumtóktur fuglur Fara vit longur aftur í bøkurnar til Lucas Debes, síggja vit, at tjaldrið var ein væl umtóktur fuglur. Ein tann størsti bágin í haganum var, at ravnurin var so altráður eftir lombum og veikum óm. Tað kundi kosta dýrt, og tí var tað bóndunum stór hjálp, at tjaldrið var ravnsins fíggindi. Hann tók til rýmingar, tá Tjaldrið søkti at.
Jens Chr. Svabo staðfestir í 1770unum, at føroyingar hildu tjaldrið gera gagn í bardaganum móti ravninum. Tá vóru fuglar ikki friðaðir sum í dag, men Svabo helt, at tjaldrið hevði uppiborið at fáa frið. Soleiðis var eisini á Húsum í Kallsoynni longu tá á døgum. Har skutu teir ikki tjaldur og rændu heldur ikki eggini. Til tess var fuglurin ov virðismikil í aðrar mátar. Men tjaldrið var ikki vorðið nøkur ímynd av føroyskum samleika tá. Tað bleiv tað ikki fyrrenn Dr. Jakobsen, sonur bókhandlaran H.N. Jacobsen, hevði granskað lívssøguna hjá Nólsoyar Pálli og tað, sum búði undir myndunum í Fuglakvæðnum. Tjaldrið verða skal várt merki Hann legði sítt granskingararbeiði fram í Føringafelag í Keypmannahavn í 1887. Hansara framløga gav tjaldrinum meiri innihald og átti sín stóra lut í, at tjaldrið gjørdist ein tjóðarímynd fram um veðrin, sum í øldir hevði verið eyðkennismerki. Árið eftir yrkti hann um sama evni: Tjaldrið kom og kleiv tað dimmið / sló so ramt eitt slag / høgdi rovfuglarnar grimmu / birti ljósan dag. / ”Føroyingar” fremjið verkið./ Geri ei Føroyum skamm / Tjaldrið verða skal várt merki / hvar vit halda fram. Summarið 1888 var stór heimsframsýning í Keypmannahavn. Nógvir høgir og lágir føroyingar vóru hjástaddir, og Føringafelag beyð teimum til samkomu. Hetta var størsta veitsla, sum føroyingar nakrantíð høvdu havt í Keypmannahavn, og á henni varð tjaldursmerkið vundið í húnarhátt á fyrsta sinni. Gestirnir tóku hesa nýggju tjóðarímyndina við sær. Tá Mortensensmenn í 1890 komu við fyrsta dampskipinum ”Føringi”, høvdu kvinnurnar í Føroyingafelag gjørt teimum eitt flagg við einum ungum tjaldri í miðjuni. ”Ver pjøkin sum tjaldrið og verj teg væl,/ tá altíð eydnan tær fylgja skal”, søgdu tær í síni heilsan. Hetta var fyrsta ferðin, tjaldrið varð brúkt sum ímynd í Føroyum, men síðani vaks undirtøkan í stórum, og tjaldursmerkið var at síggja á fólkafundum, útferðum og aðrastaðni, har fólk kom saman. Tað er onki yvir at dylja, at tjaldrið á henda hátt varð knýtt at tjóðskaparrørsluni og tjóðarmenningini. Grækaris og Føroyar Alt hetta varð aftur knýtt at Grækarismessu. Tjaldrið hevði altíð verið várboðari. Gamalt var, at tjaldrið kom aftur hendan dag, og hetta var júst um ta tíðina, tá ljósið fór at vinna á myrkrinum, nattúran fór at vakna úr vetrardvala og vónirnar birtust av nýggjum. Grækarismessa var jú várjavndøgur, áðrenn álmanakkin varð stillaður fyri 300 árum síðani. Dagfestingin fall saman við deyðadegnum hjá tí tiltikna pávanum Grækarisi hinum Mikla í Rom. Hann doyði fyri snøggum 1400 árum síðani, tann 12. mars í árinum 604. Grækaris var nógv umhildin, og hóast hann sat langt burturi, so er ikki óvist, at hann eisini hevði týdning fyri Føroyar. Søga okkara hetta tíðarskeiðið er ógvuliga kám, men samstundis er rúm fyri páhaldum. Onkur søgufrøðingur heldur, at tað væl kann vera, at okkurt átakið hjá Grækarisi hinum Mikla gjørdi, at Føroyar vórðu bygdar av fyrstan tíð. Hann sendi trúboðarar til Bretlands. Tað hevði við sær, at keltiskir írskir munkar tóku seg aftur úr Bretlandi og leitaðu sær friðskjól á oyggjum og hólmum aðrastaðni. Soleiðis kann Grækaris hava verið tann, sum beinleiðis ella óbeinleiðis gjørdi, at írskir munkar bygdu Føroyar fyrst. Hesin sami Grækaris skal hava íbirt tann gregorianska kirkjusangin, og tað verður hildið, at tey føroysku kingoløgini eru komin av hesum kirkjusangi. Grækaris hin Mikli varð, ið hvussu so er, gjørdur halgimenni, og deyðadagur hansara varð hildin víða um lond honum til áminningar. Fagna várinum á Grækarismessu Í Norðurlondum trúðu tey, at Grækarismessudag vaknaði nattúran til nýtt lív, planturnar nældu, fyrstu nálirnar kagaðu undan og ferðafuglurin kom aftur úr fjarskotnum londum. Sum fráleið var dagurin eisini gjørdur til skúlaveitsludag, og i miðøldini var siður at børnini høvdu frí. Valdur varð ein skúlabispur og við honum á odda varð farið í kirkju, har hann talaði og tey sungu. Tey sungu, sum vera mann, av gleði, tí nú fór dagurin at vinna. Hvørji hald vit hava havt á Grækarismessu í fornum tíðum eru ongar heimildir um. Men í farnu øld sóust javnan um hesa árstíðina yrkingar um vár og tjaldrið í bløðunum, og vit vita eisini um, at felagsskapir boðaðu til grækarismessuhald. Tað síggja vit eitt nú í 1921 og 1922. Tað fyrra árið varð kvøldseta við sangi hildin í Klubbanum, og seinna árið hevði Havnar Hornorkestur konsert undir Tinghúsinum, og sjálvandi var tjaldurssangurin hjá Jákupi Dahl og Peturi Alberg á skránni. Seinni síggja vit, at Skótalið Sigmunds Brestissonar í 1939 hevði grækarismessubál í Varðaholuni, har liðstjórin helt røðu um tjaldursfuglin. Men nakað skipað hald fekst ikki í lag fyrrenn undir krígnum. Oddamaður fyri tí var fuglavinurin Sverre Patursson í Kirkjubø. Hann kastaði saman við sangarum, hornblásarum og skótum og síðani er ikki slitnað sundur. Sjálvur var hann røðari tey mongu fyrstu árini, og ongin ivast í at heiðra hann fyri hansara áhaldandi stríði fyri at fáa fólk at virða og hjúkla um fuglin, tí hann er landsvirði. Tað var eisini Sverri, sum skrivaði bókina Fuglar og fólk. Havnin og urtagarðarnir Sverri Patursson fekst við so mangt. Hann var eisini blaðstjóri og útgevari á blaðnum Fuglaframa, har skrivað varð um mangt og hvat. Havnin og hennara menning var eisini á breddanum, og ein spurningur var, hvussu farast skuldi um tann nýggja miðbýin her á leiðini kring Vaglið. Tað eru góð hundrað ár síðani, farið varð at gera Tinghúsvegin og byggja hús niðan við honum. Hetta vóru vøkur og eftir tátíðarmeti stór hús. Í eini grein í Fuglaframa í 1896 varð hildið, at her uppi var betri andarúm millum húsini enn longur úti í Havn. Blaðið skrivaði, at hesi húsini tóku seg ikki so ófitt út í einum beinum rað við sínum grasagørðum út móti vegnum. Men fíltst varð á, at grótgarðarnir fjaldu teir snotiligu og litríku urtagarðarnar við Tinghúsvegin. Fuglaframi mælti til, at garðarnir vórðu skipaðir soleiðis, at onnur eygu enn eigaranna kundu njóta herligheitirnar, sum tikið varð til. Nakað somu tankar eru frammi í prátinum um at gera eina miðbýarlund, har Tinghúsvegurin sjálvur og urtagarðarnir, sum einaferð vóru býarins prýði, onkursvegna verða sjóðað saman í grasagarðar við trøum, blómum og torgum og kanska onkrum bilstøðli. Men tað ørkymlar, at prísurin samstundis kann verða, at beint verður fyri einum av húsunum í garðinum um sjálvt Vaglið. Smáfuglar, heiðafuglar og miðbýurin Tað hevur tíbetur eydnast at varðveita nógv úti á Reyni og úti á Tinganesi. Hetta er býnum til miklan sóma, og sjálvandi fer tað eisini at eydnast at verja sjálvt Tinganes, tann elsta tingstaðin í øllum Europa, sum nú er fyri ágangi. Tað hevur eisini eydnast so nøkurlunda at varðveita tann nýggjara miðdepilin í Havn, Vaglið og tess umhvørvi. Vinstrumegin hava vit framvegis Meinigsheitshúsið og tann gamla Kommunuskúlan. Her aftanfyri hava vit framvegis tann gamla Realskúlan, sum nú hevur verið bókhandil í útivið 100 ár. Høgrumegin hava vit húsini hjá keypmanninum Jákupi Lutzen í bøttum hami. Omanfyri tey standa enn sum áður húsini hjá fróarmanninum Anton Degn - og hinumegin vegin er tinghúsið við sjálvan Tinghúsvøllin. Hetta er garðurin um Vaglið – soleiðis eigur at síggja út her. Nú bleiv endin av málinum um løgtingshúsið, at tað bleiv varðveitt her í gamla Húsabø. Tá so er, skuldi verið lagað manni at hildið stílin og varðveitt húsini hjá Anton Degn, so vit framvegis hava Vaglið og tess umhvørvi í mestsum upprunaligum skapi. Fáa vit so gróðursett urtagarðarnar aftur og sjóðað teir og vegin saman til eitt vinsælt øki við gróðri og plássi til fólk at vera, so eru vit ikki so langt frá hugskotinum í blaðnum hjá Sverra Paturssyni á sinni. Tað hevur verið siðvenja at nýta herróp ella loysunnarorð. Havnin hevur ikki hildið seg aftur í so máta: Havnin skal skína og Reinur og fríður Havnar býur. Hetta hevur gjørt mun. Tað sama kunna vit siga um herrópið: Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið. Tað var at síggja longu fyri næstseinasta aldarskifti og situr væl enn. Stundum hevur tað verið eitt sindur lagað til umstøðurnar. Í dag eru tey mong, sum hava hug til at umskriva tað soleiðis: Latið smáfuglar, heiðafuglar og miðbýin hava frið.
14/3-2004 ---
|
|