11.01.2004
| Evni: Spyr Jógvan
|
Bókasavnslógin og játtanin
|
Spurningur: Góði Jógvan 8. mai 2001 fingu vit eina nýggja bókasavnslóg. Grundin til nýggju lógina var fyrst og fremst, at undanfarna lóg frá 1988 ongantíð varð sett í verk í praksis. Nú eru skjótt 3 ár liðin, síðani nýggja lógin varð sett í gildi og staðfestast kann, at vegna vantandi fíggjarligar karmar virkar heldur ikki hendan lógin í praksis. Og øll hesi árini hava tjóðveldismenn haft leiðsluna á bókasavnsøkinum. Mínir spurningar eru tí: 1)Tað eru minst 15 ár síðani, vit høvdu eina bókasavnslóg, sum arbeiðast kundi eftir. Kann Tjóðveldisflokkurin og Føroya fólk liva við hesum ? 2) Skulu vit vænta okkum nakrar broytingar á bókasavnsøkinum, um Tjóðveldisflokkurin aftur verður ein partur av landsins leiðslu aftaná valið? Vinarliga Bókavørður
Svar: Góði Bókavørður 1. Vit kunna ikki í longdini liva við eini bókasavnslóg, sum ikki virkar. 2. Vit stremba eftir at fylla út í tann karmin, sum bókasavnslógin er, og tað fara vit at halda fram við, tá vit koma í samgongu eftir valið. Annars hoyri eg alt fleiri tilkomnar nýtarar av bókasøvnum siga, at teimum hevði hugað væl, at bókasøvn vóru opin um vikuskiftini, tí tá hava tey stundir at vitja tey og lesa eitt nú bløð og tíðarrit - føroysk sum útlendsk. Hesin spurningurin er ivaleyst eisini verdur at taka upp. Vinarliga Jógvan
|
|