01.01.2004
| Evni: Spyr Jógvan
|
Nýggjársrøða løgmans
|
Góði Jógvan! Kanst tú siga tína meining um Anfinn Kallsberg. Eg haldi, tað er ótrúligt, at hann enn skal hava so stóra undirtøku, sjálvt eftir at tað er avdúkað, at hann: 1) við skjalafalsan hevur stolið pengar til síni egnu feløg, 2) royndi at geva øðrum heiðurligum manni skuldina og 3) ótalligar ferðir hevur logið um, hvat tað veruliga var, hann hevði gjørt. Seinast í løgmannsrøðuni, har hann enn einaferð kallaði eina væl umhugsaða brotsgerð eitt mistak. Gevur hetta álit á politisku skipanina?
Svar: Góði spyrjari: Eg og Tjóðveldisflokkurin eru ikki ósamd við teg í hesum málinum. Orsøkin til, at vit skula til val um tríggjar vikur, eru júst hasi viðurskiftini, sum tú greinar í tínum spurningi. Eg haldi eisini, at tað var í meira lagi, tá løgmaður nýtti nýggjársrøðuna til at halda fram propaganduna fyri sær sjálvum, men eg ivist í, um tað hevur havt ta árin, sum hann ætlaði. Hetta málið er ikki fremjandi fyri álitið á politisku skipanina - tvørturímóti. Hetta fremur ikki bert misálit á løgmansflokkin, men á allan skipanina. Vinarlig heilsan Jógvan.
|
|