25.04.2003 | Evni: Røður
Merkið er sterkasta ímyndin
Skriva út | Send | Aftur
Góðu ítróttafólk og áhoyrarar!

Tað er ein góður siður at halda flaggdag. Síðani 1947 hevur flaggdagurin verið hildin á hvørjum ári á Vaglinum í Havn, og sum árini eru liðin, og flaggdagurin er vorðin meiri viðurkendur sum hátíðardagur, hevur hesin siður breitt seg út um alt landið.

Tað er mær ein heiður, at vera biðin at halda flaggrøðu á Vaglinum á Eiði. Tað er hugaligt at hoyra kórsangararnar og síggja hesi ungu ítróttafólkini úr Eiðis Bóltfelag saman við teimum fittu børnunum í bygdini heiðra Merkið við skrúðgonguni úr Múlavík.

Havi staðið her eina ferð fyrr. Tað var fyri 25 árum síðani. Tá var tað ein ótolin ungur maður, ið bar orðini fram.

Tankarnir snúðu seg serliga um, at tað gekk ongan veg við sjálvbjargnisstarvinum hjá føroyingum. Samandrátturin var, at landsins kosnu menn í meira lagi spældu sær við málum, sum høvdu lítlan týdning, heldur enn vinna okkum ræði í egnum landi og javnbjóðis sæti millum aðrar tjóðir í heiminum.

Tað var óivað rætt í summum førum, men líta vit aftur um okkum, so var hetta eisini ein tíð, har sjálvbjargni var á skránni.

Hetta var tíðin, tá fiskimenn og útróðrarmenn, flakakvinnur og arbeiðsmenn, vinnulív og landastjórn løgdu allar árar í sjógv fyri at umskifta tann føroyska gerandisdagin frá inntøkunum úr teimum víðu veiðumøguleikunum í øllum Norðuratlantshavi til í stóran mun at liva av fiskigrunnunum undir Føroyum.

25. apríl í 1978 var bara eitt gott ár liðið, síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, og ein stórur partur av okkara fiskiflota kom heim á grunnarnar, sum útlendingar høvdu gjørt sær dælt av meginpartin av einari øld.

Tey vóru nøkur, sum ikki trúðu upp á, at tað bar til hjá okkum at liva av tí tilfeinginum, sum svam fyri okkara egnu durum. Men tey vóru fleiri, sum ásannaðu, at siglast mátti og livast mátti, og hjá teimum vóru bara eini ráð.

Tey vóru at smoyggja upp um armar, leggja í vaðið og fáa sum mest burtur úr tí náttúruríkidøminum, sum vit nú áttu einsamøll innanfyri okkara egna nógv víðkaða mark – saman við tí, sum vit kundu tinga okkum fram til í annara høvum.

Vit byggja enn hetta land, og eiðismenn sita sum so mangan áður mitt í fiskinum.

Eiði er kjarnin

Mær er sagt, at tilveran allar dagar hevur verið umskiftandi hjá eiðisfólkum. Var nógvur fiskur, var gott at búgva á Eiði. Var lítil fiskur, kundi vera svangligt at vera eiðismaður.

Tað hevði við sær, at eiðisfólk stundum fluttu burtur í stórum tali at finna sær aðrar møguleikar fyri lívsins uppihaldi. Ættarbondini til tey fólkini finnast aftur um allar Føroyar. Eiði er á tann hátt partur av samleikanum hjá nógvum fólkum, sum ongantíð hava búleikast her.

Í so máta eri eg onki undantak. Langomma mín var úr eldru Britustovu. Hon kallaðist Marin Johansen og giftist suður á Argir við gróthøggaranum Óla Arge. Ein beiggi hennara búsettist eisini á Argjum og varð róptur Eiðis-Jóhan. Ein systir hennara giftist til Havnar, meðan onnur systkin vórðu verandi á Eiði.

Frá hesum systkjum eru nógvir eftirkomarar her norðuri á leiðini, á havnarleiðini og ymsa aðrastaðni í landinum. Til dømis hitti eg ofta nakrar herðabreiðar og meir at kalla lágføttar fermenningar, sum eru triðja ættarlið frá eiðismonnum, ið búsettust á Tvøroyri.

Og tað er so javnan, at fólk, sum tú heldur vera fullblóðs klaksvíkingar, kvívíkingar, vágbingar ella t.d. oyrarmenn, vísa seg at vera runnir av hesi somu rót á Eiði.

Tað dylst ikki, at vit kenna okkum at hava ein felagsnevnara – og kjarnin í honum er Eiði.

Merkið í søguni

Samleiki hevur ikki bara nakað við beinleiðis ættarbond at gera. Hann er eisini okkara felags eyðkenni sum føroyingar við egnum máli, egnari mentan, egnum landi, egnum havi og egnum havbotni.

Tann sterkasta ímyndin av hesum samleikanum er Merkið, sum vit eru komin saman at hátíðarhalda í dag. Tað var av tilvild, at dagurin bleiv tann 25. apríl, men tað var ikki bara tilvild, at vit fingu tað hvíta, bláa og reyða krossmerkið, tá vit fingu eitt viðurkent føroyskt flagg.

Tá Føroyar og Danmark vórðu hersett í apríl 1940, komu vit í hvør sín part. Týskarnir løgdu sína køldu hond á Danmark, meðan bretar gjørdu eina vinarliga herseting í Føroyum – serliga fyri at verja seg sjálvar móti álopi í rygggin.

Føroyar vóru fyrsta land, sum bretar yvirhøvur hersettu í seinna heimsbardaga, og teir høvdu eisini brúk fyri, at føroyingar, teirra millum eiðismenn, sigldu til Onglands við fiski, men teimum líkaði ikki, at vit sigldu undir donskum flaggi, tí tað var vorðið fíggindaflagg.

Á borðinum vóru fleiri uppskot um, hvørjum flaggi føroyingar so skuldu sigla undir, men so mikið hevði studentaflaggið hjá Jens Oliver Lisberg brent seg í hugan hjá føroyingum, at bretar hildu bestu ráðini vera at viðurkenna tað sum føroyskt flagg.

Longu fyri tað høvdu føroyskir fiskimenn málað føroysku litirnar á bøgirnar á skipum sínum, og suðuri við Orknoyggjarnar hevði ein bretskur loytnantur biðið skiparan Hans Mikkelsen á sørvágssluppini ”Eysturoynni” heysað føroyska Merkið, tá bretar høvdi strikað danska flaggið.

Hart stríð

Merkið var ein liður í sjálvbjargnisstríðnum hjá føroyingum. Tað vóru studentarnir í Keypmannahavn, sum evnaðu tað til beint eftir fyrra heimsbardaga, og tað vóru eisini teir, sum bóru tað fram á fyrsta sinni. Hetta varð gjørt í eini tíð, tá studentarnir vóru teir, sum kravdu føroyingum víðastu ræsur at virka undir.

Merkið var umstrítt í mong ár. Tað varð brúkt uppi á landi, og tað varð brúkt á bátum og skipum langt áðrenn tað varð alment viðurkent, og fleiri fingu eisini sviðan at kenna afturfyri, at teir vóru næsadjarvir. Nógvir fingu bót fyri at flagga við Merkinum, og ríkismyndugleikarnir sýttu fleiri skiparum loyvi at fara til Grønlands aftur at fiska av somu grund.

Tað hendi seg eisini, at Merkið varð drigið niður eftir kravi frá donskum myndugleikum – eitt nú á 1000 ára hátíðini í Reykjavík í árinum 1930. Og flaggviðurskiftini vóru stundum so fløkt, at eina tíð bar ikki til at flagga við tí kring tinghúsið í Havn.

Tí undrar tað ikki, at tað var sannur hátíðardagur, tá Merkið loksins varð viðurkent hin 25. apríl 1940. Tá høvdu fundir og kravgongur verið í havnargøtum í fleiri dagar, meðan tingast varð um flaggspurningin.

Tá úrslitið so kom, fagnaði mannamúgvan bretska konslinum, sum tikið hevði avgerðina, og savnaðist á Vaglinum í Havn at fegnast í felag um Merkið. Har vórðu føðilandssangir sungnir, og dansurin fekk so lystiliga á miðjari nátt.

Ræði í egnum landi

Merkið hevur síðani verið tann alføroyska ímyndin. Vit vinda tað á stong allar okkara hátíðardagar og minnisdagar, og vit hava tað fremst í okkara fylkingum.

Við Merkinum á odda eru vit eisini farin burtur í lond at gera vart við okkum.

Eitt nú, tí at vit høvdu okkara egna flagg millum onnur tjóðfløgg, hevur okkum borið til at sleppa upp í altjóða samarbeiði.

Vit kappast á jøvnum føti við øll heimsins lond í ítróttakappingum. Vit vinna eisini sigrar í hesum kappingum og fella tár, tá tað fer í húnarhátt fyri føroyingum av Eiði og aðrastaðni, sum standa seg væl.

Vit sleppa til borðs við øðrum tjóðum í aðrar mátar eisini, men meir enn hálvt er verkið ikki. Tann stóri spurningurin er enn sum áður, at fáa alt ræði á egnum viðurskiftum.

Stundum eru og verða tøk tikin. Skúlin er nú føroyskur allur, sum hann er, og almannamálini somuleiðis.

Virkað verður fyri at fáa fólkakirkjuna á føroyskar hendur.

Virkað verður fyri, at dómstólar, rættarskipan og løgregla verða føroysk.

Virkað verður fyri at yvirtaka lóggávuna um persónligu rættindi okkara.

Arbeitt verður við at smíða grundlóg fyri Føroyar, sum ásetur okkara stjórnarviðurskifti og hvønns mans rættindi.

Og stevnt verður fram móti einum sjálvberandi búskapi.

Hetta eru sera týdningarmikil mál í sjálvbjargnisstríðnum, og ongin er nærri at taka sær av teimum, enn vit sjálvi.

Hógvarnir undan

Tá stríðið á sinni stóð um Merkið, vóru vit í amtstíðini. Allar avgerðir lógu í Keypmannahavn, og føroyingar høvdu bara ummælisrætt í egnum málum - og nóg illa tað.

Hógvarnir komu undan aftur nú ein dagin, tá postmenninir gingu ráhallir við kunngerðarbløðum, sum settu nýggjar hernaðarligar revsilógir í gildi fyri Føroyar.

Eitt einmælt løgting hevur fyri tveimum árum síðani samtykt og boðað rætta viðkomandi frá, at Føroyar hvørki hava brúk fyri ella vilja hava hesar hernaðarligu lógir og reglur, men danskir myndugleikar hava sett tær í verk av sínum eintingum.

Eitt samt løgting er nú í ferð við at biðja donsku stjórnina seta hesar lógir úr gildi aftur. Vit fáa at síggja, hvat spyrst burtur úr, og hvat ræði vit í veruleikanum hava í egnum landi, tá um hesar spurningar ræður.

Hitt frælsa ríkið

Ein av dagsins aktuellu spurningum er at leggja kommunur saman. Skilji á lagnum, at Eiðis Kommuna heldur seg kúrra, meðan grannakommunurnar hugsa um at ganga saman.

Tað fari eg ikki at leggja meg út í, men mær renna í huga viðurskiftini á Eysturlandinum fyri fáum árum síðani. Tá løgdu kommunur saman í Íslandi, og einar tríggjar kring Seyðisfjørðin og grannfirðirnar gingu saman í eina stórkommunu.

Tær samtyktu, at nýggja kommunan skuldi eita Eysturríki eins og kenda landið suðuri á meginlandinum. Mikil gleimur stóðst av hesi ætlan, og tá samanumkom, vildi íslendska ríkisstjórnin ikki góðtaka navnið.

Men trætan segði óivað sína søgu um, at tey á Eysturlandinum vildu styrkja um sín samleika mótvegis teirri fjølmentu Reykjavíkarleiðini.

Í sama grannalag við Egilsstaðir á Eysturlandinum er ein lítil kommuna, sum ikki vildi leggja saman við nøkrum av grannakommunum. Hon helt seg standa seg best einsamøll, og verður á mannamunni rópt Fríríkið – hitt frælsa ríkið.

Mær kemur fyri, at støðum her við Sundalagið og Norðureysturoynni er nakað tann sama sum á Eysturlandinum.

Drívið á

Tað er Eiðis Bóltfelag, sum skipar fyri í dag. Hetta felag byggir á ríkar tradisjónir, sum hava havt stóran týdning fyri bygdina og bygdarfólkið.

Føroyskur ítróttur sum heild hevur eisini notið gott av EB. Longu stovningarárið í 1913 vóru eiðismenn við til fyrstu royndirnar at samskipa fótbólt í Føroyum, og EB var eisini við, tá Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn í 1939.

Í kommununi hevur nógv verið lagt fyri til tess at veita ungdóminum góðar umstøður at íðka ítrótt og menna sál og likam við fótbóltsvøllinum niðri á Møl og teirri stásiligu nýggju ítróttarhøllini. Hetta er eiðisfólki til miklan sóma.

Tað ber eisini ávøkst. Takið bara kappingina um løgmanssteypið.

Nýti høvið til at ynskja eiðisfólki til lukku við tí framúr góða úrslitinum, sum EB/Streymur hevur havt í bólkaspælinum.

Nú verður stevnt beint ímóti finaluni á ólavsøku um pokalin.

Hetta er eitt prógv um, at hóast tað mangan tykist tógvið at vinna upp um næstu sýn, so loysir tað seg at dríva á.

Tað var eisini stavnhaldið hjá teimum, sum stríddust fyri Merkinum á sinni.

Takk fyri meg. Góðan flaggdag og drívið á.

---

< Tekniskan skúla fram um studentaskúla? | Játtanir í óðum verkum >