02.03.2003 | Evni: Spyr Jógvan
Bummpengar til Havnina?
Skriva út | Send | Aftur
Bummpengar til Havnina

Spurningur:

Eitt lesarabræv í Dimmalætting rør fram undir, at Tórshavnar býráð átti at gjørt eins og starvsfelagarnir í London: Kravt bummpening, áðrenn bilarnir av bygd komu inn um býarmarkið.

Hetta kann kanska tykjast í so radikalt, men ein sannroynd er tað, at veganetið í Havnini er sera belastað av allari ferðsluni, og tað eru skattaborgararnir í Havn, id gjalda asfaltið, ið bygdafólkið brúkar, fyri at arbeiða og harvið gjalda skatt aðrastadni í Føroyum.

Hvat halda tygum um hetta uppskotið?

Annars túsund takk fyri títt arbeidi í Rás Tórshavn-málinum!

Heilsan

Lil

Svar:

Tja, hvat skal eg nú siga. Jú, rætt er tað, at tað eru ikki bert havnarborgarar, sum brúka teir kommunalu vegirnar í Havn. Tað gera bilkoyrarar úr øðrum kommunum eisini.

Hinvegin kann sigast, at Havnin fær ikki onki burturúr, at fólk úr øðrum kommunum koma til Havnar at arbeiða ella at keypa, tó at tey ikki gjalda skatt her.

Eitt gott veganet í býnum dregur fólk til hansara, og tað er ikki onki av fyrimunum, sum vit fáa burtur úr tí. Í slíkum førum kann slitið av asfaltinum eisini metast sum ein neyðug rakstrarútreiðsla.

Hildið verður, at eini 700 fólk úr øðrum kommunum hava sítt arbeiðspláss í Havn. Tey koma higar hvønn yrkadag og fara til hús aftur. Skattin taka tey við sær, men ein stórur partur av nýtsluni man liggja eftir hjá okkum.

Bummpengar. Ja, tað er vorðið so populert í seinastuni. Tað hevði givið pengar til rakstur av vegunum, men eg haldi ikki, at vit eru so illa fyri í løtuni, at okkum nýtist at taka so hørð stig móti okkara landsmonnum.

Ein opin og vinarligur høvuðsstaður er betur enn ein avbyrgdur og óblíður býur!

Heilsan

Jógvan.

< Krevji mál fyri býráðið | Løgmaður koyrir Annlis úr starvi >