01.03.2003 | Evni: Býráðið
Krevji mál fyri býráðið
Skriva út | Send | Aftur
Harri Jan Christiansen, borgarstjóri Á Vaglinum 100 Tórshavn

Tórshavn 1. mars 2003

Viðvíkjandi málum til næsta býráðsfund

Vísandi til dagsskránna og fundarfrásøgnina frá seinasta býráðsfundi 20. februar 2003 fari eg at krevja málini ”Útbygging av Kollafjarðar skúla”, ”Stovnsetan av vøggustovu og barnagarði við Landsvegin”, ”Dagstovnur í Hoyvíkshaganum við Klingruna” og ”Bygging av býlingshúsi/dagstovni eystanfyri Løgmannabreyt” løgd fyri býráðið til viðgerðar á fyrstkomandi býráðsfundi.

Vinarlig heilsan

Jógvan Arge

< Tjóðveldisflokkurin í býráðnum | Bummpengar til Havnina? >