30.12.2002 | Evni: Břkur
Teir tóku land á odda
Skriva út | Send | Aftur
Nú er gjřrt upp, hvussu jólasřlan gekk hjá teimum ymsu bókunum, og ongin ivi er um, at okkara egna ”Teir tóku land” aftur varđ nummar eitt á hesum sinni.

Tađ er sera stimbrandi fyri hugin at halda fram at skriva og geva út, at sjeynda í bókin í rřđini megnar at vera bestseljari eins og fleiri av undanbókunum.

Kappingin er hřrđ á jólamarknađinum. Břkurnar kappast innanhýsis, men eisini viđ allar hinar vřrurnar, sum eru í jólasřluni.

Hesaferđ verđur hildiđ, at avgerđin hjá Tórshavnar Býráđ at selja FřroyaTele tćnastuna Rás Tórshavn fyri lítiđ og lćtt hevur stýrt ikki so lítiđ av peninganýtsluni hjá fólki í jólamánađinum.

Fólk, sum vildu hava fleiri rásir, noyddist antin at investera pengarnar í eina skipan frá Televarpinum ella í eina privata parabolskipan.

Í báđum fřrum er talan um meiriútreiđslur upp á fleiri túsund krónur – og í longdini eisini eina varandi meirútreiđslu upp á fleiri hundrađ krónur um mánađin fyri nakađ somu tćnastu, sum Tórshavnar Kommuna hevur veitt teimum umvegis skattin í mong Harrans ár.

Ikki júst nakađ kommunalt tćnastuframstig.

Onkur helt eisini, at Vágatunnilin hevur havt sína ávirkan á, hvađar pengarnir fóru í ár. Ein hent jólagáva hevur veriđ at keypa hesar kubbarnar, sum loyva fólki at koyra ofta gjřgnum tunnilin fyri ein bíligan penga.

Men kapping stimbrar á frćlsa marknađinum.

---

< Spennandi ár í býráđnum | Hvřr er borgarstjóri? >