23.11.2002 | Evni: Bøkur
Grønlendingar vildu hava fiskin
Skriva út | Send | Aftur

Jógvan Arge hevur givið út enn eina bók í røðini um teir, sum tóku land í Grønlandi. Hendan bókin snýr seg um føroyskan útróður og flakavinnu í Grønlandi meginpartin av sekstiárunum.

Í sekstiárunum fóru føroyingar rættiliga at merkja, at grønlendingar vildu sjálvir hava ágóðan av tí fiski, sum varð veiddur í teirra sjógvi. Teir herdu krøvini um, at føroyingar áttu at avreiða sín fisk til grønlendsk virkir, heldur enn at virka fiskin á egnum virkjum.

Á heysti 1964 fór ein føroysk sendinevnd til Grønlands at tingast um fiskirættindini í Grønlandi. Sendinevndin fekk skjótt at merkja, at har var ikki so nógv nýtt at koma eftir. Grønlendingar tóku ikki undir við teimum føroysku uppskotunum, og samráðingarnar endaðu tí við, at sáttmálin frá 1959 stórt sæð varð framlongdur til 1970.

Av tí, at tær grønlendsku vinnulógirnar vóru til viðgerðar um hetta mundið, varð kortini sett í sáttmálan, at báðir partar kundu siga hann upp frá sumrinum 1967. Føroyingar vónaðu, at hetta kundi veita teimum víðari ræsur, men grønlendingar høvdu ikki aðrar ætlanir, enn at skerja møguleikarnar hjá føroyingum.

Lærdu grønlendingar at fiska

Ein liður í sáttmálanum frá 1959 var, at føroyingar skuldu taka grønlendingar við útróðrarbátum og skipum og læra teir upp í útróðri og skipsfiskiveiðu. Hetta varð gjørt í rættiliga stóran mun.

Sum fráleið vóru alt fleiri grønlendingar við línuskipum undir Grønlandi, og stundum vóru nógvir grønlendingar við teimum mongu føroysku útróðrarbátunum. Tað stóra bátalagið hjá Jesari í Búðini úr Sørvági, sum helt til í Kangarssuk í meir enn 10 ár, hevði nógvar grønlendingar við.

”Vit mundu hava einar 50 grønlendingar við okkara bátum hesi árini”, greiðir Pedda Jacobsen frá í einum kapitli, sum viðger gerandisdagin hjá útróðrarmonnunum í Kangarssuk.

”Hetta vóru menn, sum onki kendu til útróður soleiðis, sum vit róku hann. Teir høvdu jollur, og summir brúktu tveir húkar við einum steini í einum posaklodda, og tí fingu teir ikki stórfiskarí burturúr.

Men tá teir fingu snellur frá okkum, kom eitt annað lag á útróðurin, og fiskiskapurin vant upp á seg. Soleiðis vóru vit við til at menna grønlendingar”, sigur Pedda hjá Jesari.

Stríddust um fiskaprísin

Í sekstiárunumn var stundum trupult at fáa menn at rógva út í Føroyingahavnini. Í 1964 tók seg upp eitt stríð um tann fiskaprísin, sum Nordafar og Grønlandsfelagið lótu. Felagið hjá útróðrarmonnum sínum monnum bann fyri at gera sáttmála við Grønlandsfelagið, men tá samanumkom fóru fleiri bátsmanningar avstað.

Stríðið hevði kortini við sær, at nógvir aðrir settist aftur, og hetta árið vóru nógv færri bátar í Føroyingahavnini og norðaru havn í Ravnsoynni, sum eisini var farin at avreiða til flakavirkið hjá Nordafar.

Tað bøtti tó ikki so lítið um, at bátarnir í Grátufjørðinum og syðru havn í Ravnsoynni hetta summarið fóru at avreiða feskan fisk til Nordafar. Skip sigldu í føstum farti úr Grátufjørðinum og Ravsoynni norður í Føroyingahavnina við fiskinum.

Oddamaður í útróðrarmannafelagnum var tann gamli trolaraskiparin Kvívíkar Tummas. Tá summir menn fóru avstað, staðfesti hann, at felagið var sprongt. Tvær vikur seinni fór kortini eisini yvir í Føroyingahavnina at rógva út einsamallur maður við seksæringinum ”Tummasar Jógvani”.

Kvívíkar Tummas fylti 70 í Føroyingahavnini hetta summarið.

Nýggir Nordafarbátar

Nordafar og Grønlandsfelagið ásannaðu um hetta mundið, at skuldu feløgini varðveita menninar við sínum egnu bátum, so var neyðugt at bjóða teimum betur arbeiðsumstøður.

Tað var gjørt á tann hátt, at bygdir vórðu nýggir bátar til manningarnar á NDF-bátunum í Føroyingahavnini. Várið 1965 komu heilir átta nýggir bátar í Føroyingahavnina. Teir vóru bygdir í Noregi og tóku 15 tons.

Trupulleikar vóru av hesum bátum í fyrstani, tí teir vóru ikki nóg væl innrættaðir, og hartil vóru teir smalir og lættir, men tá brekini vóru rættað, vístu teir seg at fiska munandi betur, enn teir gomlu NDF-farbátarnir, sum vóru frá 1955.

Flakavirkið hjá Nordafar hevði síni bestu ár báðu megin miðjuna av sekstiárunum. Eitt árið komu heili 9000 tons upp á land í Føroyingahavnini frá meir enn 70 bátum í Tovkussak, Føroyingahavnini, Grátufjørðinum og báðum havnunum í Ravnsoynni.

Eina tíð var so nógvur fiskur, at Nordafar sendi ikki flutningsskipini suður í Ravnsoynna, tí flakavirkið kláraði ikki at arbeiða undan. Tá fóru summir at salta, og fingu eina góða eykainntøku.

Sorgarleikur í Grátufjørðinum

Føroyingar sluppu ikki undan sorgarleikum í Grønlandi, hóast føroyska fiskivinnan slapp munandi betur burtur úr árunum í Grønlandi enn árunum millum heimsbardagarnar undir Íslandi, sum kostaðu fleiri skipsmanningar.

Vit mistu bæði skip og bátar í Grønlandi, men ongar heilar skipsmanningar ella bátsmanningar. Nakrir menn doyðu slóu út og doyðu av øðrum vanlukkum hesi árini, og í 1966 hvarv ein genta, sum var kokkur hjá útróðrarmonnum í Grátufjørðinum.

Tann 25-ára gamla Diana Jacobsen úr Haldórsvík hevði bert verið fáar dagar í Grønlandi, tá hon ein seinnapart hvarv á ferð millum norðaru og sunnaru havn í Grátufjørðinum. Stór leiting varð sett í verk, men hon spurdist ongantíð aftur.

Sonja-Larsen væl kendur

Kendasti føroyingur í Grønlandi eftir seinna heimsbardaga mundi vera hvalskjúttin Johannes Larsen úr Suðuroy. Hann var skipari á hvalabátunum ”Sonja” og ”Sonja Kaligtok” hjá KGH, sum komu inn í so at siga hvørja bygd við tvøsti.

Í bókini er ein frágreiðing um hann og hansara virksemi eins og brot úr teimum endurminningum, hann hevði, tá hann fór úr Grønlandi av øllum í 1966.

Fleiri aðrir føroyingar vóru við honum við hvalabátunum, og tá KGH opnaði hvalastøð í Tovkussak í fimmtíárunum arbeiddu eisini fleiri føroyingar har.

Teir tóku land, sjeynda bók, er skrivað við løttum penni, og er prýdd við um 150 myndum. Anker Ei Petersen hevur teknað permu og kort. Hestprent í Havn hevur staðið fyri prentumsitingini, og bókin kostar 299 krónur.

---

< Framløgurøða um kapitalvinning | Signeri í Klaksvík og í Havn >