14.11.2002 | Evni: Břkur
Fimtanda bókin eftir Jógvan Arge
Skriva út | Send | Aftur
Enn ein bók í vćlumtóktu rřđini ”Teir tóku land” eftir Jógvan Arge er komin í handlarnar. Hetta er fimtanda bókin hann letur úr hondum og tann sjeynda í hesi rřđini. Bókin lýsir umstřđurnar hjá fřroyskum útróđri og flakavinnu í Grřnlandi í meginpartin av sekstiárunum.

Stundum kom ein řgiligur fiskur upp á land í Fřroyingahavnini, og besta áriđ fekk flakavirkiđ hjá Nordafar heili 9000 tons í ráfiski úr útróđrarhavnunum í Tovkussak, Fřroyingahavnini, Grátufjřrđinum og báđum havnunum í Ravnsoynni.

Alsamt fleiri útróđrarmenn lřgdu um frá saltfiski til feskfisk. Tađ hevđi viđ sćr, at Samvinnufelag Fiskimanna gavst at skipa fyri. Teir flestu menninir avreiddu til Nordafar, men í Borgshavn og Kangarssuk skipađu teir egiđ felag fyri saltfiskamenn.

Stundum hildu útróđrarmenn fiskaprísin vera ov lágan, og til tess at halda upp á sítt fólk gjřrdi Nordafar seg í 1965 betur út viđ nýggjum deksbátum. Teir fiskađu meir enn teir gomlu NDF-bátarnir.

Dentur verđur í bókini lagdur á at lýsa dagligdagin hjá útróđrarmonnum í Grřnlandi gjřgnum samrřđur viđ menn, sum vóru fleiri ár í eitt nú Fřroyingahavnini og Kangarssuk. Nortiđ verđur eisini viđ sorgarleikin, tá ein víkargenta hvarv í Grátufjřrđinum í 1966.

Serligur kapittul er skrivađur um kendasta fřroyingin í Grřnlandi eftir heimsbardagan, suđuroyingin Johannes Larsen, sum var skipari og skjútti á hvalabátunum hjá KGH. Hvřrt mansbarn kendi hann og nevndi hann Sonja-Larsen.

Í 1964 vóru samráđingar um rćttindi fřroyinga í Grřnlandi. Sáttmálin varđ endurnýggjađur, men tađ kom greitt til sjóndar, at grřnlendingar sum fráleiđ sjálvir vildu hava sum mest av ágóđanum av fiskinum í grřnlendskum sjógvi.

Um alt hetta og meir aftrat kann lesast í ”Teir tóku land” nr. 7, sum er góđar 200 síđur og er prýdd viđ 150 myndum og kortum. Kostnađurin er 299 kr. í handlunum. Anker Eli Petersen hevur teknađ permu og kort og Hestprent hevur havt prentumsitingina um hendur.

---

< Nýggj stuđulsfólkaskipan | Avhenda Rás Tórshavn >