09.11.2002
| Evni: Býráðið
|
Barnaansingin skot fyri bógvin
|
Tað gongur fram og aftur við barnaansingarætlanunum hjá samgonguni í býráðnum.
Herfyri vórðu limirnir í mentamálanevndini mestsum í óðum verkum noyddir til at taka støðu til eitt uppskot, sum formaðurin risti úr ermuni um, at eitt arkitektavirki skuldi kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarð og vøggustovu til 150 børn í Vesturbýnum. Hendan byggiætlanin skuldi fremjast á eini trøð, sum Tórshavnar Kommunan eigur nærhendis Torfinsgøtu við ein veg, sum eitur Vallalíð. Har í nánd er kommunan farin undir at byggja ein stovn til minnisveik. Tann stóra barnaansingarætlanin ljóðaði rættiliga fantastisk, tí eitt nú verða stór krøv sett til umhvørvið hjá einum stovni, ið skal hýsa so mongum børnum. Ongin fekk seg kortini til beinleiðis at forða fyri, at møguleikin varð kannaður. Nú eru boð komin aftur frá arkitektinum, sum sigur, at økið, sum kommunan hevur tøkt, helst ikki kann bera ein stovn, sum hýsir fleiri børnum enn eini 72. Kortini umrøddi nevndin møguleikan fyri at gera ein stovn, sum hýsir 88 børnum. Tað er sama tal, sum hýsast kann í Lítlaskógi. Enn er ikki greitt, hvussu hetta mál endar, men so mikið er greitt, at tann ambitiøsa politiska ætlanin hjá samgonguni um at nøkta allan ansingartørvin við einum snupptaki við einum risastovni í Vesturbýnum er skotin í senk. Skal tørvurin nøktast, mugu ætlanir nú leggjast um at byggja aðrar stovnar aftrat honum í Vallalíð. Ongin ætlan fyriliggur sum er um, hvar og hvussu teir skula byggjast. Tað er týðulig andsøgn millum kommunalu umsitingina og samgongupolitikarar, tá tað snýr seg um bygging av stovnum til barnaansing. Politikararnir vilja proppa so nógv børn sum møguligt inn í stovnarnar, so teir kunna reypa av at hava loyst allar ansingartrupulleikar, meðan umsitingin heldur mælir til at hava færri børn í hvørjari stovu, so dygdin í ansingini stendur mát við nútíðarhugsan. ---
|
|