04.06.2002 | Evni: Løgtingið
Annlis og Páll í landsstýrið
Skriva út | Send | Aftur
Tvey nýggj fólk eru millum tey fýra, sum Tjóðveldisflokkurin hevur valt at umboða seg í nýggja landsstýrinum.

Tey nýggju fólkini eru Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu. Høgni Hoydal og Karsten Hansen halda fram við sjálvstýrismálum og fíggjarmálum.

Yngst av landsstýrisfólkunum verður 28 ára gamla Annlis Bjarkamar úr Vági, ið fer at sita fyri menta- og undirvísingarmálum. Hon gongur í løtuni til próvtøku á Føroya Læraraskúla.

Annlis Bjarkhamar hevur í mong ár verið sera virkin innan Unga Tjóðveldið og Tjóðveldisflokkin sum heild, og skyldfólk hennara í Vági eru kend sum tjóðveldisfólk.

Løgtingsmaðurin fyri Sandoynna, tann 34 ára gamli Páll á Reynatúgvu, verður landsstýrismaður í almannamálum.

Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri fýra árum síðani og var seinasta valskeið formaður í trivnaðarnevndini, sum viðger øll almannamál í tinginum. Hann er borgarstjóri í Sands Kommunu, men leggur nú hendan sess frá sær.

Páll á Reynatúgvu er sonur Atu og Niels á Reynatúgvu á Sandi. Niels plagdi í gamlar dagar saman við Erlendi Paturssyni at vera valevni hjá Tjóðveldisflokkinum í Sandoynni.

Nú Páll tekur sæti í landsstýrinum, kemur Rúni Hentze í Skopun inn á ting fyri hann. Rúni er skipsførari og rekur sín egna útróðrarbát.

Avgerðirnar um landsstýrismanningina vórðu tiknar í gjárkvøldið og í nátt. Fyrst vóru aðalastjórnin og floksstjórnin saman og síðani viðgjørdi tingmanningin uppskotini, sum lógu á borðinum.

Óli Holm boðaði frá, at í og við, at hann ikki stillaði upp til løgtingsvalið, ynskti hann heldur ikki at halda fram sum landsstýrismaður.

Landsstýrisfólkini verða tilnevnd so samgonguflokkarnir eru komnir endaliga ásamt um hvussu málsøkini verða býtt.

---

< Nógv mál á nevndarfundum | Tingast um Berjabrekku >