26.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
Órudd í natúruni
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur:

Eg eri tíðum úti í náttúruni og gangi, renni ella súkkli. Og tað nívur meg almikið at síggja alt óruddið, ið liggur og sløðist allastaðni.

Eitt nú ein dagin, eg var rundan um Gróthúsvatn á Sandi. Har sær ræðuligt út. Ikki er meira enn fótur í millum uppvaskidunkar, skógvar, ketchupdunkar o.s.v.

Eg havi spurt meg fyri og havi fingið váttað frá sjómanni, ið siglir undir Føroyum, at hetta rekur upp á land frá skipunum.

Jú, satt er tað, at tey føroysku fiskiskipini tveita alt ruskið á sjógv - sín egna sjógv, ið bæði hetta ættarliðið og komandi ættarlið skulu liva av.

Køksruskið frá kokkinum verður bara tveitt fyri borð - sera ómakaleyst. Men tað rekur upp aftur og svínar okkara náttúru til.

Guð forbarmi seg, hugsaði eg: hvat fer ferðamaðurin at hugsa um okkum, tá tey fara at koma og síggja allan hurlivasan?

Mín spurningur til tín, Jógvan, er: Ætlar tjóðveldisflokkurin at gera nakað við hettar?

Sjálv haldi eg, at teir, ið hetta gera, áttu at fingið stóra bót.

Teir eru ikki góðir við land sítt.

Ella eru ongar lógir hesum viðvíkjandi?

Tá vit føroyingar ikki sjálvir eru góðir við okkara egna land, hvør skal so verða tað?

Annars ynski eg tjóðveldisflokkinum eitt gott val. Vónandi fer tað at eydnast hesuferð.

Heilsan

Mary

Svar:

Eg haldi, at tað, sum her er sagt, talar fyri seg sjálvt. Mær nýtist ikki at geva nakað langt svar, men kann vissa teg um, at umhvørvisspurningar eru frammarlaga á okkara skrá.

Jú meiri ferð er á samfelagnum, meiri verður brúkt og meiri verður koyrt burtur, so størri átøk krevjast móti umhvørvisdálkingini.

heilsan

Jógvan.

< Íslendingar valrætt til løgtingið | Røðurnar hjá Jógvani í ÚF >