23.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
Hví tvíheldur tjóðveldið um ávísa loysn?
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur:

Halló Jógvan:

Tjóðveldisflokkurin er um at isolera seg í føroyskum politikki, halda nógv, tí hann tvíheldur um eina ávísa loysn á ríkisrættarligu støðuni. Hví er so umráðandi at tosa um eina ”loysn”?

Hví ikki bara fara til arbeiðis og lækka blokkin antin miðvíst ella stigvíst, so sjálvbjargni, sum er sjálv fortreytin fyri fullveldi, gerst veruleiki?

Heilsan

Tjóðveldismaður um ein háls.

Svar:

Halló hann sjálvur!

Tjóðveldisflokkurin hevur kanska ongantíð verið nummar eitt á hittlistanum hjá hinum flokkunum. Fyri teir er hann ov greiður í síni stevnu.

Men tann politiski veruleikin hevur kortini ofta gjørt hann til samstarvsflokk í samgongum av ymsum slag, og hansara partur hevur ikki ligið eftir.

Tjóðveldisflokkurin hevur nevnt, at alt eftir, hvussu valið endar, er hann til reiðar at samstarva við allar flokkar uttan sambandsflokkin.

At aðrir flokkar - m.a. av valtaktiskum grundum - siga seg vilja halda tjóðveldisflokkin uttanfyri nýtist ongan týdning at hava, tá býtið av tingmonnum fyriliggur tann 30. apríl.

Hví ikki bara fara til arbeiðis, spyrt tú?

Eg haldi, at tað er júst tað, sum er knæsett í samtyktini um sjálvstýri Føroya Fólks, sum samgonguflokkarnir gjørdu á tingi í fjør. Har stendur ein greið tíðarætlan fyri yvirtøkum og lækkan av blokki.

Skúlin og almannaforsorgin eru longu komnar undir fult føroyskt vald, og blokkstuðulin er lækkaður tann fyrsta triðingin.

Restina er ætlanin at avgreiða eftir nøkrum fáum árum.

Um hetta verður gjørt, veldst um, um fullveldishugsjónin kemur so sterk frá valinum, at hon fær ávirkan í eini samgongu eftir valið. Tað ræður um at bretta upp um armar og spýta í lógvarnar. 30. apríl er ein avgerandi dagur í Føroya søgu.

Vinarlig heilsan

Jógvan.

< Frælsar Føroyar fyri øll? | Tú hevur bygt land >